Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2005 3 Løgmansskrivstovan sigur á heimasíðu síni hósdagin, at løgmaður hevur sent samkenslufjarrit til granna- lond okkara, sum hava mist borgarar orsakað av flóð- alduni í Fjareystri. Løgmaður hevur sent samkenslufjarrit til Svørík- is, Noregs, Danmarkar og Finnlands, ið øll hava mist borgarar í hesum ófatiliga sorgarleiki, boðar Løg- mansskrivstovan frá. Eisini hevur Føroya løg- maður sent samkenslu- fjarrit til stjórnirnar í lond- unum í Fjareystri, ið eru so meint rakt av vanlukkuni. Stjórnarvaldini í India, Sri Lanka, Indonesia, Tailandi, Maldivoyggjum, Malaisia, Bangladesj, Myanmar og Somalia hava fingið sam- kenslufjarrit úr Tinganesi, stendur at lesa á heimasíð- uni hjá Løgmansskrivstov- uni. ej Løgmaður sent samkenslufjarrit