Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 5 - 8. januar 2005 48 Pages á størsta ungdomsfestivali í Europa 21.januar kl.22.30 danska tíð skulu før- oyski heavy punk rokkararnir úr bólk- inum 48 Pages seta fót á pallin í "Europas Største Ungdoms Festival 2005". Eisini vitja teir eitt studio. KONSERT tíðindaskriv 48 Pages. . . Succes! 48 Pages var uttan iva størsti og mest hart arbeinði bólkurin í 2004. Bólkurin hevur fullført langt meira, enn hvat van- ligi føroyski tónleikarin hevur. Konsertir hava verið hildnar nærum hvørt viku- skifti, fløgu aktuellir, hópin av fjepparum, egnar t- shirts, dýrar "professjonell- ar" plakatir, stórar konsert- ferðir og tað seinasta er festivalurin í Danmark og spildurnýggja heimasíðan www.48pages.net. Sum kann sigast er ein "feit" heimasíða, sum øll skuldu nýtt. Festivalurin...Gesta tónleikari... 48 Pages fer nú í januar mánaði til Danmarkar at luttaka í "Europas Største Ungdoms Festival 2005", sum fer fram í býnum Aalborg. Yvir 150 bólkar luttaka við í hesum festivali hvørt ár. Og í fleiri ár á rað hava føroyskir bólkar funnið sær vegin við stórari hjálp frá Karl Anton Klein, stjóra á ART "Áhugafelag Rokk Tónleikara". Á festivalinum hava bólkar millum annað, Di og HTV vitjað. Sum vóru kendu bólkarinir frá Marg- arinfabrikkini í sínari tíð. Festivalurin fer fram í kendu "Aalborg høllini" og er bygdur upp í ca. 7 pallar. Og okkara føroyski bólkur hevur megnað sær at fingið størsta og ein tann mest vælumtókta pallin. Tiltakið byrjar 21.jan kl.18.00 og endar 22.jan á midnátt. Við hevur bólkurin eitt heitt, feitt og intenst pro- gram. Og aftur við hesum kryddra teir tað við at taka pallin við Boga Berg, guitar legendan úr pop bólkinum Speaker, sum er farið aftur um bak. Studio Umframt stóra festivalin, fer bólkurin saman vid leiðara teirra Karl Anton Klein, inn í eitt av teimum vælumtóktu studionum í Århus. Leingi hevur verið tosað um seriøsar innspælingar. Og hetta fara teir so at royna. Bólkurin hevur fleiri eldri upptøkur m.a. á "Und- irgrunds rokk" fløguni Ampaljóð. Og eisini eru tað fleiri heimagjørdar studio- upptøkur, sum kunnu takast niður av heimasíðu teirra www.48pages.net. Men endamálið hjá bólk- inum við at hoppa ein túr yvir til tær dýru mikrofon- urnar er eitt sindur ivasamt, men tosað verður um eina fløgu, sum skal økja um føroyskan rokk tónleik og tónleik sum heild. Tosað verður eisini um bestu føroysku fløguna tú nakrantíd fer hoyra. Comeback.. Bólkurin er mannaður vid ungum og evnaríkum tón- leikarum. Í eitt ár hava teir hildið saman og tað hevur gingid sterkt. Tó fara tveir av limunum á háskúla nirði í eitt hálvt ár, men teir lova at koma aftur vid fullum "comeback". 48 Pages í kuldatunnils- goymsluni í Fuglafirði Mynd Finnur Justinussen Landsverk liggur hev- ur nógv jørn í eldin- um til frama fyri sam- ferðslukervið í Før- oyum. Tunnil og havn í Svínoy er eitt teirra SAMFERÐSLA Snorri Brend Hóast búskaparligu útlitini hava verið betri fyri før- oyska samfelagið, so darv- ar tað kortini ikki arbeiðin- um hjá Landsverki við at planleggja framtíðar sam- ferðslukervið kring landið. Í eini nýggjársheilsan frá stjóranum í Landsverki, Oyvindi Brimnes vísir hann á, at teir longu eru farnir undir ymiskar for- kanningar av tunnlum kring landið. Her er talan um tunlar í Dali, norður um fjall í Borðoynni og í Leir- vík, har forkanningarnar longu eru gjørdar, meðan ein er byrjaður uppá for- kanningarnar av tunli og havn úti í Svínoy. Í Myki- nesi og í Skúvoy er Lands- verk við at vera liðugt við forkanningunum av lend- ingunum á hesum báðum útoyggjunum. Víst verður á, at havnin í Vági er liðug, og tann í Nólsoy er um at vera liðug, eins og Landsverk hevur staðið fyri gerð av sam- ferðsluhavnini á Trongis- vágsfirði og á Syðradali á Kalsoynni. Annars kann envnast, at Landsverk hevur verið byggiharri á nýggja bygn- inginum hjá Landssjúkra- húsinum, sum er tikin í nýtslu. Tey eru í løtuni við at staðfesta,hvussu ein íløga í flogvøllin í Vágum kann gerast best møguligt, sæð í mun til onnur pláss. sb Forkanningar av tunnlum og havnum www.sosialurin.fo