fríggjadagur 7. januar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2005
5
Brævið frá Advokatskrivstovuni til Oyggjatíðindi
Oyggjatíðindi – Att: Dan Klein, ábyrgdarstjóri:
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður hevur vent sær til undirritaða í sambandi við grein í
Oyggjatíðindum 5. januar 2005 undir yvirskriftini "Lover Boy".
Blaðið brúkar meginpartin av forsíðuni til at umtala klient mín sum "Lover Boy" og hevur á
síðu 3 eina grein um eina kontaktlýsing.
Alt innihaldið tí viðvíkjandi er tikið úr leysari luft, og hevur einki við veruleikan at gera og
tað er so hvat tað er, men bæði uppseting, innihald v.m. av greinini er grovt ærumeiðandi og
niðursetandi fyri mín klient, bæði tá hugsað verður um hansara starv sum landsstýrismaður
og ikki minst hansara virksemi í frítíðini, sum tú sjálvandi ert kunnugur um, bæði hansara
arbeiði innanfyri tónleik og innan ávísa kristiliga samkomu.
Greinin hevur eittans endamál, ið er at niðurseta virðið millum manna av klienti mínum.
Hetta verður ikki latið óátalað aftur við borðinum, og skal eg tí siga frá, at um so er, at
viðlagda avsannan ikki verður prentað í fyrst komandi blað tykkara á sjónligum stað og at kr.
10.000,- verða goldnar til Reyða Kross í sambandi við innsavningina fyri Tsunami-vannlukkuna
í Asien innan fríggjadagin 7. januar 2005, verður málið uttan aðra ávaring lagt fyri rættin fyri
brot á revsilógina § 267 og verður bæði kravt endurgjad og harðasta revsing,sambært lógina.
Virðingarmest, Jógvan P. Lassen, adv
Landsstýrismaðurin í
innlendismálum,
Jógvan við Keldu
kennir seg ærumeidd-
an av grein í Oyggja-
tíðindum, og krevur
eina avsanna frá
blaðstjóranum. Dan
Klein vil lítið siga um
kravið frá landsstýris-
manninum
ÆRUMEIÐING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Ein sjónlig avsannan á
prenti og 10.000 krónur til
Reyða Kross.
Hetta eru greiðu boðini
frá advokatinum hjá lands-
stýrismanninum
í
Inn-
lendismálum, Jógvan við
Keldu, til blaðstjóran á
Oyggjatíðindum,
Dan
Klein.
Á forsíðuni á Oyggja-
tíðindum mikudagin er ein
grein, sum viðgerð persón-
in
Jógvan
við
Keldu.
Landsstýrismaðurin í inn-
lendismálum heldur við-
gerðina í Oyggjatíðindum
verða so niðursetandi og
ærumeiðandi, at hann hev-
ur vent sær til ein sakførara.
Advokaturin hjá lands-
stýrismanninum,
Jógvan
Páll Lassen, hevur sent Dan
Klein eitt bræv, har hann
krevur av blaðstjóranum at
avsanna tíðindaflutningin
og rinda 10.000 krónur til
Reyða Kross í samband við
innsavningina fyri flóð-
alduvanlukkuna í Asia.
Ger Dan Klein ikki tað,
verður málið lagt fyri rætt-
in, har kravt verður endur-
gjald og harðasta revsing
sambært lógini.
Lesið Oyggjatíðindi
Blaðstjórin á Oyggjatíðind-
um, Dan Klein, hevur ikki
stórvegis viðmerkingar til
kravi og hóttanina um
stevning frá advokatinum
hjá Jógvani við Keldu.
- Tit fáa at vita í komandi
blað, hvørja støðu eg havi í
málinum. Eg havi onga
aðra viðmerking til málið í
løtuni, sigur blaðstjórin á
Oyggjatíðindum.
Vit royndu at fáa eina
viðmerking frá landsstýris-
manninum
í
innlendis-
málum, men tað eydnaðist
tíverri ikki. Við Norðlýsið
mikudagin segði Jógvan
við Keldu seg ikki hava
nakra viðmerking til málið,
og vísti til skrivið frá advo-
katinum.
Jógvan við Keldu krevur avsannan
Fiskavirking hevur
nú sagt øllum teimum
tímaløntu starvsfólk-
unum í Hvalba og í
Vági, úr starvi
HÓPUPPSAGNIR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú hava 89 suðuroyingar
afturat mist arbeiðið.
Røðin av arbeiðsleysum
suðuroyingum hevur verið
long nú í langa tíð, men í
gjár kundu so 89 suðuroy-
ingar afturat melda seg inn
í ALS.
Tað er Fiskavirking, sum
nú hevur sett hópuppsagnir
í verk í Suðuroynni.
Talan er um tey 89 tíma-
løntu arbeiðsfólkini, sum
hava verið knýtt at salt-
fiskavirkinum í Vági og at
Flakavirkinum í Hvalba.
Meinhard
Jacobsen,
stjóri í Fiskavirking, sigur,
at sum støðan er nú, er ikki
grundarlag fyri at halda
fram við virkseminum á
flakavirkinum í Hvalba og
á saltfiskavirkinum í Vági.
Tað var Fiskasølan, sum
hevði hesi bæði virkini.
Men tá ið Fiskavirking
yvirtók Fiskasøluna, yvir-
tók
Fiskavirking
sam-
stundis eisini virkini í
Hvalba og í Vági.
Síðani hevur lítið og onki
virksemi verið á teimum
báðum virkjunum.
Og í gjár varð so endaliga
greitt, at tað er ógvuliga
ivingarsamt, hvussu verður
við virkseminum framyvir,
tí nú eru øll tey 89 tíma-
løntu fólkini, sum vórðu
knýtt at teimum báðum
virkjunum, uppsøgd.
Tilsamans arbeiddu eini
40 fólk á hvørjum virki tað
seinastu tíðina, tey vóru
opin.
Sigast kann kortini, at
uppsagnirnar koma ikki
heilt óvart á. Tey flestu
hava mett, at talan bara
hevur verið ein spurningur
um tíð, tí síðani Fiska-
virking yvirtók virkini,
hevur at kalla ikki ein
stertur verið keyptur til
virkini at virka.
Og tey føldu seg ikki
tryggari, hóast nevndarfor-
maðurin í Fiskavirkin stutt
eftir yvirtøkuna, váttaði, at
hann kendi ikki nakað til
nakrar
ætlanir
um
at
stongja flakavirkið í
Hvalba og saltfiskavirkið í
Vági.
Fleiri milliónir í halli
Meinhard Jacobsen sigur,
at felagið, sum hevur rikið
bæði flakavirkið í Hvalba
og saltfiskavirkið í Vági,
hevur havt fleiri milliónir í
halli.
Fiskasølan, sum rak tey
bæði virkini, hevur annars
váttað, at virkini gingu illa,
men uppundir ársskiftið var
farið at síggja frægari út og
at virkini góvu avlop í
seinastuni og at vónirnar
fyri framtíðini vóru fræg-
ari.
Men hesum vísir Mein-
hard Jacobsen aftur
– Virkini góvu stórt hall,
sigur hann.
Hann fær tó ikki sagt
akkurát, hvussu stórt hallið
var. Men tað var meiri enn
bæði ein, tvær og tríggjar
milliónir, sigur hann.
Og hann leggur afturat, at
hann hevur ongi tøl, sum
vísa, at vend var við at
koma í gongdina.
– Vit kunnu ikki halda
fram við virksemi, sum
gevur hall, leggur hann
afturat. Og í løtuni er so-
statt tíverri ikki grundarlag
fyri at halda fram við ar-
beiðnum og tí varð neyðugt
at siga fólkunum upp, so at
tey ikki skulu hanga í
leysari luft.
Tað er eitt rakstrarfelag í
Hvalba, sum hevur staðið
fyri at reka flakavirkið í
Hvalba og saltfiskavirkið í
Vàgi, sum leigaði seg inn í
húsið hjá Palm Seafood.
Hinvegin er tað eitt
ognarfelag í Hvalba, sum
Hvalbingar eiga tað mesta
av, sum eigur sjálvan
flakavirkisbygningin.
Stjórin í Fiskavirking
sigur, at tey nú fara tey at
umhugsa
møguleikarnar
fyri virkjunum í Hvalba og
í Vági.
– Vit kanna møguleik-
arnar fyri framhaldandi
rakstri, men hvørjir møgu-
leikar eru, veit hann ikki.
Men hann nevnir eisini
møguleikan fyri, at onkur
annar leigar seg inn í
bygningin í Hvalba og í
Vági og, sum hættar sær
undir at reka tey víðari.
Hann bíðar eisini eftir,
um tann nógv umrøddi
fiskapakkin, sum lands-
stýrið arbeiðir við, fer at
gera mun, so at meiri fiskur
kann koma upp á land í
Føroyum.
– Hvørjir møguleikar
kunnu stinga seg upp, vita
vit ikki, men vit kanna allar
møguleikar. Og stingur ein
møguleiki upp, eru vit til
reiðar at taka arbeiðið
uppaftur frá degi til dags,
sigur stjórin í Fiskavirking.
Men, hvat hendir við tó
stóra flakavirkinum hjá
Fiskavirkin í Vági, veit
Meinhard Jaocbsen onki
um enn og tað hevur hann
ongar viðmerkingar til í
løtuni.
89 suðuroyingar
afturat mist
arbeiðið
Síðani Fiskavirking
yvirtók flakavirkið í
Hvalba og saltfiskavirkið í
Vági, hava arbeiðsfólkini
sæð skriftina á vegginum.
Og í gjár fingu tey 89
fólkini, sum hava verið
knýtt at báðum
virkjunum, uppsøgn frá
Fiskavirking
Landsstýrismaðurin í
innlendismálum,
Jógvan við Keldu, hevur
sent stjóranum í
Útvarpi Føroya ein
klagu um tíðindaflutn-
ingin í samband við
útlendingamálið.
Landsstýrismaðurin
heldur tíðinda-
flutningin vera
skilaleysan, sum hann
málber seg
KLAGA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Nógvir skeivleikar. Skila-
leyst. Fullkomiliga misvís-
andi.
Tað trýtur ikki við nei-
ligum lýsingarorðum frá
landsstýrismanninum,
Jógvani við Keldu um tíð-
indaflutningin hjá Útvarpi
Føroya seinastu vikuna í
samband við útlendinga-
málið. Seinastu vikuna
hevur Útvarp Føroya við-
gjørt málið um hjúnini
Daniel og Ioanu Rapa úr
Vestmanna, sum hava bíðað
í 10 mán-aðir um at fáa
svar frá Innlendismálaráð-
num um uppihaldsloyvi í
Føroyum.
Landsstýrismaðurin er alt
annað enn samdur við
viðgerðini av málinum í
Útvarpi Føroya, og tí hevur
hann sent stjóranum í Út-
varpi Føroya, Jógvani Jesp-
ersen,
eina
klagu
um
tíðindaflutningin.
Landsstýrismaðurin ger
millum annað vart við, at
tíðindafólkini á Útvarpi
Føroya hava ikki sett seg
nóg væl inn útlendinga-
málið, og hetta er fremsta
orsøk til, at tíðindaflutn-
ingurin, eftir hansara tykki,
er grovur og óreingjandi,
sum hann málber seg í
klaguni.
Keldumaðurin klagar