hósdagur 20. mai 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 20. MAI 1999
sum báðir á ungum árum
høvdu gingið á Sorø og tik
ið studentsprågv haðani
Eins og Sigurd og Hans
hevði Karl stóran áhuga fyri
målningalistini, og byrjaði
tíðliga at ogna sær máln
ingar
- Eftir, at Hans Niclasen
var ellismerktur, var tað
Karl sum í nógv ár umsat
handilin og umhvorvið
rundan um hann. Karl var
morgunmaður sum fáur.
Mong av teim eldru minn-
ast, hvussu tíðliga bóka-
handilin var opin. Tey, ið
vóru tíðliga á fótum. fingu
tey feskastu blødini at lesa
Týðandi útgevari
av bókum
Utgávuvirksemið hjá H. N
Jacobsens bókahandli hevur
frá fyrstan tíð verið sera
fjølbroytt. Malan Marners-
dóttir, limur í nevndini fyri
grunnin, greiddi frá útgáv-
uvirkseminum
UÚtgávuvirksemið tykist
at vera byrjað í 1870. Tá gav
H. N. Jacobsen Brúðarvís-
una út á fyrsta sinni. Tað
varð áðrenn hann sjálvur
hevði fingið prentsmiðjuna
upp at standa, og eisini áðr-
enn Færð Amtstidende fekk
sína prentsmiðju. Tí er
brúðarvísan prentað í Keyp-
mannahavn, og síðani er
hon komin í óteljandi
broyttum og víðkaðum út-
gávum.
- H. N. Jacobsen gav út
eitt tað seigasta tíðarritið í
Føroyum Gudmundur
Bruun fór undir at geva
Færøsk Kirketidene út og
árið eftir, í 1891, yvirtók
bókahandilin sjálva útgáv-
una, fyrst í tvey ár. So kom
steðgur í, sambært tí John
Davidsen skrivar í 100-ára
minningarritinum um H. N
Jacobsen. Sonur H. N. Jac-
obsen, dr. Jakob Jakobsen,
vildi sleppa at geva eitt
stórri og meira alment upp-
lýsandi tíðarrit út, gott og
imyndingarrikt, sum sømdi
ritstjøranum, og Heimdalur
var ætlanin, at tíðarritið
skuldi eita. Men tað varð av
ongum, og tí tók H. N. Jac-
obsen útgávuna av Færøsk
Kirketidende uppaftur. Tíð-
arritið skifti í 1956 navn til
Kirkjutíðindi.
- Bókahandilin hevur giv-
ið fleiri bøkur hjá dr. Jak-
obsen út. Fyrst Færøsk
Sagnhistorie í 1904 og í
1907 saman við Vilhelm
Prior, kongliga Hofbóka-
handlinum í Keypmanna-
havn Diplomatarium Færo-
ense, tað er Føroyskt fodn-
brævasavn. Færøske Folk-
esagn og Æventyr kom fyrst
út í Keypmannahavn. Tað
var Samfundet til Udgivelse
af gammel nordisk Littera-
tur, sum gav tað stóra savnið
út frá 1898 til 1901. Seinni
yvirtók H. N. Jakobsen hesa
útgávuna. Og í 1957 gav
bókahandilin Greinir og rit-
gerðir hjá dr. Jakobsen út
við inngangi eftir Chr. Matr-
as. Gamli bókahandil hevur
á henda hátt verið ein sera
týðandi útgevari av bókum.
sum hava vísindaligan týdn-
ing
Songbókin
og Almanakkin
Millum fyrstu føroysku
bókaútgávurnar vóru læru-
bókurnar ein stórur partur
Bókahandilin gav í hvussu
er stavingar- og lesibøkur-
nar út, eftir at føroyskt var
blivið rættilig lærugrein og
undirvísingarmál í skúla-
num eftir 1938. Pisubókina
og Harubókina hjá Evensen
og Barnabókina í 1923 hjá
Hans Andriasi Djurhuus
kenna mong av okkum sum
eru í fjørutunum og eldri frå
fyrstu skúlaárunum. Gamli
Bókahandil gav eisini yrk-
ingasøvnini hjá „fólkakær-
asta skaldi“ okkara, H. Á
Djurhuus, út og seinni tey
sjey Ritsavn-bindini.
Utgåvuvirksemid hjá
Gamla Bókahandli hevur á
henda hátt fyrst av øllum
verið fólksligt so at siga.
Lesibøkurnar, sagnirnar og
ævintýrini eru fólkaogn og
Songbók Føroya Fólks ikki
minni.
- Fyrsta føroyska song-
bókin var Føriskar vysur,
sum kom út í Keypmanna-
havn í 1892. Í henni standa
sangir, sum studentarnir
høvdu yrkt til føstulåvinst-
veitslurnar á Garði í Keyp-
mannahavn síðan 1876.
Longu í 1899 kom ein nýgg
songbók við Songum og
sálmum. Ur hesum báðum
songbókum reis Songbók
Føroya Folks, sum kom út
tíðindablaðið
Asa Winther og Marsanna Debes,
á fyrsta sinni í 1913. Tá gav
eitt bókmentafelag, Hitt før
oyska bókmentafelagið,
bókina út. Tað vóru Kristin
í Geil og Rasmus Rasmus-
sen sum greiddu hana til
prentingar. Frá tí at Song
bók Føroya Fólks kom út í
1920 og til niggjunda útgáv -
an kom í fjør summar, hevur
H. N. Jacobsens Bókahandil
verið útgevari. Hetta er
sangbókin, har tjóðskapar
ligi samleiki okkara savn
aður. Í sangunum hjá Jó-
annesi Paturssyni, Hans
Andriasi Djurhuus, Mikkj-
ali á Ryggi, Frændum, Kára
P. og mongum ødrum finna
vit lýsingar av, hvat tað
merkir at vera føroyingur
Er Songbók Foroya
Fólks eitt flaggskip hjá bók-
ahandlinum, so er Alman-
akkin tað ikki minni - henda
bók við tí koptiska navni-
num sum býtir árið sundur
í mánaðir. vikur og dagar,
og umfatar nógvar upplýs-
ingar av astronomiskum og
jarðbundnum slag
- Gamli Bókahandil hev-
ur á henda hátt serliga givið
afturvendandi rit út. Og til
fyri fáum árum síðani hevði
bókahandilin sína egnu
prentsmiðju. og tí lá tað so
væl fyri at geva slíkar bøkur
út. Prentarayrkið er nógv
”roytt og er fyri ein stóran
art vorðið digitalt. Hesi
seinastu árini eru hesar báð-
ar høvudsutgåvurnar hjá
»okahandlinum digitaliser-
aðar, so at tað er uppaftur
ættari enn fyrr at skipa fyri
endurskodadum og dag-
ørdum útgávum.
- Sum smågenta gekk eg
inn til Helga Justinussen i
Fransabrekkuni og hugdi
at bókum og keypti iva
leyst eisini onkrar skúla-
bókur har. Seinni var
Nýggi Bókahandil komin á
Glade Hjørn, og meðan eg
gekk i studentaskula var
tað øgiliga smart at keypa
bøkur har, men ólíka
meira spennandi at ganga
og sneyta í Gamla Bóka
handli, segði Malan
Marnersdóttir
Frá vinstru Óli Jákup Christoffersen, nevndarformadur í partafelagnum fyri H. N Martin Thomsen, prentari á prenstmiðjuni hjá H. N. Jacobsens Bókahandli. Martir
Jacobsens Bókhandil, og tey trý í neyndini i Grunni H. N. Jacobsens Bókhandil, Mal rekur nú sjálvur gomlu prentsmiðjuna, sum hann leigar frá Bókahandlinun
an Marnersdóttir, Jóhan K. Joensen og Halgir W Poulsen