leygardagur 15. mai 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 15. MAI 1999
tíðindablaðið
19
Óheppin handfaring av málinum um landsverkfrødingin
— Best hevði verið, um Vinnumálastýrið ella landsstýrismaðurin í vinnumálum beinanvegin hóvdu tikið stig til ein
kunnandi fund við starvsfólkini, so at tey fingu greiðar upplýsingar um málið sum skjótast. — Men tað kann staðfest-
ast, at niðurleggingin av starvinum sum landsverkfróðingur fór fram eftir galdandi reglum, stendur m.a. í frágreið-
ingini frá Lógmansskrivastovuni um landsverkfróðingin
ÓLAVUR Í Berti
Herfyri kom so frágreiðing-
in frå Løgmansskrivstovuni
um viðgerðina av málinum,
tá starvið sum landsverk-
fróðingur varð niðurlagt.
Metingin er gjørd við atliti
til reglubundin viðurskifti,
og hvussu málið er avgreitt
starvsfólkapolitiskt, verður
sagt í frágreiðingini.
Og í sambandi við frá-
greiðingina hevur Løgmans-
skrivstovan havt samrødu
vid Finnboga Arge, lands-
stýrismann í vinnumålum,
fingið skrivliga frágreiðing
frá Vinnumálastýrinum dag-
fest 02.02.1999, og havt
samrødur vid embætisfólkini
Arna Poulsen, aðalstjóra og
Håkun Niclassen, deildar-
leiðara í Vinnumálastýri-
num.
Eftir reglunum
Viðvíkjandi metingini av
málinum, sigur frágreiðing-
in, at Henning Jacobsen tann
28. desember 1998 fekk
skriv frå Vinnumálastýri-
num, har boðað varð frå, at
starvið sum landsverkfrød-
ingur ikki var til longur.
Hetta bræv varð sent Henn-
ingi Jacobsen til hoyringar,
og hevur henda mannagongd
verið sambært galdandi lóg.
verður staðfest í frágreið-
ingini.
— Fakfeløgini vístu á, at
vidgerdin av hesum måli-
num, ið tey m.a. mettu at
vera eitt mál um bygnaðar-
broytingar, var brot á $ 2 í
sáttmálanum millum Fíggj-
armálastýrið og Starvsmann-
afelagið. Vinnumålastyrid
vendi sær tí til lønardeildina
í Fíggjarmálastýrinum fyri at
fáa greiði á, um sáttmálin var
brotin. Í skrivi 7. januar 1999
svarar Fíggjarmálastýrið, at
tað metti ikki, at Vinnumál-
astýrið hevði brotið sáttmál-
an.
— Legmansskrivstovan
heldur seg til metingina hjá
Fíggjarmálastýrinum um, at
sáttmálin millum Fíggjar-
málastýrið og Starvsmanna-
felagið varð ikki brotin, tá
starvid sum landsverkfrød-
ingur varð niðurlagt.
— Sostatt kann staðfestast,
at niðurleggingin av starvi-
num sum landsverkfrøding-
ur fór fram eftir galdandi
reglum, verður staðfest í frá-
greiðingini.
Starvsfólkapolitisk
viðurskifti
Longu í mai 1998 førdi
Henning Jacobsen fram mót-
vegis landsstýrismanninum í
vinnumálum, at upprunaliga
innihaldið í starvið hansara
var burtur. Hetta var áðrenn
tosid um møguligar bygnað-
arbroytingar á Landsverk-
frødingsstovninum var byrj-
að. Aðrenn starvið sum
landsverk- frødingur varð
nidurlagt, varð Henning Jac-
obsen kunnaður um, at
broytingar møguliga fóru at
verða framdar á stovninum,
og at tað kanska kundi hugs-
ast, at Landsverkfrødings-
stovnurin og Strandfaraskip
landsins vórðu løgd saman í
ein stovn.
— Hóast uppsøgnin ella
niðurleggingin av starvinum
sostatt ikki kann sigast at
vera heilt óvæntað fyri
Henning Jacobsen, so er ein
slík avgerð ongantíð tespi-
lig. Miðað eigur tí altíð at
vera ímóti, at framferðin
verður so virðilig sum til ber.
— Henning Jacobsen fekk
hin 18. desember 1998 at
vita, at starv hansara fór at
verða niðurlagt. Hetta má
sigast at vera eitt óheppi tíðs-
punkt, tí talan var um fáar
dagar undan jólum, og at 18.
desember eisini var ein
friggjadagur, tvs. beint und-
an einum vikuskifti.
— Hin 21. december 1998
bodadi Henning Jacobsen
starvsfólkunum á Lands-
verkfrødings- stovninum frå
ætlanum landsstyrismansins,
og longu undan jólum var
málið vidgjørt í fjølmiðlu-
num. Men ikki fyrr enn 28.
desember, fóru starvsfólk úr
Vinnumálastýrinum, nýggi
stjórin, Reidar Nónfjall,
saman við landsstýrismanni-
num á fund við starvsfólkini
á stovninum til tess at kunna
tey um støduna og at boða
frá, at nýggjur stjóri var sett-
ur, og at Henning Jacobsen
var farin úr starvi.
— Best hevdi verið, um
Vinnumálastýrið ella lands-
stýrismaðurin í vinnumálum
beinanvegin høvdu tikið stig
til ein kunnandi fund við
starvsfólkini, so at tey fingu
greiðar upplýsingar um mál-
ið sum skjótast. Tað skerst
ikki burtur, at nógv varð tos-
að um hetta mál, ikki bara
um sjálva niðurleggingina av
starvinum sum landsverk-
frødingur, men eisini um
møguligar bygnaðarbroyt-
ingar og rationaliseringar.
Og hetta hevur ivaleyst gjørt
tey mongu starvsfólkini 6-
trygg. Harafturat er tað altíð
óheppi, um orðini hjá tí
stjóra, sum ófrívilliga skal
fara úr starvi, standa so at
siga einsamøll í ov langa tíð
(í hesum føri frå 21. til 28.
desember).
— Annars hevur tað týdn-
ing, at ein uppsegn ella nið-
urlegging av einum starvi
hevur eina greiða grundgev-
ing. Hóast niðurleggingin av
starvinum sum landsverk-
frødingur formliga hevði
eina greiða grundgeving,
nevniliga at møguleikin at
samskipa Landsverkfrød-
ingsstovnin og Strandfara-
skip Landsins skuldi kann-
ast vid seinni bygnadar-
broytingum fyri eyga, so vis-
ir fyrisitingarliga gongdin i
málinum, at orsøkin heldur
hevur verið samstarvstrupul-
leikar millum Landsverk-
frødingin og Vinnumálastýr-
ið. Hetta er eisini ein starvs
fólkapolitiskur veikleiki í
málinum, stendur í frágreið-
ingini frá Løgmansskriv-
stovuni
Uppsagnarpolitikkur
orðast
Og í nidurstøduni, sigur
Løgmansskrivastovan, at
samanumtikid kann staðfest-
ast, at løgfrødiliga er málið
farið fram á rættan hátt, með-
an mangt bendir á, at málið
starvsfólkapolitiskt er hand-
farið óheppi. Viðmerkjast
skal, at almenna fyrisitingin
enn ikki hevur orðaðan
starvsfólkapolitikk fyri upp-
sagnir.
— Tó er uppskot til upp-
sagnarpolitikk júst latin
stovnum og feløgum til
hoyringar. Endamálið við
einum slíkum politikki er m.
a. at tryggja, at uppsagnir av
starvsfólkum verða framdar
á ein virðiligan hátt, verður
sagt í frágreiðingini.
Styttingarnar, sum brúktar
verða, eru hesar: FA stendur
fyri Finnboga Arge, HJ fyri
Henning Jacobsen og RN
fyri Reidar Nónfjall. ”
á Fundur hin 20. mai
Fundur ímillum FA og HJ,
har HJ handar FA eitt bræv,
harí m.a. stendur, at HJ met-
ir at við bygnaðarbroyting-
unum kann innihaldið í upp-
runastarvinum sum lands-
verkfrødingur metast at vera
burtur, og vísir til $ 29 í tæn-
astumannalógini, ið fevnir
um rættindi hjá tænastu-
| manni, um starv hansara
verður niðurlagt. HJ biður í
brævinum m.a. um at frætta,
hvussu leikur verður førdur
at enda.
Henning Jacobsen
Hetta var fyrsti fundur hjá
FA sum landsstýrismaður
við stovnsleiðaran, og hann
gjørdist ikki sørt bilsin av at
uppliva, at HJ eftir øllum at
| dóma hvørki góðtók ella
hevdi hug til at laga Lands-
| verkfrødingsstovnin til tær
bygnaðarbroytingar, ið vóru
| farnar fram í miðfyrisiting-
| ini.
| Hugburðurin var heldur
tann, at miðfyrisitingin
skuldi laga seg til tær rradi-
tiónir, sum vóru á samferðsl-
uøkinum. FA metti, at ein
tættari dialogur millum part-
arnar ivaleyst kundi rætta
uppá vidurskiftini millum
Gongdin í málinum
Nógv er farið fram í málinum um Landsverkfróðingsstovnin. Fyri at geva lesar-
unum eina lættari fatan av hesum, hava vit sett upp eitt yvirlit yvir teir fundir, sum
verið hava
Landsverkfrødingsstovnin og
Vinnumálastýrið og segði, at
hann fór at arbeiða fyri hesum.
2. Fundur fyrst í juni 98
Á hesum fundi kemur tað eftir
FA “sa fatan fram, at vidurskift-
ini millum Vinnumálastýrið og
HJ er sera kalt. FA metti, at HJ
var sera 6høviskur við sínum
ógvuliga týðuligu signalum
um, at hann ikki hevði nógv til
yvirs fyri embætisfólkunum í
Vinnumálastýrinum. Mótveg-
is HJ legði FA tí dent á, at tey
ikki kundu koma við nakrari
nýskipan og møguligum rati-
onaliseringum, um hugburður-
in hjá HJ var so negativur og
afturhaldandi.
3. Fundur seinni í juni 98
Fundurin snúði seg um sam-
ferðsluviðurskifti. FA fekk á
hesum fundi ta fatan, at tað
eisini var okkurt embætisfólk
í Vinnumålastyrinum, ið ikki
heilt hevði funnið rætta stevið
í mun til utgangsstødid og tær
royndir, ið landsverkfrøding-
urin hóast alt hevði á økinum. .
FA royndi tí undir fundinum at
geva viðmerkingunum hjá HJ
serligan ans, so at betri javnvág
kom í. Hetta vísti seg at eydn-
ast, tí fundurin, sambært em-
bætismonnum í Vinnumála-
stýrinum, hevði verið tann
fyrsti fundurin millum partar-
nar, sum hevði gingið væl.
4. Fundur ultimo september
Á fundinum greiddi FA frá, at
hann arbeiddi við tankanum
um at skilja partar av virksem-
inum burturúr Landsverkfrød-
ingsstovninum og at gera (i
fyrstu syftu) eitt alment entre-
prenørtelag, ið kundi taka sær
av framtíðar tunnilsgerð. FA
metti, at her var meguleiki at
menna føroyska vinnu sam-
stundis sum almenni sektorurin
gjørdist minni. FA spurdi, um
HJ hevði hug at standa fyri ein-
um almennum borifelag, men
tað hevði HJ ikki, hann trúði
als ikki uppá at slíkt felag
heyði nakra framtíð í Féroyum,
av tí at politiskur vilji fór neyv-
an at verða til regluliga játtan
til tunnilsgerð í Føroyum.
5. Fundur ultimo septemb-
er/primo oktober 98
Tosað varð um møguleikar fyri
framtíðar sparingum á sam-
ferðslugkinum og um, at gerast
Finnbogi Arge
mátti ætlanir bæði >upp á
styttri« og >upp á longri sikt«.
Í hesum sambandi neyndi FA,
at hann hevði fingið innblástur
av skipanin í Íslandi. har økini
hjá Landsverkfrødinginum og
Strandferðsluni verða fyrisitin
á einum og sama stovni, og at
hetta helst eisini var ein gongd
leið í Føroyum. HJ ógvaðist
stórliga av hesum hugsanum
landsstýrismansins og mælti
harðliga frá eini slíkari loysn.
Hann var týðuliga skakaður av
hesum hugsanum.
6. Fundur hin 6. oktober 98
Fundurin var um partafelag í
samband við undirsjóartunnilin
og leiklutin hjá Landsverkfrød-
inginum í hesum sambandi.
7. Fundur 2. desember 98
Á hesum fundi verður avgjørt,
at Vinnumálastýrið skal ar-
beiða víðari við hugskotinum
um at leggja Landsverkfrød-
ingsstovnin og Strandfaraskip
Landsins saman í ein stovn.
Í hesum sambandi hevði FA
RN í huganum sum stjóra fyri
einum samanløgdum stovni, tí
landsstýrismaðurin hevði sæð,
hvussu virki og væl >rudda
varð upp< á Strandfaraskipum
Landsins, síðani hann var sett-
ur stjóri. Um somu tíð verður
tað FA alt meira greitt, at tað
verður trupult at >treingja í-
gjøgnum« við HJ sum stjóra
fyri Landsverkfrødingsstovnin,
til tess at kanna í hvønn mun
alt samferðslugkið kann skip-
ast og samskipast. Embætis-
fólkini í Vinnumálastýrinum
stuðla honum í hesi fatan, tí
tey halda, at viðurskiftini við
Landsverkfrødingin eru vón-
leys.
Ikki tíðarfest
Um hetta mundi ger Vinnu-
málastýrið FA vart við, at hann
helst skal hava skrivara við á
fundir, fyri at kunna skjal-
prógva tað, ið fer fram.
8. Fundur hin 16. desemb-
er 98
Á hesum fundi var m.a. um-
rétt. hvort RN kann stjórna
báðum stovnunum ella einum
samanløgdum framtidar
stovni.
5
Reidar Nónfjaldd
9. Fundur hin 17. desemb-
er 98
Henda dagin kemur FA til end-
aliga niðurstøðuna um, at
starvid sum landsverkfrøding-
ur má nidurleggjast. FA hevdi
longu í fíggjarlógaruppskotin-
um fyri 2000 lagt upp til broyt-
ingar, sum fevndu um stovn-
arnar, ið varaðu av samferðslu-
kervinum t.v.s. Strandfaraskip
Landsins og Landsverkfrød-
ingsstovnin, men hann hevdi
nú eina greiða fatan av, at tað
komst ikki longur við målin-
um, so leingi sum stjórin á
Landsverkfrødingsstovninum
ikki vildi vera vid til at fremja
broytingar. FA tók tå ta avgerð,
at hann fór ikki inn í nýggja
árið uttan at hava loyst málið.
10. Fundur hin 18. des-
ember 98
FA sær, at bæði HJ og RN eru
á sama fundi í Portugálinum.
Hann fer inn í fundarhølid og
biður RN og HJ meta hjá sær
ávíkavist kl 13.00 og 14.00
sama dag. Orsakað av tíðar-
ætlanunum hjá HJ og RN,
verður tað HJ, ið metir kl
13.00. Tá fær hann frá FA at
vita, at starv hansara verður
nidurlagt, og at felags stjóri
verður settur — tó ikki HJ.
HJ verður biðin um at halda
hetta fyri seg sjálvan fyri-
bils. RN kemur kl 14.00 og
verður biðin um at gerast
stjóri fyri báðar stovnarnar
(ella samanlagda stovnin).
Sein in sama dag fara
FA, AP og HN i Figgjar-
málastýrið at samráðast um
nyggjan lønarkarm fyri RN.
11. Fundur hin 21.
desember 98
HJ boðar sínum starvsfólki
frá ætlanini hjá landsstýris-
manninum.
12. Fundur hin 22.
desember 98
FA ringir til HJ og biðjur um
fund 28.12.1998. FA endur-
tók at starvið fór at vera nið-
urlagt, men at HJ stóð í boð-
ið at fáa starv í Vinnumål-
astýrinum sum ráðgevi.
13. Fundur hin 28.
desember 98
A hesum fundi greiðir FA
enn eina ferð frá støduni og
sigur, at rættindi HJ's fara
at verða vird. HJ boðar frá.
at hann ikki tekur av tilboðn-
um um at gerast ráðgevi í
Vinnumálastýrinum.
Sama dag fær HJ bræv um
hoyring í málinum um at
nidurleggja starvið sum
landsverkfrødingur.
Sama dag seinnapart fara
FA, AP, HN og RN nidan á
Landsverkfrødingsstovnin at
greiða starvsfólkunum frá, at
HJ var farin úr starvi, og at
RN er settur sum stjóri fyri
bæði Landsverkfrødings-
stovnin og Strandfaraskip
Landsins.