Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

þú R Nr. 94 — 21. MAI 1999 tíðindablaðið Marita Petersen, stjóri á Sernámsdeplinum: - Tað er trupult at eiga brekað børn og so samstundis verða noydd at renna frá Peri til Pól fyri at fáa hjálp og vegleiðing. Tað er ein veikleiki í øllum skipanunum. Fingu vit eitt samstarv millum almanna- og heilsuverkið og undirvísingarverkið, kundu mannagongdunum, sigur Marita Petersen TURIÐ KJØLBRO Venjingarmøguleikarnir hjá føroyskum børnum. ið hava brek ella serligan tørv, eru avmarkaðir í Føroyum. Ser- námsdepilin eigur uppgáv- una at geva hesum børnum møguleikar at mennast. utt- an mun, hvar tey búgva. hvør tørvurin er. um tey ganga í heimliga skúlanum. ella um tey eru innskrivað á Sernámsdeplinum I seinastuni hevur verið frammi í fjølmiOlunum, at barnagarðurin á Sernáms- deplinum varð lagdur niður fyri góðum ári síðani, uttan at nakar veit orsøkina til tað, og uttan at annað tilboð er komið ístaðin til børn við serligum tørvi. Stjórin á Sernåmsdeplinum, Marita Petersen, visir aftur, at barn- agarðurin á stovninum nakrantíð er latin aftur. - Tað er ikki rætt. at barn- agarðurin er niðurlagdur. Virksemið í smábarnadeild- ini er lagt nakað um. Eini fimtan børn um dagin ganga til taluundirvising hjá talu- lærarum umframt, at fleiri hundrað børn úr øllum land- inum koma til eygleiðing. I tíðarskeið koma nøkur børn við ymiskum trupulleikum úr gøllum Føroyum tvær- tríggjar ferðir um vikuna fast, sigur Marita Petersen. Brúka føroyskan kunnleika | . Ynski hevur verið frammi frá foreldrum at spastiskum børnum um at útvega før- oyskum børnum viðgerð og venjing í tråd við Petø-vid- gerðina, ið fæst á Craigh- albert Centre í Skotlandi Leiðarin og stigtakarin til henda kenda stovnin, Lille- mor Jernquist, var í Føroy- um á kunningarferð í farna mánaði, og hon beyð sær til såmstarv við føroyingar viðvíkjandi teim smáu børnunum - Vit hava umrøtt fleiri ferðir, um Sernámsdepilin skal hava eitt serligt tilboð til hesi børnini. Eg dug! ikki at siga, um Petø-vidgerdin er tað einasta rætta, men nógv av tí, hon er kend fyri. hevur í nógv ár verið og verður enn brúkt her. Vit arbeiða við at skipa virk- semið í smábarnadeildini eftir summarfrítíðina so leiðis. at nøkur børn, eini fimm. ið hava brúka fyri regluligari venjing, m.a. eis- ini Petø-venjingum, kunnu koma her til skipaða venjing í longri ella styttri tíðar- skeið. Hetta førir so við fær. at børn sum skulu til eyg- leiding, mugu bíða eitt sind- ur longri. Sernámsdepilin er fyri øll børn upp til åtjan år um alt landið. Ti må stovn- urin alla tíðina hugsa um at brúka orkuna væl og skila- gott soleiðis. at hon kemur øllum landinum til góðar - samstundis sum vit mugu leggja dent á at varðveita serkunnleikan sum er at hava børn við serligum tørvi. Kann tad hugsast, at Ser- námsdepilin fær í lag sam- starv við Craighalbert Centre í Skotlandi ? - Tað havi eg als ongar tankar um í løtuni. Havi fingið innbjóðing frá Lille- mor Jernquist um at koma til Skotlands at síggja, hvat tey hava at bjóða, og tað hevði uttan iva verið áhug- avert. Men tað er umráðandi at vita áðrenn. hvor tørvurin í Føroyum er og hvørja orku vit longu hava. Vit eiga eis- ini at kanna, hvat vit kunnu gera her og nú, og hvat vit kunnu miða ímóti at røkka í framtíðini, sigur Marita Petersen. Samstarv millum verkini Sernámsdepilin er ein und- irvísingarstovnur, hóast partur av sernåmsfrødiliga virkseminum er stuðul, venjing og annað. Er talan um beinleiðis viðgerð, er tað uppgávan hjá almanna- heilsuverkinum. Vit áttu at fingið eitt betri skipað samstarv við almanna- og heilsuverkið. Tað er í grundini skeivt, at Sernámsdepilin, ið kennir brek og trupulleikar hjá børnum, ikki samstarvar við almannaverkið. Vit hava roynt fleiri ferðir at fingið eitt samstarv. Grundin til, at tað ikki hevur eydnast er, at talan er um tvey ymisk verk. ið hava hver sína játtan og ivør síni prinsipp at jåtta eftir. Undirvísingarverkið ær jåttan til rakstur. Stovn arnir fáa eina ávísa upp- rædd játtaða á fíggjarlógini uttan mun til, hvussu nógvir yrúkararnir eru, meðan al mannaverkið hinvegin um- situr lógarbundnar útreiðsl ur og játtar eftir til tørvi til ivønn einstakan við heim- ild úr eitt nú barnaforsorg- arlógini - Lóggávan er ein trupul- eiki, men tað hevði borið til at almannaverkið keypti tænastur frå føroyskum ser konum eins væl úr útlandi- num. Eitt samstarv millum verkini kundi verið háttað soleiðis, at undirvísingar- verkið sum serkunnleiki selur tænastur til almanna- verkið. Hetta hevði borið til við verandi lógargrundar- lagi - Tað kundi hugsast, at við fingu samstarv í lag við før- oyskar fysioterapeutar, ið hava servitan innan okið Tað er skilagott at hyggja út um landoddarnar og vita, hvat vit kunnu fáa har, men vit eiga í mest møguligan mun at keypa serkunnleika í Føroyum. Vit vita jú, at tað eru fakfólk í Føroyum, ið hava rættiliga stóra og breiða fatan og vitan um trupulleikar hjá børnum. Uttan mun til, um tað al- manna velur at keypa tæn- astur i Foroyum ella i Skot- landi, eru tað foreldur at brekaðum børnum í Fóroy- um, sum kenna seg slept uppá fjall. - Eg skilji foreldrini, ið kenna seg svikin. Tað er trupult at eiga børn, ið hava brek og serligan tørv. og so samstundis verða noydd at renna frá Peri til Pól fyri at fáa nøktandi hjálp. Tað er ein veikleiki í ollum skipa- nunum - Fingu vit eitt samstarv við almannaverkið, kundu fleiri børn verðið hjålpt. So leingi einki samstarv er, mugu foreldur at børnum, sum hava serligan tørv, bæði venda sær til almann- averkið og undirvísingar- verkið. Eftir mínum tykki fleiri børn verið hjålpt, og vit høvdu sloppið undan tungu átti alt barnagkið verið lagt saman, tvs. allar heimildir og lóggávur á barnagkinum. Tá høvdu vit sloppið undan yvirlappingum og tungu mannagongdunum, sigur Marita Petersen Tað er ikki rætt, at barnagarðurin er niðurlagdur. Virksemið í smábarnadeildini er lagt nakað um, sigur Marita Petersen 10 kenna seg svikin Langur frakki VÅGSBOTNUR - FO 100 TORSHAVN - TLF. 320840 Fæst eisin knælongd - Skilji væl foreldrini, . , 11 fyri 999,-