leygardagur 15. mai 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ørmum og høvdi.
Teir verða lagaðir har,
sum reinirnar í veiðitíðini
koma framvið. Reinirnar
halda so, at fólk stendur
og forðar teimum og verða
soleiðis eins og riknar í
rætt
Uppi á turrum
Tá ið tú hevur verið her
nakrar fáar dagar, leggur
tú til merkis, at skip, sum
tú heldur liggur fyri akkeri
úti á fjørdinum, áðrenn tú
veist av tí, stendur uppi á
turrum. Og tá gáar tú eis-
ini eftir, at stórt havnalag
er einki at síggja.
Her er munurin á flóð
og fjóru einar 10-12 metr-
ar, og av tí, at tað er so
útgrunt, sleppur skipið
ikki so nær landi. Teir
tímarnar, ið fjóra er, koyra
stórir lastbilar ella trukkar
vøruna í land, og teir tím-
arnar ið flóð er, bíða teir
eftir næstu fjøru.
Tað er sama lagið, tá ið
teir fara til útróðrar ella á
kópaveiðu við teimum
smáu meira og minni flat-
botnaðu bátum við stórum
leysamotorum. Teir sleppa
ikki av stað og sleppa ikki
at landi aftur uttan á flóð.
Tá ið veiðimenninir
koma at landi, taka teir
ikki altíð alt av kópinum
heim við sær til hús. Har
kann okkurt verða liggj-
andi eftir uppi á landi.
Tað dámar væl teimum
nógvu ravnunum, sum
næstan er tann einasti
fuglurin, ið er at síggja har
um leiðir. Tað er bert onk-
ur hendinga hvítur mási at
síggja.
Ravnurin er ógvuliga
næskur og kann vera so
frekur, at hann kann stjala
sær burtur av tí fóðrinum,
sum verður lagt út til
% -
| er
-
=
Nr. 90 — 15. MAI 1999
Er
= =
Ongar blómur eru - bert á kirkjugarðinum, og tæ
hundarnar.
Flee marked
Ein dagin siga tey okkum,
at tey hava hoyrt kunn-
gjørt í útvarpinum, at
leygarmorgunin kl.10 skal
vera >sale< og >flee mar-
ked« te. søla og loppu-
marknaður — um vit hava
hug at koma við.
Vist hava vit hug at
koma við — vit hava hug at
vera við til alt — vit eru
forvitin.
Á kópaveðu á flóð
tíðindablað
Í útvarpinum hevði ver-
ið kunngjørt, at sóla var
heima við hús hjá teimum
og teimum og so hevði
bústaður teirra verið
nevndur, sum høvdu okk-
urt at selja. Somuleidis
varð nevnt, at loppu-
marknaðurin skuldi vera í
tí og tí kirkjuni.
Her eru ikki nógvir
trupulleikar við at finna
fram til búðstaðin hjá fólki
— hvort húsið hevur sítt
r eru av plasti
ki
standa húsanumrini í rað-
fylgju — einfalt og greitt.
Hóast vit vóru tíðliga á
veg, so Vóru vit í seinna
lagi. Onnur høvdu longu
verið, so har var ikki so
nógv at velja í.
Um vit fingu ikki keypt
lutir, sum kundu verið
okkum hentir, so fingu vit
kortini tað burturúr, at vit
komu inn til fólk — sóu
hvussu tey høvdu tað og
prátaðu við tey um mangt
og hvat, tí blíð og fyri-
komandi vóru tey.
Uttan fyri kirkjuna var
longu ein fittur hali av
fólki, tá ið vit komu.
Upp á slagið kl.10.00
vórðu dyrnar latnar upp,
og inn streymaði fólkið og
tusti til borðini, eins og vit
kenna tað frá útsglum.
Har var nógv fólk,tí
trongligt var. Men hýrurin
var góður — við práti og
ve
menn
Lee
seed
—
Eingin kjallari er undir húsunum
látri varð valt og vrakað
millum allar hesar nógvu
lutir.
Tá ið av tornaði, fóru vit
við einum hálvum føvn-
ingi av klæðum sum dún-
15
jakkum og vindjakkum og
ymsum lutum og ætlaðu at
gjalda — jú, tey vildu hava
10 dollarar, og tað er o.u
40-50 kr. í okkara pening.