týsdagur 18. mai 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 91 - 18. MAI 1999
itrottar
e-mail: emil(Qsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 47 20 - Fax 31 47 20
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
John Petersen leggur B36 á odda
1-0 móti B68, sum í seinna hålv-
leiki megnaði at minka til 1-2 og
hótta havnarlidid. Men B36 helt
fast og er nu ovast i deildini vid
10 stigum
Mynd: Alvur Haraldsen
mistu mest sunnudagin
Fótbóltur: B36 er nú einsamalt á odda í 1. deild, og um tað ikki eydnadist HB at vinna á NSÍ
í gjárkvoldið, eigur GI 2. plássið. í øllum fórum fram til næsta umfar
EMiL L. JACOBSEN
Uttan at kenna úrslitið av
dystinum millum HB og
NSI. sum skuldi spælast í
gjárkvoldið. kunnu vit gott
staðfesta. at størstu
tapararnir hetta vikuskiftið
vóru KI og Sumba, meðan
vinnararnir vóru GI og B71.
Urslitid i Gøtu var heldur
ovæntad, og fyri
klaksvíkingar var tað ein
strika í rokningini, at teir
taptu móti GÍ, sum
hinvegin sær út til at hava
fingið betri skil á, íkki minst
síðani teir fóru frá fløtu
verjuni.
KI misti, hóast tað heldur
ikki fer at verða lætt hjá
nærmastu
kappingarneytunum HB
og B36 at fáa stig i Gøtu.
Klaksvikingar hava nú
spælt tríggjar dystir á rað
uttan at vinna, og serliga
tað, at teir hava spælt tveir
heimadvstir móti HB uttan
at fáa mál man seva
teimum í Klokkurt at
hugsa um.
Getumenn
nummar tvey
GI hevur nú togað seg upp
á annað plássið, og um tað
ikki eydnaðist HB at vinna i
gjårkvøldid. eiga teir tað
plássið fram tl næsta
vikuskifti. tá teir hava
torføran útidyst í Runavík.
B36 er ovast, og tað var
ikki so óvæntað eftir fýra
tey fyrstu umførini. Teir
hava havt »lættari« dystir
higartil i år (móti Sumba,
VB, IF og B68). og næstu
ferð taka teir ímóti B71. Ti
er væntandi, at B36 kemur
upp á 13 stig næstu ferð.
Men síðani koma dystir
móti HB, GI. KI og NSI, og
tá fáa vit veruliga at síggja.
hvat B36 ætlar sær í ár
VB avstad,
Sumba standandi
VB vann fyri fyrstu ferð í
hesi landskappingini, og
teir eru Ósigraðir á
heimavelli eftir tveir teir
fyrstu dystirnar. A utivølli
hava teir einki fingid enn.
men leygardagin spæla teir i
Klaksvik, har teir vunnu i
steypakappingini. Men tað
verður ikki lætt, tí KI kann
ikki loyva sær at missa stig
triðju ferð á rað.
Hitt suðuroyarliðið,
Sumba, hevur eisini tørv á
stigum, og hjá teimum kom
ósigurin á Sandi illa við.
Sumbingar hava nú tapt
móti bæði IF, B68 og B71,
sum munnu vera tey trý
liðini, teir fyrst og fremst
hava roknað við at skula
kappast ímóti í ár.
IF og B7I munnu ikki
stúra so nógv í løtuni. hóast
tey flestu hava spátt hesi
bæði sum tvey av teimum.
ið fara at stríðast at sleppa
undan — niðurflyting. If
hevur víst rímiligt spæl í
fleiri dystum. og B71 hevur
tapt tepurt móti bæði GI og
KI, umframt at teir nú hava
vunnið á Sumba
B68 hevur sum so heldur
einki at óttast, sum tað sær
út í løtuni. Dysturin næsta
vikuskiftið millum IF og
B68 fer at geva eina
ábending um. hvussu hesi
liðini fara at liggja í ár.
Regin bleiv
nummar 2
Síða 20, 21 og 22