leygardagur 22. mai 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sål
Nr. 95 — 22. MAI 1999
Flott úrslit
Tað vóru 65 bátar í kappingini,
og báturin sum manningin á
Eysturoyingi róði við æt So-
wenna. Hetta er ikki av bestu
bátum, tí seinasta ár gjørdist
båturin nr 18, og tann mann-
ingin sum róði við honum gjørdi
av at byggja sær ein nýggjan
bát.
Kappingin var skipað soleiðis,
at í fyrsta umfari róðu allir 65
bátanir í senn. Hetta var ein
langur teinur. Róð var fýra kilo-
metrar, og í fyrsta umfari gjørd-
ist manningin á eysturoyingi nr
18 og kom síðani í B-bólkin. har
komu allir bátar sum høvdu eina
plasering millum 13 og 24
At verða nr 18 var als ikki eitt
úrslit sum eysturoyinganir vóru
nøgdir við. Nei, her mátti okkurt
gerast. Valt var at leggja um at
rógva sum hinir, hetta var ein
stór satsing, men tað riggaði. Og
Sowenna kom fyrst á mál og
vann B-bólkin
Í finaluni gjørdist Sowenna ni
8, hetta var eitt sera flott úrslit.
sum vit føroyingar kunnu verða
sera stoltir av, næsta år er fyrsta
plássið málið søgdu róðrarkemp
urnar úr Runavík
Framtíðin
Hetta er avgjørt nakað vit mugu
fara at satsa uppá, sigur Jóhann
Mortensen frá Amerada Hess.
Her er ein ftrOttargrein, sum vit
kunnu gera okkum galdandi í,
og tað skal ikki nógv til fyri at
vit kunnu teljast millum teir
tríggjar teir bestu. sigur Jóhann.
Hann heldur, at vit sjálvandi
skulu satsa uppá kappróður, tí
tað er tjóðarítróttargrein okkara,
og vit vita, at tað eru sera nógv
gott rórðarfólk í Føroyum . Fyri
at kunna náa toppin mugu um-
stødunar hjá rógvarinum betrast.
Teir mugu venja meir, og vit
mugu helst hava ein nýggjan bát
fyri at náa toppin. Alt hetta er
sera kostnaðarmikið, sigur Jó-
hann Mortensen, og heldur tað
kanska hevði verið eitt hugskot
at fingið aðrar fyritøkur eisini at
stuðla rógvarunum. Tað kundi
verið, at ein fyritøka stuðlaði
einum rógvara, so teir møguliga
kundu vant í 14 dagar áðrenn
Jóhann Mortensen og konan hyggja eftir kappróðrinum í báti
kappingina.
Nógvar kappingar
Tað er ikki bara á Scillyoyggi-
num, at tað verður róð kapp,
sigur Jóhann Mortensen. Vit eru
bodnir at koma til Hollands og
til Sudurafrika at rógva kapp.
Tað er eingin avgerð tikin, um
vit fara at tekna okkum til nakra
kapping, sigur Jóhann. Vit mugu
fyrst fara at kanna, hvat tað
kostar at luttaka. Hann leggur
aftrat. at áhugin fyri at fáa før-
oyingar at rógva er sera stórur
eftir túrin á Scillyoyggjunum,
har gjørdi manningin á Eystur-
ingi eina sera góða reklamu fyri
Føroyar.
Amerada Hess vil
byggja førovingum bát
A fråfaringarsamkonunini, ið
var hildin á Scillioygginum,
segði Jan frá Amerada Hess, at
tann dagin at olja bleiv funnin
við Føroyar vildu teir byggja
føroyingum ein nýggjan bát
Hetta er kanska ikki so langt frá
nú. Tá ið vit hava fingið av
klárað markið við bretar. So
vónadi verður tað ikki so long
tíð. til vit fara at finna olju við
Føroyar, og vit síðani fara at fáa
ein nýggjan bát at rógva við
Møguliga leiga flogfar
til Scillyoyggjanar
Scillyoyggjanar mugu upplivast
Hetta var nidurstødan hjá øllum
ferdalagnum, og tað var eisini
greið semja um, at vit eiga at
fara niðuraftur næsta ár at rógva
Fyri at gera tað møguligt at fáa
fleiri ferðafólk niður til Scilly
oyggjanar, fara vit at kanna, um
tað letur seg gera at leiga eitt
flogfar til Onglands, sigur Jóhan
Mortensen. Grundin til at tað
verður kannað, hvat tað kostar at
flúgva beinleiðis til Onglands er,
at tað kostar so nógv at ferðast
gjónnum Danmark. Vit rokna
við, at tað er nógv bíligari at
flúgva til Onglands, og síðani
sigla út til Scillyoyggjanar. Um
tað ikki er ov kostnaðarmikið,
rokni eg við, at tað skuldi ikki
verið nakar trupulleiki at fingið
ferðafók við til Scillyoyggjanar,
sigur Jóhann Mortensen at enda.
tíðindablað
Bjarni Rubeksen , Sjónvarp
Føroya
Hvat heldur tú um
Scillioyggjanar?
Tær skulu upplivast, fólkið og
landslagið gongur uppí eina
hægri eind. Tað kann saman-
| berast við at koma til Mykin-
| esar fyrstu ferð. Tað er friðar-
| ligt, og nátturan er fantastisk,
og har er nakað sum gevur
intrykk allatíðina: havið veður-
lagið, vøksturin og tað at Scill-
ioyggjanar eru eitt lágt land. Tá
| ið tú skalt onkrastaðni, leigar
tú bát heldur enn taxa.
Heldur tú, at tað er vert at fara
niður har at rógva kapp hvørt
ár?
Ja sjálvandi, hetta er ein fan-
tastisk gularót, sum kann gera
at kappróðurin á stevnunum
kann gerast sera spennandi.
Hetta er ein ítróttargrein, sum
vit vita at vit duga, og tað
skuldi ikki verið nakar trupul-
leiki at blivi millum teir bestu.
Hvat kunnu vit gera fyri at fáa
eitt betri úrslit?
Vit mugu venja meir við slík-
um bátum fyri at læra tekn-
ikkin, sum hinir brúka. Tað
heyði kanska verið eitt hug-
skot, at manningin vandi burt-
urav í 14 dagar áðrenn teir fóru
avstað, fyri at koma í somu
venjing sum aðrir
Leif Láadal Dimmalætting
Hvat heldur tú um
Scillyoyggjanar?
Tær eru ikki so silly, sum
navnið sigur. Scillyoyggjanar
hava eitt fantastiskt veðurlag.
Um vit høvdu havt tað sama
veðurlagið í Føroyum, so vildi
eingin klagað um veðrið.
Heldur tú, at tað er vert at fara
| niður har at rógva kapp hvort
| ar:
Ja, tað er tað vert. Hatta er ein
stór ítróttarlig avbjóðing. Hatta
er ein eyka virdisløn og ein
gularrót fyri føroyskan kapp-
róður.
Hvat kunnu vit gera fyri at fáa
eitt betri úrslit?
Føroyingar mugu læra seg at
rógva sum bretar, frantsmenn
og hollendingar. Teir toga árar-
nar fram við síðuni, tí tað gevur
betri kraft. Um vit klára tann
teknikkin til fulnar, so koma vit
heilt víst til tops. Eitt hugskot
hevði kanska verið at havt tveir
bátar i Føroyum, so kundu vit
Petur Elias Petersen ÍSF
Hvat heldur tú um
Scillyoyggjanar?
Oyggjanar eru eitt sera gott
feriuplåss, veðurlagið er sera
gott, og tad såst tydiliga, at
oyggjarnar ikki vóru slitnar av
ferðafólkið. Eitt, sum hugtók
meg nógv, tað var oyggin
Tresko, har vóru plantur úr
øllum heiminum
Heldur tú, at tað er vert at fara
niður har at rógva kapp hvørt
ár?
Ja, hetta er ein fínur máti at
koma út um landoddanar at
rógva kapp. um vit kunnu fáa
hetta sponsurerað, so skulu vit
heilt sikkurt luttaka, tí vit
Hvat halda tit um?
kunnu gera okkum galdandi í
kapprórði
Hvat kann gerast fyri at fáa
eitt betri úrslit?
Fyrst og fremst at vit læra tann
sama teknikkin, sum aðrir
brúka, og at vit fáa ein róðrar-
hyl inni, sum venjast kann árið
—
Jóhannes Joensen, Formað-
ur í Rórarsambandinum
Hvat heldur tú um
Scillvoyggjanar?
Hetta vóru sera hugnaligar
oyggar - eitt upplagt stað at
halda sína feriu. Veðrið var
sera gott, líka frá mjørka til
brennandi sólskin. Hitin er
sera javnur, ikki sum hjá okk-
um
Heldur tú, at tað er vert at
fara niður har at rógva kapp
hvert ár?
Ja, tað er tað avgjørt, hetta er
ein stór gularrót hjá føroysk-
um kappróðri. Hatta er ein av
teimun fáu møguleikunum,
sum føroyingar hava at sleppa
uttanlands at rógva. Og eg
ivist ikki í, at um vit halda
fram, kunnu vit eisini gera
Føroyar kendar fyri kappróður.
Tað er ikki sum í fótbólti at vit
eru við fyri at læra. At rógva
duga vit heilt víst, vit skulu
bara læra at rógva aðrar bátar.
Hvat kann gerast fyri at fáa
eitt betri úrslit?
Tað er fyrst og fremst venjing
í hasum slagnum av báti. Eg
haldi ikki, at tað er Ogjørligt at
náa toppin, tí okkara menn
vóru líka væl fyri sum hinir
Føroyinganir høvdu kreftir til
teir komu å mål, har hinir
dragnadu, tå. Tad sum vit
mangla er at fåa teknikkin
uppá pláss, so skulu årslitini
nokk koma