hósdagur 6. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 3 - 6. januar 2005
Tikin á bóli hvønn dag
Suni Vinther, formað-
ur í Reyða Krossi Før-
oya, sigur seg vera
tiknan á bóli av tí
stóru hjálpini, sum
føroyingar vilja veita
Asia. – Tað hendir so
nógv, at eg satt at siga
ikki veit við vissu alt
sum fer at henda,
sigur hann
TSUNAMI
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
– Eg skal siga tær tað, at
her hevur gingið so nógv
fyri seg hesar seinastu dag-
arnar, at eg eri ikki heilt
fullgreiður um, júst hvørjar
ætlanir eru í løtuni, sigur
suni Vinther, tá vit ringja til
hann tíðliga mikumorgun-
in.
– Tað eru so nógv fólk
við í hjálpararbeiðnum,
sum taka sær ábyrgdina av
at samskipa ymsik tiltøk, at
eg veit tey ikki øll í høvd-
inum beint í løtuni.
Bússuinnsavnan
Eitt er tó, sum heilt víst er
komið undir land, og tað er
landsumfatandi bússuinn-
savnanin,
sum
verður
sunnudagin.
– Sunnudagin frá kl 15,
verður roynt at farið í hvørt
hús í landinum við reyða
kross bússum. Postboðini
koma nokk at vera høvuðs-
samskiparar, við góðari
hjálp frá skótahjálpini,
fólkaskúlunum, fólki frá
reyða krossi og ísf, greiðir
Suni Vinther frá.
Hann veit at siga, at búss-
urnar verða koyrdar út á
økini í kvøld, og at tað av
øllum alvi fer at verða roynt
at banka á hvørjar dyr í
landinum.
Yvir 400.000
innkomnar via tlf.
– Eg má siga, at eg eri
yvirraskaður av stóra hjálp-
seminum
allan
dagin
ígjøgnum. Bæði av privat-
fólki og stovnum, sum
ynskja at hjálpa, sigur Suni.
Hann greiðir frá, at á skriv-
stovuni hjá Reyða Krossi,
stendur ein bússa, sum fólk
kunnu lata eitt oyra í, tá tey
koma inn á gólvið.
– Tá eg tømdi hana í gjár,
vóru yvir 7000 kr. latnar í
bússuna. Fólk, sum koma
inn á gólvið hava verið røsk
at hjálpa, og vit hava eisini
møtt fólki á gøtuni, sum
hava givið okkum eitt oyra
at lata í bússuna. Tá eg fór
til hús í gjárkvøldið, var
longu fitt av peningi komin
í aftur bússuna, greiðir Suni
Vinter frá.
Hann sigur eisini, at tele-
foninnsavnanin hevur givið
úrslit. Longu nú eru inn-
komar yvir 400.000 kr.
Bowlinghøllin lat týs-
kvøldið ein kekk áljóðadi
15.000 kr, tí teir eitt kvøld-
ið lótu alt yvirskot til
Reyða Kross. Tann tráðin
hava fleiri matstovur nú
tikið upp, og kunngera við
matskráum, har alt yvir-
skotið fer til Asia.
– Sunnudagin verður tó
størsta og landsumfatandi
átakið. Út- og sjónvarpið
fara at senda í sambandi við
innsavnanina,
bankarnir
fara at hava opið, tónleikar-
ar fara at spæla fyri einki,
og talan hevur eisini verið
um eina uppboðssølu. Og
øll hava boðað frá, at tey
arbeiða fyri einki, so hetta
er fantastiskt, staðfestir
Suni.
Hann sigur tó, at endaliga
skráin allarhelst ikki verður
klár, fyrr enn út ímóti
vikuskiftinum.
Landsumfatandi bússuinnsavnanin fer av bakkastokki sunnudagin kl 15. Suni Vinter, formaður í Reyða Krossi Føroya, sigur, at
ætlanin er at náa øllum húskjum í Føroyum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Møguleiki verður hjá
øllum Føroya fólki at
fylgja við landsum-
fatandi innsavningini
sunnukvøldið, tá Svf
og Úf fara at sam-
senda úr Norður-
landahúsinum. Skrá-
in er fjølbroytt, men
serliga tónleikurin
kemur at fylla nógv
TSUNAMI
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Teitur Lassen, Eivør, En-
ekk, Føroya Symfoniork-
estur, Kári P., Aldubáran,
Karl Martin Samuelsen og
dupultkvartettin úr Ebene-
zer verða ímillum stóru før-
oysku tónleikanøvnini, ið
fara á pallin í Norður-
landahúsinum sunnukvøld-
ið. Fylgt verður eisini við
innsavningini, so hvørt,
sum peningurin kemur inn.
Víðkað
nýggjárskonsert
Ivan Niclasen úr Svf greið-
ir frá, at teir longu byrjaðu
at fundast um eina tílíka
samsending á nýggjárinum.
– Vit komu skjótt fram
til, at lættasta og besta
loysnin var at leggja eina
tílíka sending saman við
nýggjárskonsertini
hjá
symfoniorkestrinum. Tí tá
varð øll útgerðin sett upp í
Norðurlandahúsinum
allíkavæl, greiðir Ivan frá.
Tí bleiv tað til eina víðkaða
nýggjárskonsert, sum fer at
senda paralellt við skipaðu
innsavningina, sum fer at
fara fram um alt landið tá.
Umframt symfoniorkestrið,
sum nú kemur at hava eina
nakað broytta skrá, verða
eisini aðrir kendir tónleik-
arar at síggja á pallinum.
Samarbeitt verður eisini við
bankarnar, sum fara at hava
opið sunnukvøldið, so-
leiðis, at fólk allatíðina
síggja hvussu gongur við
innsavningini. Tølini fara at
verða kunngjørd so hvørt,
sum peningurin kemur inn.
Okkurt tilfar verður eisini
at síggja um vanlukkuna og
verandi støðuna í Asia, og
vertar verða bæði á pallin-
um og úti í forhøllini, har
samrøður við ymisk við-
komandi
fólk
verða
gjørdar.
–
Innsavningartiltakið
verður sligið saman við
árligu nýggjárskonsertini
hjá Symfoniorkestrinum.
Tað verða ikki fleiri kon-
sertir, men ein long, fjøl-
broytt og samanhangandi
konsert, við ymiskum øðr-
um tilfarið inn ímillum
eisini, slær Ivan fast.
Lættur, virðiligur andi
– Tiltakið kemur at vara frá
kl 19–23. Áðrenn vit enda
kl 23, vóna vit at hava
endaligu upphæddina av
innkoma
peninginum
greiða, sigur Ivan.
Hann leggur dent á, at
hóast talan er um eina inn-
savningarkonsert til eina
vanlukku, so ætla tey at
hava tilfarið lætt.
– Nakað, sum tónleikar-
arnir løgdu dent á heilt frá
byrjanini var, at hóast hetta
verður ein innsavnan til eitt
tragiskt endamál, so skal
andin í konsertini og send-
ingini ikki bert vera tungur
og tragiskur. Hann skal
vera virðiligur og lættur.
So tað fara vit at leggja
okkum eftir, sigur hann.
Ivan sigur, at tað hevur
verið lætt at fáa fólk at
hjálpa til í innsavningartil-
takinum.
– Øll arbeiðskraftin í hes-
um samtakinum verður
ókeypis. Bæði út- og sjón-
varpsfólk,
tónleikarar,
bankafólk og fólk í Norður-
landahúsinum
fara
at
arbeiða
ókeypis
hetta
kvøldið. Og tað hevur ikki
verið nakar trupulleiki, tí
fólk hava sjálvi boðið sær
til tað, staðfestir Ivan
Niclasen.
Enn er skráin ikki komin
heilt undir land, tí onkrir
smálutir eru framvegis eftir
at koma uppá pláss, men í tí
stóra og heila er skráin um
at vera greið.
Øll 650 atgongumerkini
til nýggjárskonsertina eru
longu útseld.
Ein hjálpandi hond í Svf og Úf
Umframt symfoniorkestrið verða Teitur, Eivør og Kári P ímillum høvuðsnøvnini á stóru
innsavningarkonsertini sum verður samsend sunnukvøldið