fríggjadagur 21. mai 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 94 - 21. MAI 1999
leir, sum føra fiskin til lands bera prisin ti løn
tíðindablaðið SOSÆNLTIT
5
arhækkingin førir til prisfall å fiski:
Fiski og útrøðrarmenn bløda fyri
lønarhækkingina til arbeiðsfólkið
Avreiðingarprísurin er longu fallin sum ein avleiding av lønarhækkingunum til ar
beiðsfólki á landi, sigur Fróði L. Ejdesgaard i Oyndafirði. Seinast teir avreiddu, fingu
teir 80 oyru minni fyri kilo, enn teir fingu næstseinast
— Vit hava longu merkt, at avreiðingarprísurin
er lækkaður. Orsøkin er, at tað, sum lónin á
landi hækkar, verður bara drigið frá avreiðing-
arprisinum, so at vit fáa minni fyri fiskin aftur-
fyri, sigur Fróði L. Ejdesgaard
AK! BERTHOLDSEN
—-Lønarhækkingarnar til
arbeiðsfólkið á landi fara
ikki at kosta fiskavirkjun-
um eitt oyra
- Tað verða tvørturim6ti
vit, fiski- og útróðrarmenn,
sum koma at bløda fyri, at
arbeiðsfólkið nú skal hava
meiri í løn.
Fróði L. Ejdesgaard, út-
róðrarmaður í Oyndafirði,
sigur, at tað er onki høpi í
gremjingunum hjá stjórun-
um á fiskavirkjunum á landi
um, hverjar avleiðingar
lønarhækkingarnar til ar-
beiðsfólkið á landi fara at
fáa fyri virkini.
--M.a kundu vit týsdagin
endurgeva stjóran á Føroya
fiskavirking fyri at siga, at
lønarhækkingin kom at
kosta Fiskavirking 9 milli-
ónir í eyka lønarutreidslum
um árið.
Og fyri at standa seg í
kappingini noyddust Fiska-
virking nú at gera fram-
leiðsluna meiri automatiska
við teirri avleiding, at tað
verða færri arbeiðspláss á
virkjunum.
Bæði stjórin á Bakkafrost
og stjórin á Rækjuvirkinum
á Oyri vóru samdir í hes-
um.
Vit mugu blaða
Men hesum er Fróði L. Ejd-
esgaard í Oyndafirði alt
annað enn samdur í.
— Sannleikin er, at løn-
arhækkingingin fer hvørki
at kosta Fiskavirking, ella
nøkrum ødrum virki eina
krónu.
— Tí veruleikin er tann, at
tað, sum lønirnar hækka,
verður bara tikið frá fiski-
og útróðrarmonnum.
— Tvs, at avreiðingarprís-
urin fer at lækka tað, sum
lønirnar hækka.
— Sostatt verða tað vit,
fiski- og útróðrarmenn, sum
koma at bløda fyri. lønar-
høkkingarnar til arbeids-
fólki á landi.
Men fyri at eingin mis-
skiljing skal standast av,
leggur hann dent á, at hann
lønarhækkingin til arbeiðs-
fólkið skal vera teimum væl
unt, tí hann heldur, at tey
hava verið afturútsiglt í
fleiri ár.
— Men stjórarnir á fiska-
virkjunum skulu bara ikki
óátalaðir sleppa at billa
fólki inn, at tað eru teir, sum
koma at bera kostnaðin av
lønarhækkingunum, og at
yvirskotið fer at verða væl
minni næsta á av hesi orsøk.
— Tí í veruleikanum eru
fiski- og útróðrarmenn, sum
koma bera alla lønarhækk-
ingina.
— Fiskakeyparar eru ikki
býttari enn so, enn at teir
rokna aftureftir, líka av døg-
verðaborðinum niðri í
Evropa, allan vegin upp í-
gjøgnum ketuna, heilt út um
bryggjukantin í Føroyum.
— Hvør skal hava sitt, og
tað, sum so verður eftir,
verður latið skipum og bát-
um í avreiðingarprísi.
— Tvs, at hækka útreiðsl-
urnar í onkrum av hesum
millumliðum, endar tað alt-
íð við, at avreiðingarprís-
urin lækkar samsvarandi.
— Og soleiðis er eisini í
hesum føri. Nú eru tað løn-
irnar til arbeiðsfólki á landi,
sum eru hækkaðar og eisini
tað verður drigið frá avreið-
ingarprísinum
Fróði L. Eidesgaard sigur,
at teir hava longu lagt merki
til, at prísirnir eru falnir.
— Næstseinast, vit av-
reiddu, var prísurin 5,80 kr.
fyri kilo av upsa. Seinast vit
avreiddu, fingu vit bara 5
krónur.
— Hartil skal eisini sigast,
at tað var nógvur fiskur til
og tað gjørdi sjálvandi sítt
til, at prísurin lækkaði.
— Men tað er ikki øll frá-
greiðingin uppá, at prísurin
lækkaði.
— Tí seinast vit avreiddu,
fingu vit óinnballað at vita
frá fólki á virkjunum, at løn-
arhækkingin kostaði teim-
um 50 oyru fyri kilo, og tað
sóu vit eisini aftur í avreið-
ingarprísinum, sigur oynd
firðingurin
Hann heldur, at tað er 6
møguligt at forða fyri hesi
gongdini
Vit liva í einum fríum
landi og er fiskurin ov dýr-
ur, lata teir bara vera við at
keypa hann
Tað eru heldur ikki so
nógvir keyparar, at kapp
ingin er so øguliga hørð og
opin. Hartil eru vidurskiftini
smá og keyparar skifta frá
einum virki á annað. so teir
kenna hvønn annan
Heldur tú sostatt, at fiska
keyparar tosa meiri saman
enn gott er, ella at teir bein
leiðis gera innanhysis av
talur um prís, so kappingin
í veruleikanum ikki er so
horð sum teir látast, at hon
)
er
Nei, so galið mugu vit
ikki trúgva at tað er. Mer
viðurskiftini eru so smá. at
tað slepst ikki undan. at fólk
tosa saman, sigur Fróði |
Ejdesgaard
Sí eisini viðmerkingar
frå Føroya Fiskavirking á
bls 3.
Roknskaparleiðari
Til Tryggingarfelagid Føroyar verður sekt eftir roknskaparleiðara.
Starvið
Leiðarin stendur fyri roknskapar- og bókhaldsdeildini og skal skipa
fyri, at deildin altíð virkar væl og er ajour við sínum arbeiði.
Roknskaparleiðarin hevur m.a. ábyrgdina av
perioduroknskapum, deildarroknskapum, ársroknskapum og
gðrum møguligum roknskaparuppgerðum fyri allar deildir og
dótturfelog
figgjarætlanum og uppfylging av teimum
likviditetsuppgerðum
hagtølum
Førleiki
Tann, sum setast skal i starvið må hava góðan roknskaparligan
førleika, og dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir,
leidaraevnir- og royndir. Lenin verður ásett eftir nærri ávtalu.
Umsóknir
Skrivlig umsókn skal í seinasta lagi 28. mai sendast til
Tryggingarfelagid Føroyar, att. Gunnar í Lida, stjóra.
Allar umsóknir verða vidgjørdar í trúnaði.
TRYGGINGARFELAGID
Kongabrugvin
P.O. Box 329
FØRSYAR