Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 18. MAI 1999 tíðindablaðið Vit knúsa føroyingar So bersøgin er stjórin i Sea Shepherd, Lisa Distefano, tá hon úttalar seg til Jyllands-Posten um herferðina í móti grindadrápi. Hon metir, at tað kann taka eitt ella tvey ár at sigra á fóroyingum, men hon er vís í at vinna. Felags- kapurin hevur áður mótmælt grindadrápi, men nú hava mótmælisfólkini fyri fyrstu ferð vent sær beinleiðis í móti Danmark og donskum vørum DAGFINN OLSEN Jyllands-Posten visti i gjår at siga, at umhvørvisvernd- arfelagskapurin Sea Shep- herd fyrireikar tiltøk mót vegis donskum verum. Hetta sum mótmæli í móti føroyska grindadrápinum Paul Watson og hansara She Shepherd Conservation Society ætla við herferðini ímóti donskum virkjum og utflutningsvørum at tvinga donsku stjórnina at noyða føroyingar at gevast við grindadråpinum. Watson sigur við danska blaðið, at tá danir loyva drápinum, so hava teir felags ábyrgd. Tiltøkini eru fyribils vend mótvegis donskum útflutn- ingi til Týsklands, men eis- ini í móti Legoland í Bil- lund og nýggju parkini í Carlsbad í California. Til- tøkini í Billund verða sers takliga sett í sambandi við týsk ferðafólk. Knúsa føroyingar Fyri stuttum gjørdi stóra týska handilsketan Aldi av, at gevast við at selja danskar fiskavørur. Eisini varð hugsað um føroyskan fisk. At Sea Shepherd soleiðis leggur eftir donskum vørum í Týsklandi, er tilætlað, tí forbrúkararnir har verða mettir at teljast millum teir mest politisku og tilvitaðu í Europa. Altjóða leiðarin í Sea Shepherd, Lisa Diste- fano, sigur tó, at fleiri lond fara at koma uppí tiltøkini, um grindadrápini halda fram. - Føroyar eru bert klettar í Atlantshavinum. Vit knúsa teir. Tað kann taka eitt ella tvey ár, men vit fáa okkara vilja, sigur Lisa Distefano Jyllands-Posturin nevnir Paul Watson sum ultiknan í søguni um altjóða um- hvørvisvernd. Hann fór úr Greenpeace, tí felagsskap- urin var íkki nóg víðgongd- ur og harðligur. Síðani hev- ur felagsskapur hansara søkt 9 hvalabátar í Noreg, Íslandi, Portugal og Spania Hann gekk eisini á odda fyri ansvekjandi tiltøkunum i móti nósadrápum í Canada, ið rakti grønlendska útflutn ingin av kópaskinni hart Paul Watson úr Sea Shephardfelagsskapinum Jyllands-Posturin greiðir frá, at føroyingar hvort ár reka hval inn á strondina, fyri síðani at drepa teir við knívi Umhvørvis- felagsskapir hava í mong år mótmælt blóðuga og um- stridda siðinum, men nú eru fyri fyrstu ferð eyguni vend mótvegis Danmark - So leingi hetta heldur fram, koma danir at gjalda, sigur Lisa Distefano av- gjørd við Jyllands-Posten Upplýsing alneyðug Úr landstýrinum sigur Kate Sanderson í stuttari viðmerking til greinina í Jyl- lands-Posten, at blaðið er lopið fram av og teir hava ikki kannað málið gjólla. Hon metir, at stóri áhugin fyri Watson kemur av, at hann er yvirgangs- maður og eftirlýstur fleiri staðir DAGFINN OLSEN Kate Sanderson sigur, at Jyllands-Posten møguliga hevur tíðindini frå Sea Shepherd av internetinum ella úr einum tíðindaskrivi. Greinin kemur úr USA, har Sea Shepherd heldur til, so hetta er tilfar, sum ikki ein- gang er sent út í heim. - Greinin nevnir Aldi. Tá rætt skal vera rætt, so er tað bert ein partur av handils- ketuni Aldi, ið ikki ætlar at endurnýggja sáttmálan við føroyska fiskaútflytaran Julius Johannesen í Klaks- vík, ið hevur samband við Aldi. Sea Shepherd tekur sær heiðurin og blæsir hetta upp og fær fjølmiðlarnar við, sigur Kate Sanderson, sum heldur, at neyðugt er at skilja millum veruleika og róp. - Watson er yvirgangs maður og eftirlýstur í fleiri londum. Tí er umráðandi at fáa fyritøkurnar, ið sam starva við føroyingar, at skilja, hvat tað er fyri fólk. ið teir hava við at gera. Ætla teir at boyggja seg fyri yv irgangsmonnum, so er heilt galið, metir Kate Sander son. Teir angra Vit undirmeta ikki málið, men vit mugu fylgja við og fáa tað itøkiliga fram, sigur Kate Sanderson Hon metir, at danska blaðið er lopið framav og hevur íkki kannað málið gjølla Men tad gera teir nu Teir ringdu til min í morg un, so eg vænti at teir angra eitt sindur, sigur Kate Sand- erson, ið bidar spent eftir. vat Jyllands-Posturin skrivar framyvir Annars er Paul Watson í øtuni mest upptikin av at hvalaveiðuni hjá upprunafólki. indiånum, í USA. Hetta kann ein t.d esa um á heimsíðuni hjá felagsskapinum steðga Mugu upplýsa Kate Sanderson sigur seg ræðast mest, hvussu slík til- tok. sum tað hjá Aldi. kunnu ávirka onnur I Íslandi tosa tey um at taka hvalaveiðu uppaftur Men so eru tað ferðavinnan og fiskivinnan, ið gera vart við seg, og so koma fjøl miðlarnir uppí. Men roynd- irnar hjá okkum og í Noreg visa, at alt hóvastákið í mið- lunum samsvarar ikki við veruleikan. Kate Sanderson metir, at umráðandi er at hava nýtt og gott tilfar at vísa á. Hes- um verður arbeitt við í løt uni, so fyritøkur kunnu visa sinum handilssambondum å itøkiligt tilfar. Men eisini er Kate Sanderson, sum vegna upplýsing um grindadráp neyðugt at gera mun á ymsu felagsskapunum. Tey, ið mótmæla grindadrápi í dag. og sum vit hoyra nakað til. eru bert tey mest óserigsu Bert tey eru eftir í dag, vísir Kate Sanderson á. Hon vísir á, at felags- skapir, sum Sea Shepherd skilja ikki politisku viður skiftini millum Danmark og Føroyar. Heldur ikki ment- ; ; landsstyrid fæst vid anarlig viðurskifti skilja teir og so brúka teir sína vant andi vitan yvir fyri øðrum ið vita minni I løtuni verður arbeitt við at fáa vinnulívið við í ar beiðið at gera kunnandi til far. Hetta at upplýsa metir Kate Sandeson sum tað týdningarmiklasta. nú á gangur aftur er imoóti grind adrápi Skansapakkhúsini í Tinganesi umvæld I kvold klokkan 20:30 verður marknasáttmálin millum Føroyar, Danmark og Bretland undirskrivaður. Hetta fer fram í Eysturstovu í Skansapakkhúsinum í Tinganesi, har miðhæddin júst er umvæld og skal nýtast til fundar- og møttøkuhøli DAGFINN OLSEN Vá marknasáttmálin millum Føroyar, Danmark og Bret land i kvøld verdur undir skrivaður. fer hetta fram i umvældum hølum í Tinga Til staðar eru tå bretski uttanríkismálaráðharrin Anthony Lloyd og danski starvsbróðir hansara Niels Helveg Petersen. Eisini eru løgmadur, landsstýrið. løg- tingsins formansskapur, fólkatingsmenn, uttan landsnevndin, samráðingar nevndirnar og embætisfólk til staðar nes! Helini nýggj Skansapakkhúsini í Tinga- nesi, eru júst umvæld. Tað eru tey, ið standa uttast á nesinum. Sostatt verður tað í stásiligum hólum, sum tað eisini sømir seg, at sáttmálin verður undirritaður Oll midhæddin er um væld. Og hóast sjálv undir ritanin fer fram í Eystur stovuni, so verður ol! hædd in nytt, ti nógv fólk verður á samkomuni, og til ber at hava hurðarnar opnar í mill um ymsu stovurnar. Stovurnar eru málaðar í hvítum og døkkum grónum Etlanin er, at hølini fram- yvir skulu nytast til fundar- virksemi og mOttøku. Dentur hevur verið lagdur á at fáa gamla sniðið fram og Fornminnissavnið hevur eisini verið við í arbeiði num Marjun Hanusardóttir. logmansstjóri = sigur, at neyðugt hevur verið at hava eina javnvåg í at varðveita og at hava hølini so nytilig, sum gjørligt. Hon heldur. at tå hesi hølini nú eru gjørd so snotulig, so merkist. at ymiskt annað eisini treingir til eina bøtandi hond. Men slikt kemur ikki eftir einum degi. leggur løgmansstjørin afturat Innandurðaarkitekturin Sverri Heinesen hevur hjálpt til við arbeiðinum at seta í stand nýggju fundar- og móttøkuholini. Annars setur tey sjålvi í Tinganesi ein arbeiðsbólk. har starvs- fólk sjálvi kundu tekna seg Og áhugin var stórur. sigur Marjun Hanusardóttir. I kvold verða nýggju hol ini tíkin í nýtslu, tá markn- asáttmálin verður undir skrivaður í Eysturstovu. Mynd: Jens Kristian Vang