týsdagur 18. mai 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 91 — 18. MAI 1999
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins um marknaavtaluna:
Nú sleppur føroyskur
idnaður í gongd
-Tað er gleðiligt, at vit nú kunna leggja hetta málið afturum okkum og kunnu
bróta upp um ermar fyri at fara undir fyrireikingarnar, sum nú liggja fyri
framman segði formaður javnaðarfloksins undir viðgerðina av marknaavtal-
uni millum Forovar og Bretland í farnuviku
JAN M ER
'
!
u viku tók undir
Faro
) kom fram undir orða
t hyggja ettt sindur nærri
su ot urin í tí
størsta ar1dstødutlokkinum.
} es I 1aesgaard, hevði
sig vtalun:
H:
kkum Og teir er komið at
enda. Hetta hevur verið eitt
gvført mål, sum
byrjar fyri meira enn 20
árum síðani. tá bretar og
semjast um, at fiski-
markslinjan millum bædi
rikini skuldi fylgja mið-
linjuni bæði í Norðsjónum
g í Norduratlantshavi
Seinni tå so londini kunn-
gera fiskimarkið, kemur ein
ósemja undan kavi. sum
fyrst verður loyst við hesum
sáttmála, sum liggur til
tingsins viðgerð
Men harumframt ásetir
hesin sáttmáli eisini land-
grunsmarkið millum Før-
oyar og Bretland, sum er eitt
beinleiðis úrslit av teimum
samráðingum, sum hava
verið síðan 1991. Og við
hesum sáttmála eru Føroyar
náddar so langt. at vit nú
veruliga kunnu fara undir at
fyrireika ein møguligan
føroyskan oljuídnað. sum
okkum gavst møguleikar til.
Råevnini i
g vórðu yvir
tikin í des. 1992. So hesin
dagur er eisint søguligur á
tá målsøkid
undirgrundini
annan hått, tå hesin kann
verða byrjanin til eina
og spennandi av-
fyri foroyska sam-
er eisini at geva
gætur, at hetta framstig í
foroyskum altjóða politikki
hendir við egnum initiativi
undir verandi ríkisrættarligu
støðu
Jóannes Eidesgaard boð-
aði síðani frá, at Javnað-
arflokkurin eins og hann
hevur gjørt. tá málið hevur
verið til viðgerðar í Uttan-
landsnevndini, fer at taka
undir við málinum
Positiv umreða
Hann segði víðari
Umreðan málið longu
hevur fingið í fjólmiðlunum
hevur stórt sæð verið posi
tiv. Vit hava sæð yvirskriftir
sum t.d.: "Einki minni enn
ettt bragd Perfekt, pro
fessionelt og seriøst'
Avtalan uttan iva betri enn
Haag". Men so hava vit hin
vegin eisini sæð, at einstak-
ar viðmerkingar hava verið
atfinningarsamar, har onkrir
vilja vera vid, at arbeiðið
átti at verið gjørt betur. so-
leiðis at eitt frægari úrslit
heyði fingist burturúr
Umrødan veldst sjálvandi
um tey eygu, sum síggja av-
taluna, og um viðmerking-
arnar hava eitt annað sikuð
enn bert at vera beinleiðis
viðmerkingar til sjálvt mál-
ið. Men í viðgerðini stendur
tað okkum løgtingmonnum
ikki frítt at analysera og
viga hesa avtalu, tað kunnu
vit bert gera út frá tí fram-
lagda og almannakunn-
gjørda løgtingsskjalinum
Nevndarlimirnir i Uttan-
landsnevndini hava fingið
at vita, at allir leikir í hesum
drúgva talvi skúlu hand-
farast í trúnaði. Ella sum tað
verður sagt í Guidelines frá
samrådingarpørtunum:
"The contents of the talks
will be kept confidential".
Partarnir hava vist tol-
semi i samrådingunum,
men eisini oljufeløgini, sum
hava vist føroyska økinum
áhuga. hava bíðað tolin eftir
einum úrsliti.
Men tolsemi hevur tó ver-
ið neyvt avvigað, tí hóttanin
um at málið kundi enda við
dómstólin í Haag hevur
gjørt, at partarnir eisini hava
víst neyðuga viljan til at
finna eina sarmáðingar-
loysn. Serliga vit føroying-
ar. men møguliga eisini
bretar hava kent óvissuna
við ein dóm í Haag. Hvat
vildi fara at liggja til grund
fyri tí dóminum? Vildi tað
verða strandalongdin hjá
báðum londunum eins og í
dóminum millum Malta og
Libya? Tá hevdi markið
ligið langt inni á føroyska
landgrunninum. Men
møguliga vildi onnur vid-
urskiftu eisini higið til
grund. tí bretar hava eisini
havt lítlan hug at fara vegin
til Haag?
Altjóða ráðgevingin, sum
føroyska samráðingar-
nevndin hevur brúkt, hevur
alla tíðina víst á vandan við
óvissuni í Haag. Men har-
umframt hevði eitt sakarmál
bæði kostað nógva tíð og
nógvan pening. So Haag
hevur avgjørt ikki verið eitt
mál í sær sjálvum
Miðlinjan
Jóannes Eidesgaard nam
síðani við spurningin um
miðlinjuna
-Øll tey fyrstu árini var
føroyska sríðsmálið at fáa
bretar at viðurkenna, at
einasta sakliga kriterii fyri
einum marki var ein mið-
linja. Her minnast vit serliga
tann eldhuga, sum Dånjal
Nolsøe, sáli visti málinum
um miðlinjuna. Og tað var
kanska størsta frambrotið í
samráðingunum, tá bretar
knappliga viðurkendu eisini
at tosa um miðlinjuna sum
andgrunsmark
Tað vil so vera, at eitt
samráðingarumfar, ið hev-
ur verið so drúgvt sum
tetta, har hevur málið havt
skiftandi gongd. Løtur við
máttloysi, har líuð og einki
hendi ella formøguliga eftir
hæli, og so aftur letur, har
vónin fyri semju aftur varð
kveikt
Øll minnast vit, tá bretar
vildu kanna sær eitt land-
grunsmark, sum lá so stutt
úr Suðuroynni, at onkur
metti, at tað bar til at standa
í Føroyum og spýta inn í
tað økid, sum bretar kann-
aðu sær. Síðan minnast vit
eisini, tá vónin kveiktist
aftur í 1996 eftir drúgva
naggatódn, tá konservativi
bretski oljumálaráðharrin
Lord Frazer segði í réðu við
ótolna oljuídnaðin: "vit
mugu finna eina loysn fyri
"Hvíta gkið"innan ár 2000,
og tí halda samráðingarnar
vid Føroyar fram um eitt
miðlinjumark".
Og uppaftur kveiktist
nýggj vón, tá alt bendi á, at
stjórnin í
konservativa
Bretlandi ikki fór at halda
fram eftir valið í 1997. New
Labour við Tony Blair og
Robin Cook á odda boðaðu
frá í teirra valmanifesti, at
Labour ynskti at verða
virðismett í umheiminum
fyri sín reiðiliga uttanlands-
politikk. Hetta vístu teir í
verki, tá teir broyttu støðu
viðvíkjandi Rock All og
fylgdu altjóða rætti. Og tá
so skilamaðurin John Pres-
cott úr Old Labour, sum
stuðlaði Íslandi í toska-
stríðnum á sinni. gjørdist
vara Prime Minister, so
vóru vit mong, sum høvdu
vón um eina semju.
Men stígur kom í aftur,
og knappliga frættist, at
fyrrverandi løgmaður nú
heyði lagt alt sítt álit og alla
sína vón á danska forsætis-
målaråOharran, at hesin
skuldi loysa trupulleikan
saman við bretska starvs-
bróður sínum. Men øll vita
vit, at danska stjórnin aftaná
tær rembingar, sum hava
verið millum Føroyar og
Danmark her í 90'unum,
ikki fór at gera nakað sum
helst yvir høvdinum á før-
oyingum í hesum máli. Tað
vóru jú eisini teir. sum i
1993 sluppu sær undan
samráðingarábyrgdini, tá
Tyge Lehmann sum sam-
ráðingarleiðari varð skiftir
út við Arna Olafsson.
Men núsitandi løgmaður
hevur víst annað hegnið og
stórri álit á samráðingar-
nevndina og serliga á leið-
aran soleiðis, at vit í dag sita
við einum ursliti, sum er
klárt at undirskriva. Men
sum longu er sagt, so hava
verið nógvir leikir í hesum
talvi, og tað hava eisini ver-
ið nógvir aktørar. Frá før-
oyskari síðu hava ikki so fá
fólk hesa drúgvu tíð luttikið
aktivt í hesum arbeiði, og
eri sannførdur um, at tey oll
hver í sínum lagi hava lagt
sítt besta í arbeiðið, soleiðis
at úrslitið skuldi gerast so
gott sum gjørligt fyri Før-
oyar.
So tad besta vit nå kunnu
gera er, at vit ikki bakka
tíðina aftur og seta spurn-
artekin vid, hvar og hvussu
vit kanska kundu havt gjørt
okkurt gðrvísi. Fyri tað
fyrsta so loyvir trúnaðar-
skyldan okkum ikki at fara
út í smálutir, men eftirrati-
onaliseringar í einum slík-
um máli tæna ikki nøkrum
konstruktivum endamåli.
Og at vinna partapolitiskan
fyrimun ella enn verri per-
sónligan politiskan vinning
við eftirrationaliseringum er
beinleiðis ódámligt og 6-
sømiligt, samstundis sum
tað er ein háðan av polit-
iskum og embætisligum
viðspælarum.
Samráðingaravatalan er
eitt úrslit av einari langari
process, sum hongur saman
og ikki kann tægast sundur.
Og at heingja spjøldur á
hvønn annan sum vinnarar
ella taparar kunnu og eiga
vit ikki hvorki nú ella
seinni, tá oljuleitingar í
umstríddu økjunum møgu-
liga fara at geva úrslit. Ein
vælskipað samráðingar-
loysn hevur ongar bein-
leiðis vinnarar og beinleiðis
taparar, tí báðir partar hava
fingið nakað og báðir partar
hava givið nakað. Tað er jú
aðaltátturin í frælsum sam-
ráðingum.
Tað er glediligt, at vit nú
kunna leggja hetta málið
afturum okkum og kunnu
bróta upp um ermar fyri at
fara undir fyrireikingarnar,
sum nú liggja fyri framman.
Fyrireikingar, sum eisini
fara at krevja orku, vit og
skil av bæði politikkarum
og embætisfólki. so tann
ný ggja avbjóðingin ikki
tekur okkum av fótum
hvorki so ella so. Men hetta
er eitt spennandi og per-
spektivríkt arbeiði, sum vit
gleða okkum at fara undir.
Jóannes Eidesgaard nýtti
eisini høvi vegna Javnað-
arflokkin at takka embætis-
fólkunum, sum hava lagt so
nógva orku í hetta mál, og
besta tøkkin politikkarar
kunna geva hvørjum øðrum
er við einum einmæltum
Løgtingi góðkenna avtal-
una.
-Eg fái sum fólkatings-
limur eisini høvid at luttaka
í viðgerðini av avtaluni í
Fólkatinginum, og vil eg
sjálvsagt eisini har geva
málinum besta viðmæli.
Logtingið
samtykt
markna-
avtaluna
JAN MØLLER
Løgtingid samtykti í gjár
endaliga marknaavtaluna
millum Føroyar og Bretland
við 28 atkvødum fyri og
ongari ímóti. Tá málið kom
fyri við aðru viðgerð tók
eingin tingmaður orðið. Í
kvold verður so avtalan
undirskrivað í Havn og eftir
hetta verður hon so løgd fyri
danska fólkatingið. Eisini
verður hon løgd fyri bretska
parlamentið til góðkenn-
ingar.
Maknamálið varð lagt
fram av landsstýrinum tann
10. maí 1999 og eftir |.
viðgerð tann 12. maí 1999
beint í uttanlandsneyndina,
sum viðgjørdi málið á fundi
tann 12. og 14. maí 1999.
Alitið frá Uttanlands-
nevndini, sum var einmælt,
varð soljóðandi:
Síðani málið um markna-
seting millum Foroya og
Bretlands byrjaði, hevur utt-
anlandsnevndin (fyrr
marknaðarnevndin) fingið
frágreiðingar um gongdina
í málinum og er tíkin upp á
ráð,seinast viðvíkjandi
sjálvum sáttmálauppskot-
inum, sum nevndin hevur
boðað løgmanni frá, at hon
tók undir vid, longu áðrenn
sáttmálin varð lagdur fyri
tingið. Hóast neyndin undir
viðgerðini ikki hevur verið
samd og vísandi til tær við-
merkingar, sum hava verið
førdar fram í nevndini undir
viðgerðini av hesum mál-
inum, og sum hava verið
endurtiknar undir |. viðgerð
í løgtinginum, og til tað,
sum annars hevur verið
upplýst undir 1. viðgerð í
løgtinginum, tekur
ein samd nevnd undir við
málinum og mælir løg-
tinginum til at samtykkja
uppskot landsstýrisins.
Sambært grein 11 í sátt-
målanum skal hvør parturin
boda hinum frå, tå 10 tær
innlendsku mannagongdir,
10 kravdar eru til tess, at
såttmålin fær gildi, eru
loknar. Nevndin visir å, at
tekur løgtingid undir við
sáttmálanum, so verður
framhaldandi gongdin í
málinum tann, at sáttmálin
komandi týsdag verður und-
irskrivaður í Føroyum, æt-
landi av Anfinn Kallsberg,
løgmanni, danska uttan-
ríkismálaráðharranum Niels
Helveg Petersen, og bretska
varauttanríkisráðharranum
Tony Lloyd.
Sáttmálin væntast at
verða lagdur fyri fólkating-
ið dagin eftir, at hann er
undirskrivaður, við tí við-
merking. at hann er góð-
kendur av løgtinginum, og
við tí í hyggju at viðgerðin
her skal vera liðug, áðrenn
fólkatingið fer í summar-
frítið grundlógardagin. Í
Bretlandi er mannagongdin
tann, at stjórnin kunnar
parlamentið um sáttmálan,
og um parlamentið ikki inn-
an 30 dagar hevur biðið um
at fáa málið vidgjørt, so
verður tað roknað fyri góð-
kent. Bretska parlamentið
fer ikki í summarfri fyrr enn
í endanum av august mán-
aði.