Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 4 - 7. januar 2005 Tá ið limirnir í felagnum Føroysk Myndlistafólk valdu umboð til stýrið fyri Listasavnið, var tað samstundis avgerandi fyri maktjavnvágina í stýrinum LISTASAVNIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið felagið Føroysk Myndlistafólk herfyri hevði aðalfund, vóru avgerandi nevndarval á skránni, og tá ið tey etableraðu listafólkini hildu seg vera við undirlutan í hesum nevndarvali, rýmdu tey úr felagnum. Val var av nýggjum limi til nevndina í felagnum, tí Aase Bømler Olsen tók seg aftur. Valið stór millum Guðrið Poulsen og fyrrver- andi leiðaran á Listasavn- inum, Bárð Jákupsson. Guðrið Poulsen vann, og so var ein av teimum mest royndu listarmonnunum vrakaður til nevndina. Føroysk Myndlistafólk skuldu eisini velja eitt fólk í stýrið fyri Listasavn Før- oya, og her stóð valið aftur millum ein av teimum etableraðu og ein av teim- um yngru, og aftur var tað tann meira royndi, Tróndur Patursson, sum var við undirlutan í atkvøðu- greiðsluni. Fundarfólkið vildi heldur hava Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen at umboða felagið í nevndini. Javnvágin Valið av Sigrun Gunnars- dóttir Niclasen er rættiliga avgerandi fyri javnvágina millum teir báðar bólk- arnar, sum nú tykjast verða meira ella minni í opnum stríði, tá ið tað snýr seg um Listasavn Føroya. Gunnar Hoydal, sum er valdur av Mentamálaráð- num, er formaður í stýrin- um fyri Listasavnið, og hann tekur undir við sjónar- miðunum hjá teimum etableraðu listarfólkunum – til dømis um, at ein lista- frøðingur skal stýra Lista- savninum. Hini trý fólkini í stýrin- um verða ikki roknað við millum tey etableraðu list- arfólkini, men tað eru í roynd og veru tey, sum hava meirilutan í stýrinum fyri Listasavnið. Heðin Morten- sen, Helgi Fossadal og Sigrun G. Niclasen, sum loysir Astri Luihn av í stýrinum, kunnu taka av- gerðir, sum ganga ímóti formanninum. Kundi verið øðrvísi Høvdu Føroysk Myndlista- fólk hinvegin valt Trónd Patursson at umboða seg í stýrinum fyri Listasavnið, so hevði støðan verið ein heilt onnur, tí so høvdu hann og formaðurin havt meirilutan í nevndini, kom tað til skarpskeringar. Formaðurin í stýrinum vil hava ein listafrøðing í starvið sum leiðari á Lista- savninum og er ímóti inn- stillingini av Helga Fossa- dal, sum ikki hevur lista- frøðisliga útbúgving, hóast hann hevur gott innlit í list og hevur drúgvar leiðslu- royndir. Tróndur Patursson er eitt av teimum 13 listarfólkun- um, sum hevur skrivað undir yvirlýsingina um, at eina listafrøðingur skal í starvið, og sambært Dimmalætting í gjár, er tað núverandi listafrøðingurin á Listasavninum, danska Inger Smærup Sørensen, sum tey etableraðu vilja hava í starvið. Hon er ein av teimum fýra umsøkjarunum, men varð ikki innstillað av Føroyskum Myndlistafólk- um og Listafelagi Føroya. Tey bæði feløgini vilja heldur hava Helga Fossadal í starvið. Felag fyri øll Eftir aðalfundin í Føroysk Myndlistafólk meldaðu 11 listafólk seg úr felagnum, tí tey hildu, at felagið ikki umboðaði tey á fullgóðan hátt longur. Tey hildu, at tey meira etableraðu listarfólk- ini ikki høvdu ávirkan í felagnum. – Vit koma altíð í minni- luta og fáa ongantíð okkara ígjøgnum. Meirilutin eru listahandverkarar og frítíð- armálarar, og tað eru sam- stundis teir, sum fáa polit- iska ávirkan umvegis Myndlistafelagið, segði Tróndur Patursson, listar- maður, við Dimmalætting í gjár. Hesum er formaðurin í Føroysk Myndlistafólk als ikki samdir í. – Vit hava eitt felag, sum vil arbeiða til frama fyri øll føroysk listarfólk, ikki bara einum avmarkaðum bólki, sum heldur seg vera betur enn hini, sigur Kári Svens- son. Valið í listafelag var avgerandi Listamaðurin Kári Svensson heldur lítið um, at summi listar- fólk halda seg verða betri enn onnur og royna at niðurgera ein part av føroysku listarfólkunum LISTASTRÍÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er púra óskiljandi, at ein bólkur av føroyskum listarfólk skal gera seg til dómara fyri, hvat er góð list, og hvat ikki er tað. Tað sigur Kári Svensson, listarmálari og formaður í felagnum Føroysk Mynd- listafólk. – Tað eru nøkur listar- fólk, sum eftir øllum at døma halda seg vera betur enn hini, men áðrenn tey fara at finnast at listini hjá øðrum professionellum listarfólkum, áttu tey held- ur at tikið í egnan barm, sigur Kári Svensson. Listamaðurin Tróndur Patursson kallaði í Dimma- lætting í gjár listarfólkini, sum eru eftir í felagnum Føroysk Myndlistafólk, fyri »listahandverkarar«, »frí- tíðarmálarar» og fyri at plagiera onnur listarfólk. Tey etableraðu hava onga ávirkan í Listasavninum, og tí fellir støðið har, heldur Tróndur Patursson. – Eg haldi, at gáttin í Listasavninum hevur júst somu hædd, um tað er Øss- ur Mohr, Tróndur Patursson ella Bárður Jákupsson, sum stilla út har. Tú kanst altíð spyrja, hvør er ávirkaður at hvørjum listarmanni, øll fáa jú íblástur onkrastaðni – eisini Tróndur Patursson og Bárður Jákupsson, sigur Kári Svensson. Arbeiða fyri sær sjálvum Kári Svensson sigur seg vera ovfarnan av, at nøkur listafólk skulu døma um, hvat er list og ikki. – Eftir at hasin bólkurin av listarfólkum fór úr fe- lagnum hjá okkum, eru tað framvegis 20 fólk eftir, sum liva av listini og arbeiða á sama hátt sum Tróndur Patursson og onnur, sum tó halda seg vera betur enn hini, sigur Kári Svensson. – Sjálvandi skal listin koma frá hjartanum, tí annars er hon líkamikið, men skulu nøkur fá listar- fólk gera av, hvat er verulig list og ikki, spyr listarmað- urin. Kári Svensson heldur, at stríðið í listaumhvørvinum í løtuni, sum millum annað sæst aftur á Listasavni Føroya, har nýggjur leiðari skal setast, kemur av einari einfaldari orsøk. – Tað er ein klika av list- arfólkum, sum heldur seg verða betur enn hini, og sum roynir at arbeiða fyri sær sjálvum og bara sær sjálvum. Tá ið tey missa ávirkan, so vilja tey ikki verða við meir og royna at gera alt fyri at fáa ávirkan aftur. Tað er tað, sum hend- ir í løtuni, sigur hann. – Okkara felag vil arbeiða til frama fyri øll listarfólk og ikki bara nøkrum fáum fólkum, sigur Kári Svensson. Summi halda seg vera betri enn onnur Politiska listin Tríggjar nevndir hava ávirkan á, hvør skal verða leiðari fyri Listasavn Før- oya. Føroysk Myndlista- fólk og Listafelag Føroya gera innstilingar, og stýr- ið fyri Listasavnið setir leiðarin. Føroysk Myndalistafólk Kári Svensson, form. Guðrið Poulsen Sigrun G. Niclasen Listafelag Føroya Pál Weihe, form. Helgi Fossádal Marjun Sigurðardóttir Annika Marr Poulsen Malan Marnersdóttir Stýrið fyri Listasavnið Gunnar Hoydal, form. Helgi Fossadal (Malan Marnersdóttir, varalimur) Heðin Mortensen Astri Luihn (Sigrun G. Niclasen er nývald) Hevði aðalfundur hjá Føroysk Myndlistafólk spælt øðrvísi av, hevði støðan eisini verið ein onnur í stýrinum fyri Listasavnið, sum í hesum døgum er ósamd um nýggjan leiðara fyri Listasavnið Mynd: Jens Kristian Vang – Orsøkin til stríðið í listaumhvørvinum í løtuni er, at tað er ein klika av listarfólkum, sum heldr seg verða betur enn hini, og sum roynir at arbeiða fyri sær sjálvum og bara sær sjálvum, sigur listamaðurin Kári Svensson