Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍF venjarin heldur ikki samskiftið millum feløgini og FSF hava verið nóg greitt, og hann sigur seg ikki hava somu fatan, sum teir í FSF hava, tá ið tað verður sagt, at avgerðin um broytingar í kapp- ingini er tikin FÓTBÓLTSPOLITIKKUR Jóannes Hansen Tað er trettandi dagur jóla í dag, og harvið verður í flestu feløgunum sjøtul settur á nýggja fótbóltsárið. Men tað tykist í hvussu so er summastaðni at vera ivi um, hvussu langt fótbólts- árið verður, og hvat inni- haldið í kappingunum fer at vera. Í gjár hevði ein av veter- anunum í føroyskum fót- bólti, Petur Simonsen, grein í bløðunum, sum bendi á, at hann og onnur eisini ikki eru greið yvir, hvørjar samtyktir eru gjørdar, og hvat er eftir at samtykkja, og um málið, sum ætlanin er at røkka við møguligum broytingum, fer at verða rokkið við teimum broytingum, sum eru nevndar, og sum tað tykist fara at vera til veru- leika. - Eg havi skrivað grein- ina fyri at fáa gongd á orða- skiftið, sum átti at havt verið, og sum ikki hevur verið, síðani feløgini vóru á árliga eftirmetingarfundin- um í november. Tá ið eg havi prátað við ábyrgdar- persónar í onkrum feløg- um, so hava teir heldur ikki verið greiðir yvir, um av- gerðin at broyta kappingar- árið er tikin. Eg havi skilt tað soleiðis, at endaliga av- gerðin skuldi takast á aðalfundinum hjá FSF. Tað er út frá hesum, at henda greinin er skrivað. Um veruleikin er ein annar, enn tann, sum eg havi hildið hann verið, so má eg bara staðfesta, at samskiftið millum Fótbóltssambandið og feløgini ikki er so greitt, sum tað hevði verið ynski- ligt, at tað var, sigur Petur Simonsen. Umframt at vera venjari hjá ÍF, so er Petur Simonsen ein av teimum, sum hevur ábyrgdina av útbúgvingunum hjá Fót- bóltssambandinum. Petur vísir á nýggjárs- heilsanina hjá Óla Holm, formanni í FSF, sum stóð í Dimmalætting. Har sigur FSF formaðurin, at tað eru ætlanir um at broyta kapp- ingina. Men tá ið vit fregnast hjá Fótbóltssambandinum, hvussu nær veruleikanum ætlaðu broytingarnar eru, so er skjótt at staðfesta, at í FSF verður arbeitt við fyri- reikingunum til nýggja kappingarárið út frá, at ætlaðu broytingarnar verða veruleiki. - Nevndin í FSF hevur samtykt, at kapppingarárið skal broytast. Tað verður farið undir landskappingina síðsta vikuskiftið í mars, og 27. og síðsta umfarið verð- ur síðst í oktober, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Hann ásannar, at talan er um stutt skotbrá, og at tað er harmuligt, um fatanirnar ikki eru heilt tær somu. Men tað verður arbeitt við tilfari at kunna feløgini. Um tað fer at eydnast at fáa hetta út til feløgini í hesum mánaðinum, ella um tað fer at verða í sambandi við formansfrágreiðingina til aðalfundin, ið verður mið- skeiðis í februar, dugir aðalskrivarin ikki at siga enn. Broytingarnar og málini Á eftirmetingarfundinum í november legði kappingar- nevndin uppskot fram um at økja um dystartalið í bestu deildini úr 18 og upp í 27. Bólkaumfarið í steypakappingini skuldi strikast, summarsteðgurin skuldi styttast, og fótbólt- sárið skuldi leingjast, so- leiðis at endin í staðin fyri fyrst í oktober skuldi verða síðst í oktober. Málið var og er at støðið í føroyskum fótbólti skal hækkast. Petur Simonsen ivast í, um broytingarnar fara at gagna málinum. - Eg hevði viljað, at meiri tíð varð nýtt at umrøða broytingarnar. Mín kensla er, at málið er ikki liðugt viðgjørt, nú tað eftir øllum at døma verður til veru- leika, sigur Petur Simon- sen, tá ið hann fær sjónar- miðið hjá FSF at vita. Hann sigur seg hava havt ta fatan, og hann sigur seg ikki at hava verið einsamallur við fatanini, at málið skuldi takast uppaftur á ársaðal- fundinum, og at feløgini tá skuldu taka endaliga støðu til møguligar broytingar av kappingini. Tá ið Petur verður spurd- ur um, hvat tað er, sum hann ivast í, vísir hann til skrivið, sum hann hevði í bløðunum í gjár, og hann dregur hesi ítøkiligu iva- málini fram: - Eitt av aðalmálunum er, at fyritreytirnar at standa seg betri í altjóða kapping- um skulu betrast. Eg ivist í, um ætlaðu broytingarnar fremja hesum. At summar- steðgurin verður styttur, og at kappingin verður longd út á heystið, kann væl fara at hava við sær, at miðal- aldurin á spælarunum fer at lækka. Familjumennn fara at kenna tað uppaftur tyngri, enn teir gera nú, at nýta nógva tíð og orku til fótbóltin. Tað eru teir við nógvum royndum, sum størstu byrðarnar og størsta ábyrgdin verður løgd á í altjóða avbjóðingunum, og tí verður tað harmuligt, um tíðarskeiðið, sum teir fara at vera uppi í fótbóltinum, fer at verða styttri, enn tað nú er. Eitt annað, sum Petur Simonsen sigur seg ivast í, er hvussu tað fer at roynast, at avgerandi dystirnir fara at verða spældir síðst í oktober: - Tey seinastu árini hava heystini roynst væl til veð- ur. Kortini hava tað verið trupulleikar og harvið hev- ur tilvildin havt og nógv at siga. Tað verður neyvan betri, men helst verri í mið- al til veður, enn tað hevur verið seinnu árini. Mítt sjónarmið hesum viðvíkj- andi er, at tað hevði verið best, um tað varð farið undir kappingina í august, og at teir mest spennandi og avgerandi dystirnir vórðu spældir í juni, tá ið veðrið er so gott, sum tað nú eina ferð kann vera í Føroyum, sigur Petur Simonsen, sum eisini vísir á fleiri leysar endar, ið mugu fáast upp á pláss, áðrenn tað verður farið undir nýggja kapping. - Mín tilráðing er, at ein nevnd verður sett at arbeiða við hesum, og at hon kemur við einum tilmæli so mikið tíðliga, at tað í heyst verður góð tíð at viðgera hetta, soleiðis at eingin ivi verður um broytingarnar, ið kunnu fara at virka frá 2006. Eg veit væl, at FSF nevndin hevur heimild sjálv at taka avgerð um broytingar, men eg haldi, at tað hevði verið skilabetri, um hetta varð viðgjørt og samtykt av feløgunum. Kappingarnevndin arbeiðir Ísak Mikladal sigur, at teir í FSF eru greiðir yvir, at tað er nógv eftir at fyrireika, áðrenn kappingarnar av álvara byrja, men hann roknar ikki við, at tað fara at verða trupulleikar av at røkka málinum. - Ein spurningur, sum Petur Simonsen nevnir, og sum vit í løtuni arbeiða við, er, hvussu tað skal verða við 2. deild. Í næstbestu deildini verður kappingin, sum hon hevur verið, og tað kann verða óheppið, um 2. deild verður liðug við sína kapping fleiri vikur undan, at besta deildin verður liðug. Hetta er nakað, sum kappingarnevndin viðger, og sum sagt so eru ætlanir at kunna um broytingarnar so skjótt, sum tað á nakran hátt fer at bera til. Verður talan um royndar- ár? - Sjálvandi er tað altíð rætt at eftirmeta og at justera. Men tað er ikki lagt upp til, at 2005 verður royndarár á tann hátt, at tað í 2006 møguliga skal vend- ast aftur til kappingina, soleiðis sum hon higartil hevur verið, sigur FSF aðalskrivarin. Nr. 3 • hósdagur • 6. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Jón Rói aftur í Brøndby Men Todi Jónsson verður ikki á FCK liðnum, sum sunnudagin skal taka lut í innan- dura kapping í Brøndby ÚTISETAR Jóannes Hansen Í dag er fyrsti arbeiðs- dagurin í hesum árinum hjá Toda Jónsson og liðfeløgunum í FCK. Sunnudagin verður fyrsta arbeiðsuppgávan á skránni. Tá skal FCK saman við flestu av hin- um feløgunum í superlig- uni luttaka í innandura DM kapping í Brøndby høllini. Talan er um kapping, sum tey sein- astu árini er vorðin fastur táttur í danska fótbóltsár- inum. Øll feløgini í superlig- uni uttan tvey hava boðað frá luttøku. Randers FC og FCM hava givið avboð. Tað ber við sær, at tvey tey fremstu feløgini í næstbestu deildini fara at taka lut. Tey eru Hor- sens og Frem. Jón Rói Jacobsen er millum teir ellivu, sum skulu um- boða Frem í Brøndby. Tað visti heimasíðan hjá Frem at siga í gjár. Um Johan B. Hansen verður millum Horsens spælar- arnar var ikki greitt í gjár. Todi Jónsson segði á heimasíðu síni fyri jól, at hann tey seinnu árini ikki hevur verið við, tá ið FCK hevur luttikið í innandura kappingum. Tað er neyvan tí Todi ikki er glaður fyri innandura fótbólt, men heldur er or- søkin tann, at FCK og Todi kvíga fyri møgulig- um skaðum. Í gjár visti FCK heima- síðan at siga, hvørjir ellivu skulu umboða FCK í Brøndby. Talan er fyrst og fremst um ungar spælarar, og navnið á Toda var ikki millum teir ellivu. Petur undrast á mannagongdina Petur Simonsen