týsdagur 18. mai 1999síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 18. MAI 1999
Lagt til rættis:
Eirikur Lindenskov
tíðindablaðið +50)
ut at koyra
Snøkki Tovota Yaris í Akkersvík á Hvitanesi. Lítil, men kortini stórur..
Nýggjasta og minsta skotið
frá Toyota er tann litli, fitti
og snøggi Toyota Yaris, sum
nú avloysir Toyota Starlet.
Toyotaumboðið í Føroy-
um fekk ein av teimum
fyrstu Yarisbilunum, sum
komu til Norðurlond — og
nakrir eru longu at síggja á
føroysku vegunum.
Gongdin hevur seinnu ár-
ini verið, at bilaframleiðarar
hava lagt seg eftir at gera
teir lítlu bilarnar bæði minni
og stórri. Skilt á tann hátt,
at meðan teir fylla minni og
minni í vavi, so veksur kab-
inurúmið.
Toyota Yaris er einki und-
antak í so máta — tvørtur-
ímóti, tí Toytaverkførding-
arnar hava brotið úr nyggj-
um.
Bilaummælarar úti í
heimi hava mett, at bilurin
serliga skuldi havt møgu-
leikar hjá teimum ungu -
og tað tykist eisini, sum um
framleiðarin hevur lagt seg
eftir at lata bilin í frískum
litum — sum kanska serliga
eggja ungfólki, ella teimum,
sum fegin vilja vera ung
Bilurin er lítil, men vakur
og sera væl innrættaður.
Hóast lítil í vavi, so er gott
pláss oman fyri høvdid - og
tann við longum beinum sit-
ur eisini væl í bilinum
So hegnisliga *r innrætt-
að. at tú kanst sjálvur velja,
um betra plássið skal vera
fyri ferðafólkið ella viðfor-
ið. Baksetrið kann togast
heilt fram til framsetrini
og tá verður rættuliga gott
pláss í viðførisrúminum
Verður baksetrið hinveg
in skumpað heilt aftur,
minkar viðfórisrúmið. men
kortini verður tað ikki minni
enn 205 litrar. Bera vit sam-
an við eitt nú VW Lupo, so
hevur hann 130 litra vidfør-
isrúm meðan Ford Ka hevur
180 litrar.
Annað sermerkt við bili-
num eru instrumentini — kil-
ometurvísari o. a. Alt hetta
er digitalt- og tú skalt snara
høvdinum fyri at kunna lesa
tað, tí tað er plaserað mið-
skeiðis í bilinum. Eisini er
tað lagt soleiðis til rættis, at
tað bara er førarin sum sær,
hvat tólini vísa — og tað tyk-
ist, sum um at tú lesur heilt
frammi frá kúfangaranum.
Hetta sigst verða gjørt,
fyri at førarin ikki skal um-
stilla eyguni, tá hann skeitir
eftir kilometurvísaranum,
meðan hann koyrir. Kanska
smart — men kanska frustr-
erandi...
Onkur segði, at hetta var
smart, tá tú hevur konu ella
vermóðir í bilinum — so fáa
tær ikki brokkað seg!
Sum vera man, so brennir
Yaris ikki nógv. Enn fæst
hann bert við 1.0 I motori
við 68 hk við 6.000 snún-
ingum. Seinni kemur ein
1.3 útgáva — og verður bíð-
að eitt sindur longri, so fæst
hann eisini við síðuairbags.
Bilurin verður framleidd-
ur í Japan, men frá ár 2001
verður Yaris framleiddur á
Myndir: Jens Kristian Vang
Yaris fyri tey ungu
Teknisk data
Skrokkur: 3 ella 5 hurðar. Lond/breidd/
hædd:3,62x1,66x1,50m. Vidførisrim 205 — 305
litrar. Asafråstøda 2,37 m. Hjólídekk: 175/65 R
14. Eginvekt frå 825 kg, bensintangi 65 litrar.
Motorur: 4 sýl, bensin, 988 ccm, 68 hk v/6.000
snún. 90 Nm v./4.100 snún.
Avrik: Toppferð 155 km/t. 0-100: 12,0. Nýtsla
(midal) 17,5 km/l. Co2: 134 gram/km.
eini nýggjari verksmiðju í
Valancinnes í Norðurfrak-
landi.
Yaris-motorurin verður
frá ár 2001 framleidudur á
Toyotaverksmiðjuni í Dee-
side í Wales.
Toyota Yaris verður ann-
ars tann fyrsti Toyota við 12
ára trygd móti gjøgnumter-
ing.
p % Alvor Haraldsen
Nullhugsjonin 3
Jon Kragesteen
I bilum, å motorsukklum, å prutlum og å sukklum
sita fólk. Og fólk eru eisini til gongu. Fólk gera
feilir, og feilir kunnu vera orsøk til óhapp ella
vanlukkur. Tað ber ikki til at fyribyrgja øllum
óhapp. Hinvegin ber til at fyribyrgja, at ferðslu-
óhapp fora til vanlukkur, har fólk verða álvarsliga
skadd ella lata lív.
Í grundini er tað hetta, sum Null-hugsjónin snýr
seg um - at tað verður góðtikið, at óhapp henda,
men ikki, at tey hava álvarsligar fólkaskaðar við
sær. Skaðar, sum henda í ferðsluni, skulu verða
lektir eftir nokrum vikum, annars eru teir ov
álvarsamir. Null-hugsjónin ber í sínum skjaldrar-
merki, at tað eru tey veikastu - tey, sum eru mest
útsett fyri at vera skadd - ið skulu vera avgerðandi
fyri, hvussu feråsluumhvørvid er háttað. Útfrá
hesum skulu ferðmorkini verða sett - útfrá hesum
skal vera gjørt av, hvussu vegir verða gjørdir og
annars alt tað, sum neyðugt er, fyri at Null-
hugsjónin kann verða rokkin. Har tað ikki ber til
at skilja fólk til gongu og á sukklu burtur frá
bilferðslu, t.d. í ibudarøki ella í okjum, har fólk
ganga til handils, má ferðin á bilunum verða sett
niður.
Tað kann ikki verða undirstrikað nóg ofta, at tað,
sum hevur mestan týdning fyri, hvussu avleið-
ingarnar av einum - kanska bara lítlum - mistakið
kann taka seg út, er ferðin. | Føroyum hava vit
tvey alment galdandi feråmørk, nevniliga 80 km/
t uttanfyri bygt oki og 50 km/t í bygdum eki.
Vanliga hugsanin millum fólk er, at 50 km/t er ikki
nógv ferð. Og rætt er tað, at á góðum og breiðum
vegi, har útsynið er gott og bilurin er stórur og
nýggjur, kunnu 50 km/t tykjast at vera sniglaferð.
Men 50 km/t eru íkki at spæla við. Situr tú í bili, ið
rennur á við hesi ferð og lat okkum siga, at tú
vigar 75 kg, skalt tú vita, at vektin hjá tær, orsakað
av rersluorkuni, sum ferðin á bilinum gevur, er
okt 33 ferðir, og er nú næstan hálvt triðja tons.
Her skal eisini verða nevnt, at tað kemur meira
enn so fyri, at fólk sita við barni í fanginum og
billa sær inn, at tey megna at halda barninum,
um okkurt skuldi hent. Er talan um ársgamalt
barn, sum vigar 10 kg, okist vektin hjá barninum
við 50 km/t upp í 330 kg. Hevur tú henda veruleika
í huga, er ikki logið, at bilbeltini gera tann stóra
munin, sum tey í veruleikanum gera
Men tað er sjálvandi ikki bara inni í bilinum, at 50
km/t gera mun. Fyri at lýsa, hvussu stórur mun-
urin er í millum at koyra við 30 km/t og 50 km/t,
skal hetta domi verða sett fram. "Ein bilforari
koyrir við 30 km/t og sær eitt barn koma út á
vegin 15 m frå sær - tað eru góðar 3 billongdir
Bilforarin megnar at steðga bilinum 1 m framman
fyri barnið! Hevði hann harafturímóti koyrt við 50
km/t, hevði hann júst megnað at nema við brems-
una, tá ið hann koyrdi á barnið. Tað vil siga, at
barnið hevði verið åkoyrt 50 km/t. Hetta er Ogv-
uslig domi, men hetta er veruleikin og royndir
visa, at verða fólk ákoyrd við meira enn 30 km/t
so er einki at gera, so liggja tey eftir á. Er ferðin
minni enn 30 km/t, er møguleiki fyri at yvirliva og
jú minni ferðin er minni álvarsligur verður skaðin.
Ein av aðaltáttunum í Null-hugsjónini er tí, at 30
kmt/ verður sett sum alment galdandi ferðmark í
ollum økjum, har tað ikki ber til at skilja fólk til
gongu og á súkkiu burtur frá bilferðslu, t.d. sum
áður nevnt i ibudarøki ella í okjum, har fólk
ganga til handils.