leygardagur 22. mai 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 95 — 22. MAI 1999
Nr. 95 — 22. MAI 1999
Bumbuspreinginin i tinghúsinu gjørdi
stóran skaða: Hol varð sprongt á grundina
og nakað av klædninginum skrædnaði. Allir
rútarnir brotnaðu og gipsmyndirnar av
Fríðrikki 7. og 8. eins og gipsmyndin av
Kristiani 9. brotnaðu, meðan myndin av
Kristiani 10. varð standandi óskadd
á bumban brast í tinghúsinum í 1945
Stutt eftir miðnátt hin 18. september 1945 stukku havnarborgarar úr svgvni av
hvøllum bresti: Løgtingid varð bumbað - og rútar brotnaðu um allan miðbýin...
Eirikur Lindenskov
Nakað eftir miðnátt tann 18.
september í 1945 stukku
havnarborgarar úr svøvni av
hvøllum bresti. Orsøkin var,
at ein bumba brast í løg-
tingshúsinum.
Talan var um eina dyna-
mitbumbu, sum løgd varð
undir útnyrðingshorni á
tinghúsinum. Men tann ella
teir, ið løgdu bumbuna,
vórðu ikki funnir, hóast løg-
reglan lovaði 5.000 krónur
til tann, ið kundi geva upp-
lýsingar, ið førdu til at
brotsgerðin varð uppklárað.
Hol varð sprongt á grund-
ina og nakað av klædningi-
num skrædnaði. Allir rútar-
nir brotnaðu og gipsmynd-
irnar av Fríðrikki 7. og 8.
eins og gipsmyndin av
Kristiani 9. brotnaðu, með-
an myndin av Kristiani 10.
varð standandi óskadd.
Rútarnir fóru í kommun
uskúlanum hinu megin
Vaglið, á telefonstødini, i
fleiri handlum í Niels Fin-
sensgøtu og niðri í Vágs-
botni.
tíðindablað
Ikki uppklárað
Gitingarnar vóru nógvar
um, hvør kundi hava framt
brotsverkið, og tíðindi utt-
anlands, eitt nú úr Svoríki
søgdu beinleiðis, at tað vóru
misnøgdir persónar úr sjålv-
styrisrørsluni, sum stóðu
aftan fyri sprengingina. Pol-
itiken skrivaði, at tað kundi
eingin ivi vera um, at mot-
ivini vóru politisk.
Okkara egnu blød skriv-
aðu dúgliga um málið, men
hóast tað ongantíð var lov-
aður so nógvur peningur
fyrr í Føroyum til menniskj-
q
5414118
ajagstran, so varð hin seki
ikki funnin.
Tað vóru harðar politisk-
ar rembingar í Føroyum um
hetta mundið, tá framtíðar
stóða Føroya - eins og nú -
stóð ovast á breddanum.
Hetta var um tað mundið,
tå tingið vid 13 atkvødum
fyri samtykti nidurskurdin
av pundinum ur 22,40 kr i
19,34 kr, meðan Fólka-
flokkurin og Sjålvstyris-
flokkurin sum mótmæli
rýmdu av tingi.
Føroyingar áttu tá tríggj-
ar milliónir krónur pund
sterling í Onglandi, sum á-
góði fyri ferskan fisk, ið
varð seldur oll krígsárini.
Løgtingsval varð útskrivað
dagin fyri bumbubrestin at
vera 5. november.
Kann málið uppklárast?
Hóast nógvar gitingar, so
varð ongantíð uppklárað.
hvor framdi bumbuspreng-
ingina.
Politiska stríðið um ríkis-
rættarligu viðurskiftini varð
vaft upp í illgerðina, og hetta
førdi sum vera man til stóra
illstødu.
Hvussu var og ikki er ikki
enn komið alment fram -
men vóru motivini ikki pol-
itisk, so kann talan hava
verið um vanliga ungdóms-
beistagerð - onkur, sum ikki
hevur vitað, hvussu stóran
skaða fá kilo av dynamitti
kunnu gera...
Er tað so, at kriminella
firningarfreistin er 50 ár, so
er kanska onkur í dag, sum
kann greiða henda 54 ára
gamla loynidómin?
Kelda og myndir:
Eygað Nr. 3 1974