Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 18. MAI 1999 tidindabladid Jákup Antoniusen, arbeiðsformaður á nýggju uppbodssøluni í Klaksvík, klárur at taka ímóti fyrstu lastini av fiski Nýggj uppboðs- søla í Klaksvik Í gjár klokkan átta lat nýggj fiskauppboðssóla upp í Klaksvík. Ætlanin er fyrst og fremst at leggja seg eftir at keypa og selja útróðrarfisk, men tó er ikki óhugsandi, at uppbodssølan eisini fer at keypa fisk frá stórri bátum JOHN JOHANNESSEN úr Klaksvík Klokkan átta gjáramorgunin fóru teir triggir, Jákup Ant- oniusen, Hilmar Antoniusen og Tummas Jacobsen, til verka å nyggju uppbodssøl- uni i Klaksvik. Fyrsti fisk- urin kom frå trolbåtinum Gåshøvda. Hesin seldi góð- ar 50 kassar til uppbodssøl- una, og væntandi verður fiskurin seldur víðari í dag Av tí at talan er um fyrsta keypið hjá uppbodssøluni, var alt ikki klárt á skriv- stovuni í gjár, og var hetta orsøkin til, at fiskurin ikki varð seldur víðari beinan vegin, men mátti bíða ein dag. Stúra ikki Jákup Antoniusen, ið er ar beiðsformaður á uppboðs søluni, sigur, at hann stúrir als ikki fyri kappingini frå hinum uppbodssølunum og ødrum fiskakeyparum Hann heldur tað tvørturi móti vera sunt við kapping Hetta heldur hann sæst á øðrum stovnum, har kapp- ingin er hørð Orsøkin til at farið er und- ir nýggja uppbodsølu er ikki bert hugurin at kappast. Ják- up Antoniusen sigur, at sum hann hevur skilt, er ein av i Fyrstur at selja til nýggju uppbodssøluna í Klaksvík var trolbáturin orsøkunum, at útróðrar- menn ikki hava verið heilt nøgdir við hina uppbodssøl una. Hesum vil hann tó ikki greiða nærri frå. men vísir bert á, at tað hevur ligiði luftini, at hin uppbodssølan ikki hevur verið nøktandi Pó heldur hann ikki. at út róðrarmenn heilt fara at gevast at selja til hina upp bodsøluna, nú hendan nýggja er komin Ég vænti, at tað fer at ganga nøkulunda upp millum báð- ar uppboðsglurnar, soleiðis at vit fáa okkara part og hin sínt part, sigur Jákup Ant oniusen, arbeiðsformaður á nýggju uppbodssøluni i Klaksvík, ið kallast Ístorgið og verður rikin av felganum Sjótorgið Ikki dýr at reka Ístorgið hevur fingið ein ógvuliga leigu- sáttmála. harafturat er alt umvælingararbeiðið av hol unum, har uppboðsselan husast, longu goldid, so væntandi verður hon ikki dýr í rakstri. Fyribils er ætl anin, at bert teir triggir, Ják up Antoniusen, Hilmar Ant oniusen og Tummas Jacob skulu starvast hjá nýggju uppbodssøluni, men Jåkup Antoniusen sigur, at um brúk seinni verður fyri fleiri fólkum, verða sjálv sagt fleiri sett í starv Dø ða sen, Gashøvdi Landsstevna i Klaksvik Um vikuskiftid helt Javni sina árligu årsstevnu í Klaksvík. Hesuferð varð hon hildin saman við 10 ára hátíðardegnum hjá umlættingarheiminum Dáanum í Klaksvík JOHN JOHANNESSEN ÚR KLAKSVÍK Meira enn hundrað menn- ingartarnaði komu leygar- dagin saman við famliljum, stuðlum og øðrum til Klaks- víkar leygardagin at halda árligu landsstevnu Javna. Men hesuferå var talan um eina heit serliga lands- stevnu, ti samstundis fylti kærkomna umlættingar- heimid Dåin 10 år. Tiskil varð nógv gjørt burturúr degnum, ið byrjaði við skrúðgongu frá ferjuleguni og inn í Vágstún, har Hann- efía Poulsen, fyrrverandi formaður í Javna bar fram rødu. Skrúgongan var sera hå- tíðarlig. Har var alt við, ið hoyrir einari skrúgongu til. Fremst gekk Klaksvíkar Hornorkestur, síðani komu tríggjar reiðgentur, og aftan fyri tær, komu teir mongu limirnir í Javna, saman við starvsfólkum á stovnum kring oyggjarnar, øll veittr- andi við føroyskum fløgg- um og — luftballénum. Fremstir av hesum vóru tveir flaggberarar, ið bóru merki Javna Mótasýning Eftir hátíðarhaldið í Vágs- túnið, varð farið í Osáskúl- an at eta matpakka, og síð- ani varð farið til mótasýning í Atlantis, har menningar- tarnað sjálvi vístu fram klæði. Í sambandi við mót- asýningina var eisini eitt sindur av undirhaldi. Hans Jalti Skaale sang vísur og barnasangir saman við á- hoyrarunum og áskoðaru- num og eisini sang Jimmy Nielsen, ið sjálvur er menn- ingartarnaður, tveir sangir Hetta kom hann sera væl frá, hóast eingi undirspæl var til sang hansara Framløga Eftir frálíku mótasýningina var aftur ein steðgur, áðrenn tær fýra, Jóna Olsen og Jór- un Niclasen frá Dáanum og Ingunn Jacobsen og Jóna Johannesen frá Frítíðar- heiminum í Skrivaragøtu, hildu fyrilestur í Osáskúla- num um ummlætting í framtíðini. Hesar fýra hava nevnililiga fyri stuttum ver- ið í Danmark og skoða stovnar, ið fáast við menn- ingartarnað, og var fyrilest- urin bygdur á hesa ferð. Eftir fyrilesturin bar til hjá áhoyrarunum at seta fram spurningar og eisini at koma fram við sínum egnu hugsjónum. Rimmar veitsla Klokkan 19 kom hæddar- punktið á degnum. Tá byrj- aði nevniliga tam stóra veitslan, ið bæði var føding- ardagsveitsla hjá Dáanum og ársveitsla hjá Javna. Veitslan byrjaði við døg- urða, sangi og røðum. Talan var ikki bert um rødur frå 8 * Mynd. Johan Johannessen pædagogum og politikar um, men eisini frá teimum menningartarnaðu, og gjørdi hetta, at tey menn- ingartarnaðu kendu seg væl til sættis á veitsluni, ið var teirra egna, og ikki ein veitsla fyri politikarar og pædagogar. Eftir borðhaldið var harmonikudansur. Hýrurin til dansin var stak góður og dansigólvið var stúgvandi fult alt kvøldið, til Dugvan fór um Leirvíksfjørð við meginpartinum av gestu- num hálvan tíma áðrenn midnátt. Meira um landsstevnuna hjá Javna í blaðnum í morg- in. www.sosialurin.fo Vit vænta ' =“ æT = æt = æ þem -— -— -— -- <… - = | <= - | (—) == oe þm 25. mai 1999. , GOYMSLUSTYRING Goymslumaður til Elding í SMS Vit sóknast eftir einum goymslumanni til Elding í SMS at byrja skjótast tilber. Arbeiðsuppgávur Vit vilja bjóða tær eitt spennandi starv í einum umhvervi í stoðugari menning. Tú kemur m.a. at taka tær av goymslustýring, útkoyring av verum og aðrar fyrifallandi arbeiðsuppgávur sum t.d. kundaavgreiðsla. Fyri rætta umsøkjaran er talan um eitt avbjóðandi og spennandi framtíðarstarv. Eisini verður meguleiki at luttaka á ymiskum skeiðum. - at tú er ágrýtin og rekin at tú dugir at arbeiða sjålvstødugt at tú hevur góð samstarvsevni at tú er álítandi og fyrikomandi at tú hevur teldukunnleika at tú hevur koyrikort Lon sambært nærri avtalu. Er hetta nakað fyri teg, kanst tú senda eina skrivliga umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum til okkara innan Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Símin Hansen, tel 31 86 62. ELDING SMS * Postboks 1289 * 110 Tórshavn * Tel 318662