Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 Nr. 95 — 22. MAI 1999 Róðrarkempurnar úr Fysturoynni spenna á og fingu bátin at ganga sera skjótt Føroyskur kappróður eigur at fara út um landoddarnar at kappast Fyri trimun vikum síðan var manningin á Eysturoyingi niðri á Scillyoygginum og róðu kapp. Við í ferðalagnum vóru eisini umboð fyri tvey oljufeløg, Amerda Hess og Atlants Kolvetni. Eisini vóru umboð fyri føroysku fjólmiðlanar Orð og myndir Jonhard Hammer 28 fjórðingar í ein útsynning úr Lands End liggja oyggjanar Scilly. Navnið á oyggjunum merkir Sóloyggjanar, og tað er kanska ikki ringt at gita, hví oyggjanar hava fingið hetta navnið. Veðurlagið er sera gott, og tað er ikki so stórur munur á sumri og vetri. Tað eru einans 9*C á muni millum miðalhitan um veturin og á sumri. Oyggj- arnar eru sera smáar, men nógv- ar í tali, tilsamans 95. Tað búgva einans fólk á 5 av oyggjunum. Scilly eru ikki nakrar fjalla- oyggjar, bara smáir bakkar, men tær eru sera vakrar. Allatíðina sært tú eina nýggja sjón. og tær nógvu víkirnar og nesini gera, at oyggjarnar eru sera vakrar. Sjálvt um landið ikki er eitt fjallaland, so er tað sera fugla- ríkt. Mangan verður tikið til, at nú fara fuglarnir suðureftir, tá kuldin kemur til Føroya, men næstan ongantíð verður sagt hvar. Scillyoyggjanar er eitt stað, har føroyskir flytifuglar fara, vit kunna m. a nevna lunda, lomvigu, álku og tjóðfugl okkara tjaldrið. Liva av ferðafólkið Tað búgva einans 2000 fólk á Scillyoyggjunum fast, men um summarið kann tað koma heilt upp til 10.000 fólk. Tað er ferða- vinnuni, sum fólkið livir av, summarsesongin er sera long. Tað er ikki so nógvur ídnarður á oyggjunum. Teir framleiða blomstur og nakrir fáir fiskibátar eru eisini Søgan um Giggin Báturin, sum føroyingar róðu við „var ein sum onglendingar kalla ein GIG. Báturin er millum 28-30 fót til støddar. Hann var av fyrstan tíð ikki bygdur til kappróður. men var brúktur til lodsbåt. Grundin til at tað er so nógv brúk fyri loðsbáti á Scilly- oyggjunum er, at har eru so nógvar oyggjar og sker. Av tí ein kundi forvinna nógvan pening við at verða loðsbátur, vóru tað nógvir bátar, sum bjóðaðu seg fram, og tað ráddi um at verða fyrstur út til skipini. Ofta vóru tað nógvir bátar, sum kappast at verða fyrst, og her fingu menn hugskotið at skipa fyri kapping millum bátanar. Manning av Orkneyoyggjunum: Allir eru blindir, uttan róðursmaðurin... A — Sk