fríggjadagur 21. mai 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
NR. 94 - 21. MAI 1999
tíðindablaðið
Sjálvandi ger lønarvøksturin at
avreiðingarprísurin fer at lækka
Vit hava ongantíð dult, at fer lónin upp, fer
tað eisini at raka avreiðingarprísin, sum vit
eru fórir fyri at lata skipum og bátum, sigur
Fiskavirking
Stóðan er tann, at eftir tveimum árum versnar okkara kappingarføri níggju milliónir
Spuringurin er, hvor skal betala tað. Vit klára ikki at betala alt sjálvi. So tað er eyðsæð.
at skip og bátar koma at bera sín part, verður sagt á Fiskavirking
AKI BERTHOLDSEN
Sjálvandi kemur tað eis-
ini at raka avreiðingarprísin,
at lønirnar á landi fara upp
Bæði Leif Høj og Leivur
Michelsen á Føroya Fiska-
virking siga, at haðani hev-
ur tað ongantíð verið dult,
at ein lønarhækking á landi,
eisini fer at ganga útyvir
tann prís, sum Fiskavirking
er ført fyri at lata skipum
og bátum í avreiðingarprísi.
Vit hava spurt landins
størsta fiskakeypara um teir
eru samdir við tí, sum Fróði
L. Ejdesgaard, útróðrar-
maður førir fram í samrødu
á síðu 5 í hesum blaðnum.
Og á Fiskavirking siga
teir, at tað er ongin ivi um,
at lønarhækkingin til ar-
beiðsfólkið á landi fer at
ganga útyvir fiski- og út-
róðrarmenn.
Men eftir, hvat skilst á
teimum bðaum, verður tað
ikki so, at allur kostnaðurin
av lønarhækkingini verður
nryvan turkaður uppí fiski-
og útróðrarmenn.
— Helst fer avreidingar-
prisurin at lækka eitt sindur
sum ein avleiding av lønar-
hækkingini. Men tad er
mark fyri, hvussu nógv,
prísurin kann lækka, tí so
fara skipini bara uttanlands
at avreiða.
— Hvussu nógv avreiding-
arprísurin tí fer at lækka,
veldst tí í stóran mun um,
hvussu hørð kappingin ver-
ður um fiskin millum okk-
um og útlond.
Men vit kunnu ikki
rokna við, at fiskavirkini
kunnu taka alla lønarhækk-
ingina å seg. Skipini koma
at bera eitt sindur.
- I longdini verður tað
eisini so, at vit fara at fara
at gera framleiðsluna meiri
automatiska fyri at varð-
veita framleidsluførid so at
meiri kann framleiðast fyri
somu lønarutreidslur.
Sostatt verða færri fólk á
virkjunum.
Men tað dugur Leivur
Michelsen ikki at síggja
sum tann stóra trupulleikan.
Sumt arbeiði á fiska-
virkjunum er ótrúliga eins-
táttað, og tað er sumt, sum
tað er trupult at fáa fólk til.
Samstundis er kapping-
in um arbeiðsfólkið harðnað
seinastu tíðina og útlit eru
til, at kappingin fer at
harðnað enn meiri, ikki
minst um oljuvinnan tekur
seg upp.
- So um summar funkti-
ónir á fiskavirkjunum verða
automatiseraðar, = heldur
hann ikki bilar so nógv.
Leif Høj á Fiskavirking,
sigur, at Fiskavirking hevur
roknað seg fram, at lønar-
hækkingin til arbeiðsfólkið
á landi fer at kosta
Fiskavirking millum 30 og
50 oyru eyka í lónarútreiðsl-
um fyri hvert kilo av
virkaðum fiski.
Men teir hava eisini sett
tað upp uppá ein annan
máta.
Lønarhækkingin kostar
eini 10 oyru fyri hverja
krónu, bátar og skip. a
reiða fyri.
Tvs, at hvørja ferð av-
reitt verður fyri 10 krónur
og svarar lønarhækkingin til
eina eyka útreiðslu uppá
eina krónu, tá ið fiskurin
verður arbeiddur.
Leif Høj sigur annars, at
arbeiðsgongdin er serstak-
liga nógv efffektiviserad
seinastu årini.
Stødan er tann, at fyri
10 årum, tå id råfiskagrunn-
urin virkadi, var råvøru-
keypið 40% av samladu út-
reiðslunum hjá virkjunum,
lønirnar vóru somuleiðis
um 40% útreiðslunum og
aðrar útreiðslur vóru um
20%
- Men nú eru útreiðslur-
nar til råvørukeyp heilar
70% -75% av samlaðu út-
reiðslunum og lenarút-
reiðslurnar eru 20%
— Tað merkir, at fram-
leiðslueynini eru munandi
batnað seinastu árini.
Men tað merkir sam-
stundis, at tann stóru út-
reiðsluposturin er nú fiska-
keypið.
Leif Høj sigur, at margi-
nalarnir í fiskivinnuni eru
nú so smáir, at tað skal 6-
trúliga lítið til, áðrenn av-
reiðingarprísurin verður á-
virkaður.
Si eisini atfinningarnar
hjá Fróða L. Ejdesgaard
á bls 5.
> SANSIR TEL 355 355
UU
við Atlantic Airways |
til Aberdeen
hósdag
til
mánadag
Brentwood 230 7
fyri AA |
Fráferð år Føroyum 10. juni.
Íroknað prisin er flogferð vid ferdaavgjøldum og innivist við morgunmati
… vika i i Aberdeen
fyri 74
Fráferð úr Foroyum 17. júni.
Íroknað prísin er flogferð við ferdaavgjøldum og innivist við morgunmati
Ferðin skal bíleggjast hjá
Atlantic Airways 333 900
A
Atlantic Airways
Tel 333 900 - Fax 333 380