Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 4 - 7. januar 2005 UTTAN ÚR HEIMI Ferðavinnan skal mennast aftur Nógv av teimum væl umtóktu frítíðarplásunum í Tei- landi vórðu fullkomiliga oyðiløgd av flóðalduni annan jóladag, og myndugleikarnir rokna við, at ferðavinnan fer at missa umleið hálva aðru milliard krónur um mán- aðin teir næstu mánaðarnar. Men teilendska ferðavinnan hevur ikki mist mótið, men tað fer at krevja vælvild frá bæði myndugleikum og fíggjarstovnum, skal vinnan menna seg aftur. Stjórnin í Bangkok hevur boðað frá, at hon fer at veita vinnuni lagalig lán, men ein talsmaður hjá ferðavinnuni sigur við Reuter, at tað er ikki nóg mikið. Hann roknar við, at bankarnir mugu eisini lata vinnuni lagalig lán, og at tey eiga helst at vera avdráttarfrí tey fyrstu trý árini. Tey, sum mistu matstovur, gistingarhús og onnur frí- tíðarhús í flóðalduni, sleppa neyvan at byggja aftur á gomlu grundina. Myndugleikarnir hava sagt, at í fram- tíðini skulu slík hús byggjast longri burtur frá strondini. Á annan bógv Forsetin í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva, kann vera væl nøgdur við tað, sum hann hevur avrikað tey bæði fyrstu árini í embætinum. Hagtølini vísa, at Brasil hevði 220 milliardir krónur í avlopi á handilsjavnanum í fjør, og tað er met. Infla- sjónin er komin niður á sjey prosent, og samanumtikið er búskapurin vaksin fimm prosent tað seinasta árið. Hetta samsvarar nøkunlunda við tey mál, sum forsetin setti sær, tá hann varð valdur, men tað vóru bara tey fægstu, sum væntaðu, at hann fór at røkka teimum. Kortini hevur Lula verið fyri hvøssum atfinningum, tí hann hevur gjørt ov lítið fyri at bøta um tey sosialu viðurskiftini. Tað lovaði hann eisini í valstríðnum, og nú sigur hann, at tey bæði næstu árini verða tey sosialu málini ovast á dagsskránni. Eitt nú ætlar hann at hækka minstulønina, tey fátæku skulu fáa størri stuðul, og teir fátæku bøndurnir skulu fáa meiri jørð at dyrka, sigur forsetin. Vístu gamlar myndir Síðani annan jóladag hava sjónvarpsstøðir og bløð havt nógvar myndir, sum skuldu lýsa flóðalduna í Suður- asia, men nú vísir tað seg, at í fleiri førum var talan um gamlar myndir. Eitt nú hava fleiri sjónvarpsstøðir og bløð havt myndir, sum eru tiknar har eysturi í Kina í september í 2002, tá áin Qiantangjiang floymdi upp um áarbakkar- nar. Hetta hendir á hvørjum ári, og ferðafólk í stórum tali streyma til Kina at hyggja at fyribrigdinum. Í september í 2002 vóru myndirnar serliga ógvusligar. Tað komst av, at gloprarregn hevði elvt til brádligt áarføri. Á fleiri av myndunum síggjast ferðafólk renna sum fyri lívinum, tá vatnið fer upp um áarbakkarnar - júst sum annan jóladag, tá flóðaldan skolaði inn yvir strendurnar við Indiska havið, skrivar Aftenposten, sum var eitt av bløðunum, ið nýtti tær gomlu myndirnar. Stórt virki á heysin Skiftirætturin í Tromsø fór í gjár undir at viðgera fyri- tøkuna Troms Pelagic, eftir at nevndin hevði boðað frá, at hon gav skarvin yvir. Tí skal fyritøkan nú viðgerast sum trotabúgv. Troms Pelagic hevur verið ein av teimum stóru fiski- vinnufyritøkunum í Norðurnoregi. Virkið hevur tikið ímóti sild og lodnu, sum virkið hevur skorið til flak og fryst, men tey bæði seinastu árini hevur úrslitið verið vánaligt. Sambært Nordlys hevði virkið einar tíggju milliónir krónur í halli í fjør, og eginpeningurin er nú negativur. Sum eina roynd at venda gongdini tók virkið eisini ímóti svartkalva í fjør, men heldur ikki tað gav nakað av sær. Umleið 60 fólk hava arbeitt á Troms Pelagic, tá mest var at gera, men tey noyðast nú at finna sær okkurt annað at gera. Sambært Nordlys er lítið, sum bendir á, at nakar annar fer at lata virkið uppaftur. Síðani 1990 hava 197.000 jødar úr gamla Sovjetsamveld- inum valt at búseta seg í Týsklandi, men nú vilja týskararnir ikki hava fleiri INNFLYTARAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá tað kommunistiska stýr- ið í Eysturtýsklandi fall í 1990, samtyktu týsku myndugleikarnir, at jødar í gamla Sovjetsamveldinum, sum kendu seg hóttar, kundu búseta seg í Týsk- landi, vildu teir tað. Hetta komst av, at gamla Eystur- týskland vildi ongantíð átaka sær nakra ábyrgd av, at Hitler-stýrið beindi fyri seks milliónum jødum, so nú vildi tað sameinda Týsk- land bøta um hetta. Hesi fjúrtan árini síðani eru 197.000 jødar fluttir úr gamla Sovjetsamveldinum til Týsklands. Í løtuni bíða 27.000 aðrir eftir innferðar- loyvi, men nú vilja týskarar- nir ikki hava fleiri. Orsøkin er, at nógv teir flestu jødar- nir, sum eru komnir til Týsklands, liva av almanna- veitingum. Tí hava myndug- leikarnir gjørt av, at í fram- tíðini tekur Týskland bara ímóti teimum jødunum, sum kunnu ávísa, at teir vænta at fáa eitt arbeiði har. Tað kann tykjast løgið, men í veruleikanum er tað Ísrael, sum hevur lagt trýst á týsku stjórnina fyri at fáa hana at sýta teimum nógvu jødunum uppihaldsloyvi, skriva týsk bløð. Tað hevur nevnliga víst seg, at jødar vilja heldur búseta seg í Týsklandi enn í Ísrael. Eitt nú fluttu 19.200 eysturevr- opeiskir jødar til Týsklands í 2002, meðan 18.000 valdu at búseta seg í Ísrael. Søgur vilja vera við, at einir 50.000 jødar eru fluttir úr Ísrael til gamla Sovjetsam- veldið. Teir hava so tveitt tað ísraelska passið burtur og hava síðani søkt um uppihaldsloyvi í Týsklandi ístaðin fyri. – So løgið tað ljóðar, er Týskland vorðið eitt Para- dís fyri jødar, sigur ein lim- ur í einum jødiskum felags- skapi við týsk bløð. Myndugleikarnir í Teilandi hava givið boð um at grava 150 metrar langar hóp- gravir til útlendsk ferðafólk, sum doyðu í flóðalduni FLÓÐALDAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Bretska blaðið The Times visti í gjár at siga, at Reyði Krossur í Teilandi hevði fingið boð frá myndugleik- unum um at grava fleiri hópgravir nærhendis einum templi í býnum Bang Mu- ang 130 kilometrar norðan fyri frítíðarbýin Phuket. Seinni frættist, at 20 slíkar gravir eru longu grivnar. Ein teilendskur embætis- maður váttaði fyri The Tim- es, at útlendsk ferðafólk verða jarðað í hópgravun- um, so skjótt teir útlendsku serfrøðingarnir eru lidnir við sínar DNA-kanningar. Hvørt lík fær ein merkiseð- il. Ætlanin er so, at líkini skulu gravast uppaftur og sendast til heimlandið, tá tað er endaliga staðfest, hvørji tey eru, segði em- bætismaðurin. Síðani flóðalduna hava teilendigar goymt lík av útlendskum ferðafólkum í kølibingjum, men tey skulu nú jarðast í hópgravunum, hava myndugleikarnir gjørt av. Týskland vil ikki hava fleiri jødar Útlendsk ferðafólk jarðast í hópgravum Teilendingar ætla at jarða fleiri túsund ferðafólk í hópgravum