Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 91 - 18. MAI 1999 ítróttar 24 19 SVF fingið sendiloyvi frá FSE Í síðstu viku fingu vit eitt tíðindaskriv, har Fótbólts- sambandið boðaði frá. at Sjónvarp Føroya hevði fingið loyvi til at senda frá tí, sum var eftir av ensku Premier umframt frá FA Cup finaluni millum Man- chester United New- og castle, sum verður leygar- | dagin 22. maí klokkan 15.00 | á Wembley. Premier League er sum kunnugt liðug, men enn | restar FA Cup finalan, sum | SvF hevur sent beinleidis tey seinastu árini og altso eisini fer at gera í ár í fótbóltinum Føroyska fótbóltskapping- in er væl og virðiliga komin í gongd, men sum vanligt er. fær Fótbóltssambandið frá- boðanir um úrmeldingar úr kappingini. Fyri einari viku síðani visti FSF at siga frá hesum úrmeldingunum: Smádreingir B36b (12.03.), Unglingar VB (31.03.), 1. deild kvinnur EB (08.04.). Smágentur B36c, Dreingir AB (05.05.). Unglingar AB (05.05.). Smádreingir hålvan veill B68 (07.05.), og Gentu- deildin LIF (10.05.). Hinvegin hevur FSF eis- ini fingið nýggjar tilmeld- ingar. og eru tær hesar: 4. deild menn Streymur (23.03.), Smádreingir hálv- an vøll HBc (26.03.), Smá- piltar Miðgki 3 B36g (26.04.), Smápiltar Midøki | 4 B36h (26.04.), og Smápilt- ar Eysturøki 3 EBc (05.05.). KÍ og Skála býttu dystirnar um Sambært kappingarskránni skuldu 2. deildarliðini hjá KI og Skála spæla í Klaks- vík leygardagin. Men eftir- sum stevna var á Skála um vikuskiftid, heitti Skála um at fáa dystirnar umbýttar, soleiðis at skálamenn fingu heimavøll um stevnuna og í staðin fara til Klaksvíkar í seinnu helvt av kappingini KI góðtók hetta, og tað | sama gjørdi kappingarstjór- | in, og sostatt spældu liðini á Skála ikki í Klaksvík leygardagin. Skála vann 3-2. Liðini hittast aftur í Klaks- vík 14. august. og Manchester United enskur meistari Sunnudagin varð 38. og seinasta umfar av enn eini langari fótbóltskapping spælt í ensku Premier Lea- gue. Tvey lið høvdu undan seinasta umfarinum møgu- leika fyri at tryggja sær meistaraheitið: Manchester United, sum lá best fyri og í seinasta dystinum spældi heima móti Tottenham, og Arsenal, sum var eitt stig aftanfyri, og sum endaði sítt kappingarár á heimavøllin- um Highbury móti Aston Villa. Arsenal skuldi vinna fyri at varðveita meistaraheitið, og samstundis máttu teir seta sítt álit á gomlu arva- fíggindarnar Tottenham, sum skuldu fáa stig á Uni- ted-heimavøllinum Old Trafford. Og >The Gunners< gjørdu sína skyldu við at vinna 1-0, men tað var ikki nóg mikið, tí Manchester United gjørdi eisini sína skyldu og vann 2-1. Les Ferdinand legði Tottenham á odda, men David Beck- ham og Andy Cole syrgdu fyri. at gullið endaði í Man- chester fyri fimtu ferð sein- astu sjey árini. Manchester United hev- ur annars møguleika fyri at fáa enn meira skreyt longu nú leygardagin, tá teir spæla ensku steypafinaluna móti Newcastle. Og longu miku- dagin eftir tað er tað so Champions League finalan móti Bayern Miinchen, sum verður spæld í Barcelona. Danski målverjin Peter Schmeichel spældi sín seinasta dyst á heimavøllin- um Old Trafford, og sigast kann, at hann longu nú hev- ur fingið ein virðiligan enda upp á sína tíð í Manchester United, líkamikið hvussu úrslitini í teimum báðum finalunum verða. Sjónvarp Føroya vísir ensku steypafinaluna leyg- ardagin, og danska TV3 verður á staðnum í Barce- | lona mikukvøldiød eftir. Sverre Midjord Itróttasamband = Føroya, ISF, boðar frå, at aðal- fundur verður í Sjónleikar- húsinum í Havn leygardag- in 22. maí klokkan 11.30. Fundarskráin er henda: a) Formaður — ISF setur fundin og skipar fyri vali av fundarstjóra. b) Formaður ISF greiðir frá starvinum í farna árin um. c) Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokn- skap fyri ÍSF fyri farna árið. Til skjals liggur eisini rokn- skapur hjá sersambondun- um/deildarsambondunum fyri seinast lidna starvsár teirra samb. 8. grein. d) Umrøda og fyrispurn- ingar um virksemið hjá stjórn og starvsnevnd ISF. e) Viðgerð av uppskotum og málum, sum hava verið løgd fyri aðalfundin, og gðr- um málum, um 2/3 av um- boðsmonnunum játta. f) Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi. g) Val av starvsneynd og varalimum samb. 21. grein. h) Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkend- ur. 1) Ymiskt. Viðv. pkt. g Upp á val í starvsnevndini standa varaformaðurin Sverre Midjord og skrivarin Petur Elias Petersen fyri eitt 2-ára skeið. Val av eyka- lími fyri eitt ár. Samb. grein 15 A skal frá- boðast, at starvsnevndin hevur uppskot um at velja Sverra Midjord til varafor- mann og Petur Elias Peter- sen til skrivara fyri eitt nýtt 2-ára skeið. Samstundis er John Kjær í uppskoti til varalim. Annars eru feløgini væl- komin at koma við upp- skotum til aðalfundin samb. grein 15 A. Gestargðari á fundinum er Anfinn Kallsberg, løg- maður. Vónandi meta feløgini fjølment til henda fundin. Beint aftan á fundin verður | ábit fyri allar luttakararnar í | Sjónleikarhúsinum. NFÍ nýggjan formann Nordoya — Fritidar- og Ítróttarráð = hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd varð vald. Símun á Høvdanum, sum hevur verið formaður tey seinastu árini, bar seg undan afturvali, og í hansara stað bleiv valdur Jan Gardar. Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Jan Gardar (formaður), Eydbjørn Andreasen (næstformadur), Simun Michael Sørensen (kassameistari), — Nikolas Olsen (skrivari), Fríða Isaksen (nevndarlimur), Simun å Høvdanum (tiltakslimur), og Heidi Biskopstø (tiltakslimur). Tað er Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, sum fyriskipar Nordoyastevnuna, og endamál ráðsins er at samskipa og leggja til rættis frítíðar- og ítróttarvirksemi í Norðoyum. Norðoyastevnan í ár verður 27., 28., 29. og 30. mai. | endaði | an ti Nú ber til at bíleggja atgongumerki til EM endaspælið í 2000 EM-endaspælið í fótbólti verður komandi ár spælt í Hollandi og Belgia. men longu nú ber til at bíleggja atgongumerki til teir ymsu dystirnar gjøgnum internet- ið. Tað kann gerast á hesum síðunum: www.euro2000.org www.euro2000.n] www.euro2000.be Sum tey flestu fótbólts áhugaðu ivaleyst minnast, atgongumerkjasøl HM-endaspælið í Fraklandi í 1998 í eini gølu, | og fyrireikararnir av Euro 2000 hava lagt stóran dent á. at hetta ikki endurtekur seg hesaferð. Annars er undankapp- ingin komin ngkulunda í helvt. 106 dystir eru spældir í Europa. og bert tvey lið hava megnað at vunnið allar sínar dystir. Tey eru Svøriki í bólki 5 og Kekkia í bólki 9, har Føroyar eisini eru Seks onnur lond hava enn ikki tapt í undankapp- ingini. Tey eru Frakland Ukraina. Italia. Rumenia Jugoslavia (hevur bert spælt tveir dystir) og Island, sun hevur fingið sera góð úrslit móti eitt nú Fraklandi og Russlandi Mest óvæntaða årslitik higartil man vera 3-2 sigurin hjá Kypros á Spania, sum i Raul eigur ein tann rask asta málskjúttan (sjey mál tveimum dystum í vár!) Næsti dystur hjá Føroy- um verður 5. juni á Svanga skarði móti Skotlandi EM-endaspælið = byrjar 10. juni og endar 2. juli. 16 lið skulu við í endaspælið har av Holland og Belgia eru sjálvskrivað. tí hesi bæði londini í felag skipa fyri kappingini nakað sum ongantið er roynt áður Tvær kvinnur settu nytt met Urslit frá opnari kapping í frælsum ítrótti á Svangaskarði 15. maí 200 m menn 1. Hallgrím Hansen Tórshavn 25.2 sek 2. Rúni Petersen Tórshavn 28,2 sek 3. Jón Ellingsgaard Torshavn 31.1 sek. 1500 m menn 1. Sølvi R. Hansen Roysnið 4.40,9 min. 2. Runi H. Olsen Bragdið 4.47.6 min 3. Cecil Weihe Bragdið 5.10,4 min. 4. Guttorm Sørensen Treysti 5.15,3 min 5. Jón Ellingsgaard Torshavn 5.33,5 min. 3000 m menn 1. Guttorm Sørensen Ireysti 9.30,6 min. 2. Sølvi R. Hansen Roysnið 9.49,2 min. 3. Rúni H. Olsen Bragdið 10.09.0 min. 4. Cecil Weihe Bragdið 10.49,8 min. 5. Jón Ellingsgaard Tórshavn 12.07.6 min. 1500 m kvinnur 1. Sunnuvá Bjarnastein Bragdið 5.15,3 min | 2. Jana Jacobsen Miðvágur 5.29,1 min | 3000 m kvinnur 1. Rigmor N. Joensen Bragdið 11.38,8 min Kúluvarp menn 1. Poul Guttesen Hoyvík 11.47m (10,81 — 11,15 — 11,43 — 10,21 — 0-0) 2. Hallgrím Hansen Tórshavn 974m (8,39 - 8,68 — 8,03 — 9,26 — 8,88 — 9,74) 3. Runi Petersen Tórshavn 8.60 m (8,27—7,52— 7,20 — 7,39 — 7,65 — 8,60) Kúluvarp kvinnur 1. Ingibjørg Poulsen Bragdið 10.67 m (9,81 —10,19 — 10,10 — 10,29 — 10,67) 2. Randi Kúrberg Bragdið 8,23 m (7,44 — 7,55 — 7,78— 8,23 — 7,40) Í 1500 m renning hjá kvinnum slóg Sunnuvá Bjarnastein tíggju ára gamla føroyska metið, sum Tordis Debes úr Havn setti á oyggjaleikunum i Føroyum í juli 1989. Gamla metið var 5.16,7 min. Og Ingibjørg Poulsen setti triggjar ferðir nytt føroyskt met í kúluvarpi og bøtti tilsamans um gamla metið við 72 cm. Undanfarna metið, sum Ingibjørg sjálv setti í apríl í ár, var 9,95 metrar.