Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið Nr. 91 — 18. MAI 1999 Bankin verður ikki privatiseraður Sitandi samgonga fer ikki at privatisera Foroya Banka, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður í svari til fyrispurning hjá Jóannes Eidesgaard, um hvørjar ætlanir samgongan hevur við Føroya Banka SVEINUR TRÓNDARSON Sitandi samgonga hevur ikki ætlanir um at fara undir privatiseringar av Føroya Banka, segði Karsten Han- sen, lansstýrismaður í figgj- armálum í svari uppá fyri spurning frá Jóannesi Eid- esgaard Jóannes setti fyrispurn- ingin í síni tíð, tá Føroya Banki kallaði inn til aðal fund. og í innkallingini stóð. sum punkt nummar seks Uppskot um. at nevndin tær heimild til innan endan av mars 2000 at lata bankan upp ul 10 pst. av partapeningi bankans fyri em kurs, sum ikki kann víkja frá seinasta almanna ognast kunngjørda innara virðinum vid meira enn 25 pst.« Jóannes helt hetta verða logið, tí eigaravidurskiftini í bankanum eru soleiðis háttað at Figgingargrunnur- in eigur meiri enn 99 pst, og almenningurin eigur minni enn eitt pst. Hetta er tað virðið, sum stóð eftir tá bankin >fór av knóranum< so at siga. Formaður Javnaðarfloks- ins tengdi hetta at teimum viðmerkingum, sum stóðu at lesa í ársfrágreiðingini hjá bankanum fyri 1997, har tosad var um møguligar broytingar í eigaraviður- skiftunum í Foroya Banka. Men her var eftir ollum at dóma eingin grund til ótta. tí tá fyrispurningurin Var settur fram broytu leiðslan í bankanum inn- kallingina soleiðis. at í staðin fyri at bankin kundi ogna sær 10 pst. kundi hann nú bert ogna sær upp til eitt pst, og tað er tað, sum liggur á privatum hondum í dag. Imóti privatisering Tað er eingin loyna, at Javn- aðarflokkurin klárt og greitt hevur boðað frá, at bankin eftir teirra meting framhald- andi eigur at vera á almenn- um hondum. Foroya Landsstýri hevur sett stórar peningaupp- hæddir í bankan, tá á stóð, og flokkurin heldur, at tað ikki er rætt at fara undir privatiseringar av bankan- um áðrenn hesir pengar eru komnir innaftur. Landsstýrismaðurin samdur Í svari sínum til Jóannes Eidesgaard gjørdi Karsten Hansen púra greitt. at tað ikki er hansara ætlan at priv atisera Føroya Banka í verandi lotu Samgongan hevur als ikki vidgjørt málið um Før oya Banki skal privatiserast ella ikki. og ti er hatta ikki nakað, sum er til viðgerðar. Karsten Hansen vísti eis- ini á, at við tað, at mynd- ugleikarnir settu so nógvan pening í bankaskipanina, er henda púra trygg ídag. Henda tryggleika eiga vit at varðveita heldur enn at fara at »jonglera« við trygdini í bankakervinum<. Karsten Hansen legði afturat, at tað er Føroya fólk, sum eigur bankan. og tað verður verandi soleiðis eitt tíðarbil enn. Jóannes Eidesgaard segði, at hann var stak fegin um svarið frá landsstýris- manninum Vit eru púra samdir um. at bankin ikki skal privati- serast, og tað er gott at hava fingið váttan fyri hesum frá landsstýrismanninum, segði Jóannes Eidesgaard. Búskaparliga stødan avgerandi - ikki slagorðini Gevur búskapurin ikki pláss fyri skattalækkingum, so verða ongar, segði Karsten Hansen í svari til Ola Breckmann um ætlanir samgongunar á skattapolitiska økinum. — Tað er buskaparliga stødan, sum er avgerdandi og ikki tey polit- isku slagorðini SVEINUR TRÓNDARSON Tað y bókstavum í tinginum í nu viku. tå Oli Breck in fekk svar uppá fyri- ing sin um skattalætt- arð tosað við stórum tar flokkarnir í sam i eru - um hugt verð- dum floksins ndi osamdir. tå 1 búskapar it steynum grund 10 snyr seg 1 pONtikK Annar flokkurin stendur fyri einum liberalum kon sjónarmiði. 1 byggir stalistiska grundsjónarmið- ið. og tað er servativum á tað so- slíkt. sum sjondar tá búskap- armál eru til viðgerar Fólkaflokkurin = hevur alment sagt, at teir heldur vilja hava eina lækkan av skattinum heldur enn lønarhækkan, ti ein lækking. eftir teirra tykki, skapar størri aktivitet samfelagnum enn ein lønarhækkan Fólkaflokstingmaðurin spurdi landsstyrismannin við fíggjarmálum hverjar ætlanir hann hevði við skattalættum o. 9. broyting- um í skattalógini í ár 2000, í 2001 og í 2002. Hetta tengdi Oli Breckmann sam- an við tí sum stendur í sam- gonguskjalinum skattamál. »g har målsetningurin er at linka skatta- og avgjalds- trýstið Skat I I viðmerkingum sínum til uppskotið segði Oli Breck- mann, at kappingarførid hjá føroysku vinnuni var batnað » g int 20-25 pst. semastu fýra Men tað er ikki ti at bruttolønin er hækkad, men av ti at skattuin er linari og tann utgoldna lønin eftir skatt er hægri, segði Oli Breckmann í fyrispurningi sínum Oli Breckmann vísti eis- ini á, at hóast skattatrýstið er fallið seinastu árini, so var skattainntøkan í 1997 fleiri hundrað milliónir hægri enn hon var í 1995. tá skattatrýsuð var eini 5- 10 pst. hægri enn tað er nú Landsstýrið hevur greiðar ætlanir um fullveldi og við tí koma eisini búskaparligar broytingar Oli Breckmann metir, at hesar búskaparligu broyt- ingar fara at hava við sær, at tað fer at standa á hvørj- um einasta nagla Krøvini til vinnulívið fara at harðna munandi og tað føroyska vinnulívið fer bert at klára seg í altjóða kapp- ing, um umstødurnar at vinna pening vera betri i Føroyum enn aðrastaðni Við hesum leggur Óli Breckmann dent á, at tað hevur týdning at fáa kostn- aðarstøði niður, og tað merkir í stuttum. at heldur enn at lønirnar skulu fara upp, skal skatturin lækka soleiðis at tað verður meira eftir tá samanumkemur Fólkaflokstingmaðurin heldur at skulu Føroyar gera sær nakra hóming av at fáa nýggjar vinnur til Føroya, so er hetta ein av avgjørdu treytunum fyri, at so verður. Skattaprosentið fíggjarpolitiskt amboð Í svari sínum til Ola Breck- mann vísti Karsten Hansen á. at skattainntókurnar eru eitt figgjarpolitiskt amboð, sum verður nýtt vid jøvnum millumbilum. Inntøkurnar og útreiðslur- nar hjá landskassanum skulu tillagast virkseminum í samfelagnum, og alt eftir umstødunum, kunnu broyt- ingar gerast í inntøkum og útreiðslum. Er stígur komin í búskap- arliga vøksturin, kann landsstýrið gera av at lækka skattin fyri at kanalisera pening út til eina økta priv- ata nýtslu. sum á tann hátt setur ferð á búskapin. Men Karsten Hansen vísti eisini á, at er búskaparligi voksturin = ísamfelagnum stórur, so skal samgongan verða varin við at seta skatt- in niður, tí hetta kann fáa tær fylgjur at búskapurin verður ovurhitaður. Her kann tann vandi liggja. at yvirskotið á gjaldsjavnanum minkar ella gerst til eitt hall, og tað merkir at uttanlandsskuldin økist. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum vísti á danska búskapin í byrjanini av átta- tiårunum sum dømi. Buskaparliga gongdin i Danmark gekk so skjótt framá, og gjaldsjavnin hevði eitt stórt minus frammanfyri. Buskaparfrødingar vístu á. at setti danska stjórnin ikki strong tiltøk í verk, so var stórur vandi fyri at bú- skapurin kollsigldi. Við »Kartoffelkurinum« eydnaðist tað borgarligu stjórnini, sum tá sat, at venda gongdini. Nýtslu- møguleikarnir hjá dønum minkaðu ógvuliga nógv, og við tí fór Danmark undir eina búskaparliga endur- bygging. Henda endurbygging tók nøkur ár. men tá kreppan setti inn í grannalondunum hjá Danmark í nitiårunum var danski búskapurin so væl fyri. at hann var mettur at vera ein tann sterkasti í ES. Ikki rætt at lækka nú Við hesum legði Karsten Hansen upp til, at tað ikki er rætt í løtuni at lækka skattin herheima í løtuni. Føroyski búskapurin er í stødugum vøkstri, arbeids- loysið er lágt, eftirspurn- ingurin høgur og uttan- landsskuldin enn alt ov høg til at fara at tosa um at lækka skattin. — Inflatiónin í samfelag- num er í løtuni 3 pst. og seta vit meira ferð á búskapin fer hetta at trýsta enn meira á inflatiónina, og tað fær skaðiliga ávirkan fyri smá- spararan og tey, sum hava pensjónsuppsparingar. Innlánsrentan er so lág í løtuni, at kroysta vit inflat- iónina uppeftir, so er vandi fyri at uppspararnir fáa eina negativa realrentu, segði Karsten Hansen. Tað sum hann vísir á merkir, at inflatiónin er hægri enn tann tilskrivaða rentan - ella sagt á ein ann- an hátt, at peningurin í ver- uleikanum hevur mist virð- ið. Skattalækkingar bert um tað er ráðiligt Við hesum svarið fingu Óli Breckmann og hinir ting- menninir at vita, at tað ikki verða gjørdar broytingar í skattastiganum uttan so at tað búskaparliga er forsvar- ligt. — Vit hava nú fulla ábyrgd av figgjarpolitiska økinum, og ti verður farið varliga fram, sigur Karsten Hansen. Hann leggur afturat, at Hóast Oli Breckmanntosaði vid stórum bókstavum í tinginum tá fyrispurningur hansara um skattlættar varð svaraður. so heldur hann sjálvur ikki, at ósemjan er so stór kortini skattalækkingar bert vera framdar um tað verður mett at verða fíggjarpolitisk og búskaparliga ráðiligt. Verða = skattalættar framdir, skulu teir vera væl grundaðir, og hugt verður fyrst og fremst eftir gener- ellu búskaparligu støduni í samfelagnum. Tað verða so- statt ikki bert givnir skatta- lættar fyri at geva skatta- lættar. Tað skal hinvegin verða eitt endamál. í hvørj- um einstøkum føri, skatta- lættar vera givnir. Tað eru sostatt ikki bert tey politisku slagorðini, ið eru avgerandi. men tann aktuella búskap- arliga stødan í samfelagn- um, sigur Karsten Hansen at enda í svarinum til Óla Breckmann. Grundleggjandi ósamdir Eins og tað stendur í innganginum til hesa grein, (Savnsmynd) so eru stóru flokkarnir í samgonguni grundleggjandi ósamdir á búskaparliga økinum, men hóast tað. so er Oli Breckmann sera varin at úttala seg í løtuni. — Hatta málið er avgreitt fyribils. Eg havi fingið svar uppå fyrispurningin, men tað kann verða at hann verð- ur tíkin upp aftur seinni, sigur Oli Brekmann. sum ikki vil gera fleiri viðmerk- ingar til ósemjuna. Ein skal vera varin við at taka kut úr einum málið sum hesum, tí tað eru sera tungtvigandi argument, sum skulu takast við og hóast vit eru ósamdir, figgjarmåla- ráðharrin, so ivist eg onga løtu i, at vit kunnu finna út av onkrum skilagóðum á hesum eki, leggur Oli Breckmann afutrat. Størri enn so er ósemjan ikki, sigur hann.