Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2005 21 Nógvar innsavning- ar eru í gongd, men hvussu kunnu fólk vera vís í, at pening- urin, tey lata, veru- liga kemur fram á rætta stað? TSUNAMI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – í Reyða Krossi er tað vanligt at hava sonevnd revitatiónschesk uppá, hvat innsavnaði peningur- in verður nýttur til. So øll kunnu síggja júst hvat er fingið fyri peningin, tey hava latið, greiðir Suni Vinter, formaður í Reyða Krossi Føroya frá. Hann sigur, at Reyði Krossur er ein stórur fel- agsskapur, sum hevur nógvar ymiskar deildir í ymiskum londum. Høv- uðssætið er í Geneve, og haðani verða ymisku ábyrgarøkini býtt út. – Reyði Krossur Føroya hevur saman við danska Reyða Krossi ábyrgd av at lata pengar til Sri Lanka. So alt, sum verður gjørt av Reyða Krossi á Sri Lanka, vita vit, at vit hava savnað pening til. Reyði Krossur í Norra hevur ábyrgd av einum øðrum øki, og Reyði Krossur í Svøríki hevur ábyrgd av uppaftur einum øðrum øki, so arbeiðið er ógvu- liga gjøgnumskygt alla- tíðina, greiðir Suni frá. Hann sigur eisini, at tað er sera gott samband ímillum feløgini her í Norðurlondum, høvuðs- sætið í Geneve og tey fólkini, sum arbeiða úti á vanlukkuøkinum. – Vit hava sera gott samband allatíðina, og eru ikki bundin at lokala samskiftisnetinum. Vit hava altso allatíðina gott samband uttanum vanliga systemið, greiðir Suni Vinter frá. So fólk skulu altso ikki bera ótta fyri, at pening- urin ikki kemur fram, tí gjøgnumskygnið er í há- sæti í Reyða Krossi, og til ber at eftirkanna hvat pen- ingurin verður nýttur til. Peningurin kemur fram Peningurin, sum kemur inn hjá Reyða Krossi í Føroyum og í Danmark fer til Sri Lanka, sum er eitt av ringast raktu londunum. Legga fólk í, ber til at eftirkanna, júst hvat er fingið fyri peningin, tí gjøgnumskygni er týdningarmikið í Reyða Krossi, sigur Suni Vinter, formaður í Reyða Krossi Føroya Mynd: savnsmynd Tey, ið hava keypt at- gongumerki til nýggj- árskonsertina, hava nú møguleika at lata ein part av peningin- um til neyðhjálpina. Tey kunnu eisini fáa peningin aftur, um tey ikki hava hug at koma til broytta til- takið TSUNAMI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Nýggjárskonsertin verður framvegis miðdepil í kon- sertini, men sjálvandi verð- ur hon broytt nakað, stað- festir Poul Jákup Thomsen, ið stendur fyri symfoniork- estrinum. Hann heldur, at tey 650 fólkini, ið hava keypt at- gongumerki til nýggjárs- konsertina hjá symfoniork- estrinum, við broytingun- um bert fáa enn meiri fyri peningin. Men hava fólk, ið longu hava ognað sær at- gongumerkið, broytt hugs- an, soleiðis, at tey ikki longur hava hug at koma til konsertina, so kunnu tey nú fáa pengarnar aftur. – Upprunaliga var ætlan- in, at 50 kr. av hvørjum at- gongumerki skuldu fara til kransakøku og champagnu, men nú tað verður ein innsavningarkonsert, er tað kanska óhóskiligt. Tí kunnu fólk nú fara framvið í Norðurlandahúsinum og fáa tær 50 krónurnar aftur. Men gera tey ikki tað, fara 50 krónur av hvørjum at- gongumerki beinleiðis til neyðhjálpina, greiðir Poul Jákup Thomsen frá. Broytingarnar, altso um fólk ikki ynskja at koma á konsertina og harvið vilja fáa allar 250 kr. aftur, ella um tey bert ynskja at fáa tær 50 kr. til kranskakøk- una og champagnuna aftur, so má tað gerast áðrenn leygardagin kl 17, uppi í Norðurlandahúsinum. – Vit hava avgjørt, at geva teimum, sum hava keypt atgongumerki, ein møguleika at stuðla. Um tey ikki biðja um at fáa peningin aftur, so fara 50 kr av hvørjum atgongumerkið tikið til neyðhjálpina, slær Poul Jákup Thomsen fast. Hann sigur, at hinar 200 kr, fara til at dekka útreiðslur, ið longur eru brúktar, t.d. til nótabløð og tílíkt. Tíðin rennur sum streymur í á – Vit arbeiða í løtuni eisini við at gera eina nýggja út- seting av sálminum »Tíðin rennur sum streymur í á«. Tað verður »the grand fin- ale« á tiltakinum hjá okk- um. Ætlanin er, at symfoni- orkestri, saman við Eivør, Ernst Dalsgarð og Karl Martin Samuelsen skulu seta punktum fyri kvøldin- um, við hesi nýggju útset- ingini av gamla lagnum, sigur Poul Jákup Thomsen. Hann sigur víðari, at alt Symfoniorkestri fegnast um, at kunna vera við til eitt slíkt tiltak. – Vit hava eina ótrúliga stóra medábygd, at gera tað, vit kunnu, fyri at hjálpa í tann mun vit nú kunnu. Sjálvt um vit eru langt burturi, so er tað okkara skylda at hjálpa, tá ein so stór vanlukka rakar ein heimspart. So hetta verður okkara ískoyti, sigur Poul Jákup at enda. Hvørt atgongumerki stuðlar neyðhjálpini Gissur Patursson er ein av fyrireikarunum til tiltakið »Ein hjálp- andi hond«, sum verð- ur sunnukvøldið. Ein av trupulleikunum, teir hava, er, at teir fáa ikki nýtt allar tónleik- ararnar, sum ynskja at hjálpa TSUNAMI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Ja, vit mugu siga, at vit hava eitt luksusproblem. Vit eru komnir har til, at vit næstan eru noyddir at sortera frá, tí vit klára ikki at brúka øll tey, sum vilja hjálpa. Tey koma so at siga úr øllum heraðshornum í Føroyum, sigur Gissur Pat- ursson, sum saman við Teiti Lassen hevur verið við til at fyrireika stuðulskonsertina. Teknikkurin forðar Hann sigur, at tað hava verið fleiri góð uppskot á borðinum, men at tað ikki er møguleiki at føra tey øll út í lívið. – Vit hugsaðu um at gera eina uppboðssølu, men tað er óvist hvussu verður við henni. Tað skal jú teknikkur til alt, og tað er ivasamt, um tað tekniska fæst uppá pláss í einum so stuttum skoðsbrái, so í løtuni er uppboðssølan ikki serliga sannlík, greiður Gissur frá. Hann sigur eisini, at ítróttarhøllin á Hálsi hevur bjóðað seg fram til eina stuðulskonsert, men at konsertin í Norðurlanda- húsinum varð raðfest hægri, fyri at øll Føroya fólk kundu fylgja við. – Eg má siga, at eg havi verðið ótrúliga positivt yv- irraskaður av tí stóru undir- tøkuni, sum innsavnanin hevur fingið. Tað eru so nógv fólk, tónleikarar og stovnar, sum hava bjóðað seg fram at hjálpa, at tað er ótrúligt. Tað eru nógv fólk, ið fara at arbeiða ókeypis sunnukvøldið, men tað eru kanska serliga tey nógvu 14-16 ára gomlu, ið hava bjóðað seg fram, og sum eru komin við nógvum góð- um hugskotum, ið hava yvirraskað meg mest, greiðir Gissur Patursson frá. Hann sigur, at sjálvt um marathon'ið í innsavnanini verður sunnukvøldið, so er ikki vist, at tað eisini verður endabresturin. Nú fáa vit at síggja eftir stóru innsavnanina, hvat Reyði Krossur fer at siga. Kanska vit fara at skipa fyri onkrum aftaná sunnukvøld- ið eisini, sigur Gissur at enda. Luksus trupulleikar Gissur Patursson, ið er ein av fyrireikarunum til stóru konsert- ina sunnukvøldið sigur, at so nógvur tónleikarar hava bjóðað seg fram, at tað er ógjørligt at nýta allar