Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 96 — 26. MAI 1999 tíðindablaðið i 5 Heimahjalpara- felagið 20 år í dag Við einum nýggjum og góðum sáttmála fara heimahjálpararnir undir eitt nýtt skeið í søgu felagsins. I dag verður móttóka í sambandi við fóðingardagin TURIÐ KJØLBRO Í dag hevur Heimahjálpara- felag Føroya 20 ár á baki. I tí sambandi hevur felagið móttøku í húsum felagsins i Fr. Petersensgøtu í Havn frå kl. 14.00 til 19.00, har øll eru vælkomin. Fyrsti formaðurin í felag- num var Sanna í Gerðunum í Vestmanna. Felagið og ar- beiðið hjá limunum eru nógv broytt, síðani stovn- ingardagin 26. maí í 1979, og stórar broytingar standa eisini fyri framman. Síðani miðskeiðis í åttatiårunum hevur Heimahjálparafelag Føroya verið limafelag i Føroya Arbeiðarafelag. Heimahjålpararnir hava i nógv år havt ynski um at fara burtur úr, og tann 31. des. í ár er felagið leyst av FA. Skerjingar Farnu árini hevur heima- røktin verið nógv skerd. Nógvar sparingar eru framdar og so seint sum síðsta summar skuldu spar- ingar aftur gerast fyri at fáa jåttanina at røkka til. For- maður í Heimahjålparafelag Føroya, Asa Djurhuus, met- ir, at nú er heimarøktin komin í eina fasta legu. - Arbeiðið hjá heima- hjálparunum er ógvuliga nógv broytt, og byggir í dag meiri á røkt enn hjálp í heiminum, sum tað gjørdi upprunaliga. Vóru meiri pengar kundi heimarøktin verið nógv ødrvisi. Hjálpin til brúkararnar er skerd so nógv sum yvirhøvur til ber. Verður hon skerd meiri, gongur tað út yvir persón- ligu røktina, og so er spurn- ingurin um politisku mynd- ugleikarnir loyva tí. Sum fakfelag eiga vit at ávirka leiðslu og politikarar, so- leiðis at tey síggja tað sum gongur fyri seg. - Eldraárið er eitt gott til- tak, sum setur fokus á brúk- aran. Tí hevur saknur verið í. Tey eldru hava als íkki verið tikin við í avgerðum, ið ávirka tey og teirra egnu framtíð. . Heimahjálpara- arbeiðið hevur øll árini ikki verið virt serliga nógv. Set- anarviðurskiftini hjá heim- ahjálparunum eru nógv verri í mun til viðurskiftini hjá øðrum starvsbólkum innan tað almenna. Tey eru viðfarin á lágum stigi. Við sáttmálanum, vit nú hava undirskrivað, koma vit eitt stig á leiðini til at limir okk- ara fáa betri sømdir og betri arbeiðsviðurskifti, sigur Asa Djurhuus. Tjak-stafettin um Torsvøll endar... Nú skal undirritaði eisini fara at runda av, eg veit litið um frælsan ítrótt, Ziska veit litíð um fótbólt, so vit gevast Fyrst ein umbering til oll fræls ítróttarfólk! Eg meini ikki, at tit í dagligu venjing tykkara, til FM og í oyggja- leikahøpi eru nøkur neyð- aregg. Tað sum sipað varð til, er at globalt/evropeiskt eru ikki so nógvir pengar í frælsum ítrotti, sum í fót- bólti. Bæði hvat viðv. sjón- varpsrættindum, sjónvarps- lýsingum, åskodarainntøk- um, sponsorum, pressuum- talu o.s.fr. Hetta eru viður- skifti, sum tit frælsu ítrótta- fólk ikki hava nakra skuld í, tað er bara so. Munur á inntøkum Uttanfyri EM, HB og OL eru tað bert nakrar fáar rennikappingar ið geva kassa. Zúrich, Oslo-Bislett, Helsinki, Strassbourg og Stockholm geva eina nøkt- andi peninganøgd. Vit í Før- oyum koma ongantíð, nak- rantid at hava møguleikan at skipa fyri eini umfatandi rennikapping, har vit kunnu skora kassan, tíverri. Í fót- bólti hinvegin, hava vit møguleikan at koma í bólk við lond sum Týskaland, Italia, Holland, Ongland, Spania, Danmark og Frak- land, har vit (eisini Tórs- vøllur!) ordiliga kunnu skora kassan. Sprintarin Carl Lewis er kanska størsti ítróttarmaður, sum nakrantíð hevur livað. Hóast hetta og hóast øll OL- gullheiðursmerkini, 10 í tali, hevur Lewis bara for- vunnið piparnøtur saman- borið við Wayne Tretzky, »Magic« Johnson, O. J. Simpson og allar hinar i NHL, NBA og NFL. Fræls- ur ítróttur er ikki kassaítrótt- ur, heldur ikki í Evropu. I næstum koma nærum 300 skotskir áskoðarar til Før- oya, ið koma at leggja nógv- an pening eftir seg. Tað verður ikki í okkara livitíð, at 300 skotar koma til Føroya at hyggja eftir frælsum ítrótti, sad but true. Skulu vit raðfesta ítróttar- greinar samfelagsbúskapar- liga áttu vit kanska at tikið tennis og golt framum. Í Oljuvinnuni og í alheims vinnulívinum — yvirhøvur vera nógvar kontaktir og upptaktir til sáttmálar skapt- ar á tennis og golfvøllum, hetta eru vit at leggja okk- um í geyma. Rudda misskiljingar Undirritaði kennir ongan, sum er ímóti at frælsa ítróttafólkið fær eina renni- breyt. Men tað sum vit fót- bóltsáskoðarar ynskja er, at lært verður av týskum og skandinavískum, og at leist- urin verður skorin eftir góð- um bretskum siði. Bretar hava rennibreytirnar leysar frá fótbóltsvallunum til stóra gleði fyri bæði fótbólt- in og frælsa ítróttin. Oslo og Stockholm hava lært av hesum mistøkum, renni- kappingarnar fara fram á Bislett (Oslo) og Olympiska (Stockholm). Stórdystirnir í fótbólti vera leiktir á Ulle- vaal og Rásunda uttan rennibreyt, hetta er vorðið sum fyrimynd. Viðv. milli- ónini hjá FSF frá lands- kassanum. so fer hon til at útbúgva venjarar, dómarar, ungdómsvenjarar, skeið- virksemi umframt fótbólts- skúlar, sum eru so væl um- tóktir millum børnini. Hetta er sama prinsipp, sum t.d. ymiskar skeiðtænastur í landinum hava. Nógv brúktur Grasvøllurin kemur at vera so nógv nýttur, sum ráðiligt er, og so nógv sum veðrið loyvir tí. Meiningin er, at tey skulu skulu læra at kenna gras undir fóti áðrenn uttanlandaferðir 0.1. Tey ymisku landslidini koma eisini at veksla millum Svangaskarð og Tórsvell til venjingar. Okkara Europa- Cup lið koma so eisini at hava nakrar venjingar á grasinum. At vøllurin so verður vetrarfridadur er einki Orimiligt í. Vit fótbóltsáskoðarar hava stóra virðing fyri øll- um teimum brøgdum Ziska- ættin hevur framt á sjónum, á landi og á leikvøllum. Tær Hera Ziska og øllum fræls- um ítróttarfólkum skal vera ynskt hartaliga góða eydnu á Gotlandi. Vit ynskja, at tað skal bresta fyri nev hjá hes- um »flotta tjaldrinum«, sum vónandi finnur sítt egna reiður uttan at skula dríta í fótbóltsreiðrið - hvørjum fer at tykjast best hjá sær. Ein rennibreyt vil ikki altjóða fótbóltinum væl, heldur ikki í Føroyum. Og so eri eg liðugur, takk fyri dystin Ziska, finn okkum nógva olju, so vit hava ráð til alt í bræði. Og vinna kenyanski Wilson Kipketer og pólska Renata Nielsen heiðurs- merki fyri Danmørk er summarið bjargað Heri Simonsen, væl meintur áskoðari P. S. Ólavur Hátún hevur ein fyrimun í hesum málin- um, og tað er, Heri Eysturlíð hevur ikki áhuga í nøkrum ítrótui yvirhøvur. Heri var einaferð í Gundadali. hann mintist ikki hver spældi, hann mintist bara, at Havnar Hornorkestur spældi í hálv- leikinum. N. B. Ein av okkara koyri- lærarum spurdi um eg eisini hevði mótmælt um hålku- breyt var løgd rundan um Tórsvell!? Asa Djurhuus, forkvinna í Heimahjálparafelagnum Væl nøgdar Semjan, ið Heimahjálpara- felagið fekk við Fíggjarmál- astýrið fríggjadagin í farnu viku og sum er tann fyrsta felagið hevur samráðst seg til uttan Føroya Arbeiðara- felag, er sera góð fyri limir- nar í felagnum, og fer at slóða fyri. at arbeiðið hjá teim hálvt fjórða hundrað virknu heimahjálparunum kring landið kemur í eina fastari legu enn higartil - Vit eru sera væl nøgdar við semjuna, tí vit hava fingið nógv týðandi viður- skifti uppá pláss. sigur Asa Djurhuus. Semjan ber í sær eina lønarhækking uppá 2% 1. juni i år umframt 2,5% uppå eftirlønina. 1. juni næsta år fer lønin aftur 2,5% upp Tær timaløntu koma frå 1. — heitum og keldum rættum frá kl. 11.30 til 14.00 Eisini ber til at fáa døgurda út úr húsinum g:528 Få Tel eN Nytt sjålvtøku- dógurðaborð í Rio Bravo Nú kunnu vit, sum nakað nýtt, bjóða vidskiftaf6lkum okkara tann møguleika, eisini at eta døgurda á matstovu okkara Vit bjóða fram stórt sjálvtókuborð við bæði Opið er mánadag til fríggjadag juni í ár uppá fyrsta lønar- stig hjá teim fastløntu. I sáttmálanum er eisini kom- ið afturat, at tá ið heima- hjálparar vegna sjúku eru úr arbeiði. verður lónin ong- antíð minni enn miðaltíma talið fyri teir seks seinastu mánaðirnar, og tað er ein munandi bati Nevndin í Heimahjálpar afelag Foroya er henda: Asa Djurhuus, formaður. Elsa B Joensen í Klaksvík. er næst- formaður, Hanna West Hvalba. kassameistari. Hildigard Djurhuus i Fugl afirði, skrivari, og Hildur Johannessen i Havn, Sunrid Thorsteinsson í Vági og Jór un Jacobsen í Miðvági eru nevndarlimir RIO BRAVO + Tørsgøta 11 * Tel. 319767