týsdagur 18. mai 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
$
4
tb Sa
LE
—
2
1
NR. 91 - 18. MAI 1999
itrottar
21
liga høgi, men sera breið-
vaksni finnin prógvaði enn
einaferð, at tað er nakað
um fyribrigdið finsk sisu.
Ahola gekk nærum hálva-
fjórðu ferðir í ring, og har-
við ognaði hann sær 1230
stig. Aftaná at Ahola hevði
roynt seg, kom túrurin so til
Regin Vágadal. Tað gekk
skjótt hjá Regini at byrja
við, men so líðandi fór eisini
hann at mødast, men
spenningurin var stórur. tá
hann slepti stongini, tí eing-
in 1Vi var um, at hann var
sera nær við avrikið hjá
Ahola. Tíverri vísti tað seg.
at Regin var einans 25 stig
aftan fyri finnan, og tískil
hevði tað verið nokk fyri
Regin, um bert hann hevði
tikið eitt fet aftrat
Svenski risin, Magnus
Samuelson, royndi seg
beint eftir Regin, og eisini
hann var sera nær við teir
báðar. Ahola og Vágadal.
og tá úrslitið hjá honum
kom, vísti tað seg, at hann
var fullkomiliga javnur við
Regin. Eftir Samuelson
royndu á-víkavist ungarin
Fekete og islendingurin
forfi Olafson seg. men
hvørgin teirra kom nær
námind av teimum trimum
fremstu.
Næsta kappingin var at
halda tveimum tunnum,
sum vigaðu 200 kilo hvor.
leysar av vøllinum, so leingi
sum gjørligt. Hetta er ikki
sterkasta kappingargreinin
hjå Regini, og hann noydd-
ist eisini siggja bædi Ahola
og Samuelson standa seg
betur, saman við Torfa
Olafsyni, sum vann hesa
kappingina. Heyði Regin tó
hildið tunnum eitt sekund
longur, hevði hann verið
framman fyri svian, men so
var ikki.
Mettu at Regin setti
heimsmet
Aðrenn næstseinastu kapp-
ingina hevði finnin trygga
leiðslu. Hann hevði higartil
ognað sær 42 stig, meðan
Regin Vágadal á øðrum
plássi hevði 37,5 stig, tvey
meiri enn Magnus Sam-
uelson.
Kappingargreinin, sum
luttakararnir nú skuldu
royna seg í, var kaggalast-
ing. Hetta er ein av teimum
greinunum, sum Regini
dámar best, og hann spílaði
seg eisini veruliga út í hesi
kappingini. Luttakararnir
kappaðust tveir og tveir, og
fyrst royndi Regin Vágadal
seg ímóti Magnusi Samuel-
son. Hendan kappingin var
sera jøvn, og báðir vóru
nærum flúgvandi. men tá ið
tann semasti av teimum
seks kaggunum, sum vigaðu
100 kilo hver, bleiv lyftur
upp á pallin, hevði Regin
akkurát munin. Tíðin hjá
Regini var 32,44, og fleiri av
hinum luttakarunum vildu
vera við, at hetta var
skjótasta tíðin í heiminum
nakrantíð. Joku Ahola
royndi seg beint eftir teir
báðar, men hann gjørdi
einki við svian og føroying-
in, og hóast hann segði seg
hava runnið fyri lívinum. so
var hann eini trý sekund
aftan fyri teir báðar. Ahola
segði seg als ikki skilja, at
nakar kundi klára at lasta
kaggarnar so skjótt. sum
Regin gjørdi tað. Hendan
kappingin endaði við, at
Regin Vágadal vann
framman fyri Magnus Sam-
uelson og Joku Ahola. með-
an Veneberg, Olafson og
Fekete endaðu í nevndari
raðfylgju.
Ahola er ótrúligur
Seinasta kappingin var
sokallaða Wheel Flip, har
luttakararnir = kappaðust
tveir og tveir í at koppa
einum hjóli, sum vigaði 300
|
|
-Kom nú Regin! Gentan hjá Regin, Maiken Drangberg,
royndi at eggja manni sínum fram á mál
Mynd: Jens K. Vang
Íslendingurin, Torfi Ólafson, stóð seg ikki so væl í ár sum í fjør, men hann vann tó eina kappingargrein
kilo, átta ferðir eftir
vøllinum so skjótt sum
gjørligt.
Magnus Samuelson var
stórfavorittur til at vinna
hesa kappingina, men eisini
her visti Ahola sina styrki
og vann kappingina. Sein-
asta kappingagreinin var
skipað so, at fyrst vóru tað
Veneberg og Fekete, ið
royndu seg, tí teir lógu sum
ávikavist nummar seks og
fimm. Síðani vóru tað Olaf-
son og Samuelson, sum
lógu nummar fýra og trý.
áðrenn oddafiskarnir
royndu seg. Joku Ahola
hevði undan seinastu kapp-
ingini hálvttriðja stig meiri
enn Regin Vågadal, og finn-
in fleyg eisini avstað við
hjólinum og var nærum
tíggju sekund framman fyri
føroyska risan. Munurin
millum Ahola og Samuel-
son var gott hálvtannað se-
kund, so Regin gjørdist
nummar trý í seinastu
kappingargreinini.
Megnaravrik hjá Regin
Joku Ahola vann sostatt
kappingina um at gerast
The Atlantic Giant 1999 við
56 stigum. Regin Vågadal
gjørdist nummar tvey við
51.5 stigum. og tað kann
ikki sigast at vera annað
enn eitt megnaravrik hjá
honum at enda so ovarlaga
í kappingini, millum annað
framman fyri heimsins
sterkasta mann, Magnus
Samuelson, sum fekk 49,5
stig.
Kappingin í ár eydnaðist
betur enn tann i fjør. tí tað
gekk nógv skjótari iyri seg.
og tað var ikki so, at áskoð-
ararnir noyddust at bíða
serliga leingi eftir luttaka-
runum. Somuleiðis var veð-
rið eisini fyrireikarunum til
vildar. og tað hevur nógv at
siga
Eftir kappingina handaði
býráðsformaðurin. Leivur
Hansen. luttakarunum
steyp og takkaði fyri. at teir
vildu koma hagar at kapp-
ast
Eingin ivi er um, at kapp-
Ingin eigur at vera aftur
næsta år, ti hon er so mikið
væl eydnað. og haraftrat er
tað neyvan nakar annar før-
oyskur ítróttarmaður. ið
stendur seg so væl í altjóða
høpi sum Regin Vágadal.