Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2005 5 – Hví skulu fyritøkur og handlar lýsa við, at tey geva so og so nógvan pening til neyðhjálp. Hví kunnu fyritøkurnar ikki í stillum flyta pengar- nar á kontoina hjá Reyða Krossi, uttan at vit kunnu sáa iva um handilsligar baktank- ar við neyðhjálpini. Tað er blóðskeivt, at ávísar fyritøkur sóla sær í vanlukkuni, halda Johan í Kolla- firði, Noomi á Válin- um, Sanna á Løg- mansbø og Dagmar Clothier, sum øll lesa á til pedagog á Lærara- skúlanum í Havn NEYÐHJÁLP Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyrstu dagarnar vóru vit eygagóð og vístu bæði hjálp- og hóvsemi. Seinastu dagarnar kundi onkur funn- ið upp á at ákært okkum fyri at válka okkum í van- lukkuni. Vit tosa sjálvsagt um um- fatandi innsavningina í Før- oyum til syndarligu flóð- alduvanlukkuna í Suður- eystasia 2. jóladag, sum hevði við sær, at túsund- talsfólk í dag standa uttan hús og heim. Seinastu dagarnar er inn- savningin komin inn yvir okkum sum ein onnur flóðalda av kaffitilboðum, bowling, mati og ítrótti, og tú kanst í hesum døgum gera bæði eitt og annað fyri at hjálpa í Asia. Tú kanst byrja dagin við at fáa tær nakrar koppar av kaffi, sum er keypt í serlig- um flóðaldutilboði. Ja, hví ikki sutla eina heila kannu hendan morgunin, nú tá ein partur av kostnaðinum fyri kaffipakkan fer til hjálpar- arbeiðið. Síðani kanst tú umhugsa at fara til bridge, kanska hevur tú ongantíð skilt, hví tú meldar í eystur og spælur í vestur, men nú skal tað verða. Tað er eisini lag á manni at snøgga sær eitt sindur um høvdið, fara at klippa sær og samstundis hjálpa. Og so er tað hondbóltur her og der, har inntøkurnar óskerdar fara til tey neyð- hjálp: Tú kanst seta teg upp á aftasta bonk í ítróttahall- um kring landið og rópa av fullum hjarta á okkurt lið, hóast tú ongantíð rættiliga hevur havt eitt veikt hjarta fyri hondbólti. Men nú skal hjálpast. Og so kann dagurin enda við einum góðum bita. Hvat við einari asiatiskari buffet, har tú stappar í teg, væl vitandi, at hetta bæði gagnar tær og neyðstødd- um. Eitt sindur eyka av súr- søtari sós og chillimariner- aðum kinarækjum. Óført. Og hjálpsamt. Vælgagnist. Sálin vekk Eins og á flestu arbeiðs- plássum kring landið, hev- ur syrgiliga vanlukkan í Suðureystasia verið heit- asta kjakevni millum tey lesandi á Læraraskúlanum í Havn seinastu dagarnar. Johan í Kollafirði, Noomi á Válinum, Sanna á Løgmansbø og Dagmar Clothier eru millum teirra, sum hava luttikið í kjak- inum um harmiligu van- lukkuna. Tey hava eins og flest allir føroyingar djúpa samkenslu við teimum, sum sita eftir við ongum góðum eftir vanlukkuna, og størstu virðing fyri tí sjálvbodna innsavningarar- beiðinum, sum fer fram í Føroyum í løtuni. Tey fýra eru kortini av teirri áskoð- an, at "hysteríið" í samband við innsavningina hevur tikið yvirhond í Føroyum seinastu dagarnar. Vit eiga at steðga á eina løtu, og hyggja nærri at, hvat tað er, sum fer fram í løtuni, halda tey. – Tú mást ikki misskilja tað. Vit halda veruliga tað er gott, at vit lata pengar til tey neyðstøddu í samband við ræðuligu flóðalduvanlukk- una. Kortini eru fleiri dømi seinastu dagarnar, at handlar tilvitað misnýta flóðalduna til at marknaðarføra seg, og tá er avgjørt rotinskapur komin í innsavningina. Móti er nærum komin í neyð- hjálpina, og tá er erligheitin við innsavningin vekk, greiða tey fýra frá. Tey fýra sipa til fyritøkur og handlar, sum vit í bløð- unum og í loftmiðlunum hava havt serlig tilboð, har peningurin fer óskerdur til neyðhjálp til raktu londini í Suðureystasia. – Hví skulu fyritøkur og handlar lýsa við, at tey geva so og so nógvan pening til neyðhjálp. Hví kunnu fyri- tøkurnar ikki í stillum flyta pengarnar á kontoina hjá Reyða Krossi, uttan at vit kunnu sáa iva um handils- ligar baktankar við menn- ingarhjálpini. Tað er blóð- skeivt, at ávísar fyritøkur sóla sær í vanlukkuni, halda tey fýra lesandi á pedagog- skúlanum. Johan, Noomi, Sanna og Dagmar leggja dent á, at endamálið við hjálpini til tey neyðstøddu má vera tann rætta. Tey loyva sær at seta spurning við um ætl- anin hjá øllum føroyingum, ið veita menningarhjálp, er erlig og verulig. – Vit skulu hjálpa, tí vit veruliga vilja hjálpa, og ikki bara fylgja við, tí øll onnur í føroyska samfel- agnum vilja hjálpa. Sam- kenslan skal vera verulig og ikki uppreklamera. Seinastu dagarnar hava vit øll fingið sonevnd sam- kenslu sms á fartelefonini, og tað er ein ótrúliga óper- sónlig heilsan, sum gevur teimum, ið frammanundan eiga, enn meira. Vilja fólk vísa teimum neyðstøddu veruliga og erliga sam- kenslu, átti tey at sent teim- um ein persónligan tanka og eina stilla bøn, ið veruliga kemur frá hjart- anum, heldur enn at senda eitt ópersónligt sms, vísa tey fýra á. Tey leggja afturat, at tey ivast ikki í, at intentiónin við menningarhjálpini er hin rætta hjá teimum flestu føroyingum, men kortini eru nøkur rotin eplir, sum tey málbera seg. Vaska hendur Innsavningin til kreppu- rakta økið í Suðureystasia er uttan iva tann mest um- fatandi innsavningin í Føroyum nakrantíð. Seinnu árini hava umfatandi inn- savningar verið í Føroyum til eitt nú tey neyðstøddu í Kosovo og tá fólk í Seyd- isfirði vórðu rakt av einum skalvalopi í1995. Á hvørjum ári eru sannir idealistar í føroyska sam- felagnum, sum seta nógva tíð og orku av til hjálpar- arbeiði úti í heimi, men tað tykist vera torførari at fáa vanliga føroyingin í ger- andisdegnum tilvitaðan um hjálpararbeiðið. Til ber at skjóta okkum sjálvi við, at stórar vanlukkur skulu til úti í heimi, áðrenn vit før- oyingar koma upp úr stól- inum og veita hjálp. – Tað vísir seg í Føroy- um, at ein ræðulig og um- fatandi vanlukka skal til, áðrenn vit standa saman og veruliga vilja hjálpa. Í heiminum í dag eru tús- undtals fólk, sum liva undir óvirðiligum korum hvønn dag, men hvør hugsar um tey í gerandisdegnum?. Vit eiga at lata pening í neyð- hjálp á hvørjum ári, so pen- ingurin verður býttur út meira javnt, tí í løtuni tykist tað sum um, at vit bert kunnu lata pening, sum munar, tá stórar ólukkur henda, siga Johan, Noomi, Sanna og Dagmar. Spurd, hvør fremsta or- søkin er til hendan hugburð hjá tí vanliga føroyinginum til neyðhjálp, svara tey: – Tað kann hugsast, at nú hava vit ein gyltan møgu- leika til at vísa okkara góðu síðu. Vit fáa á ein hátt vaska okkara hendur í vanlukkuni, og fáa víst heiminum, hvussu rein og góð vit eru í Føroyum. Við at lata pening, fáa vit reinsað okkum sjálvi, og so kunnu vit liva og tosa um tað í eina tíð. Tað mest margháttliga í hesum er, at vit vistu als ikki, at hesi fólkini vóru til, og næstan heldur ikki, at londini, sum eru rakt, eru á heimskort- inum, vísa tey fýra á. Okkara samfelag Í vikuni kom undan kavi, at millum 14-18 føroyingar ganga heimleysir í føroyska samfelagnum í dag. Vit hoyra eisini javnan um sál- arsjúkar føroyingar, sum liva undir óvirðiligum kor- um kring landið. Johan, Noomi, Sanna og Dagmar eru á einum máli um, at vit í hesum døgum eiga at venda høvdið inneftir og spyrja okkum sjálvi, hví tað skal vera so, at vit ikki kunnu veita okkara illa- støddu í føroyska samfel- agnum hjálp, tá tað er lag á manni at savna milliónir til neyðstødd úti í heimi. – Sjálvsagt er tað gott, at vit geva teimum neyð- støddu uttanlands pening. Tað er kortini hugsunar- samt, at vit ikki kunna vísa sama vilja mótvegis neyð- støddum í Føroyum, tí tey hava sanniliga eisini ein tørv. Uttan at taka nakað frá stuðulskonsertini sunnu- dagin í Norðurlandahúsin- um, so kanst tú seta spurn- ing við, hví tað ikki kemur fyri, at eitt nú ein árligar stuðulskonsertir verða hildnar fyri teimum sálar- sjúku ella heimleysu í Føroyum, siga tey. Tey fýra halda, at hug- burðurin í Føroyum víð- víkjandi hjálp til hesar bólkar í samfelagnum er ógvuliga hugstoyttur. – Tú hoyrir javnan, at neyðstødd í Føroyum ikki hava uppiborið at fáa meira pening, enn tey fáa. Tey fáa jú pening frá Almanna- stovuni, sum tey bara drekka upp, heldur enn at brúka peningin til mat, verður vanliga sagt, og tað er hugstoytt at hoyra. Fólk gloyma ofta í hesum samanhangi, at trupulleikin júst er, at tey ikki megna at brúka peningin til mat, tí annars vóru tey ikki rús- drekkamisnýtarara, siga Jo- han, Noomi, Sanna og Dagmar at enda. Sóla okkum í sorgini – Tú mást ikki misskilja tað. Vit halda veruliga tað er gott, at vit lata pengar til tey neyðstøddu í samband við ræðuligu flóðalduvanlukkuna. Kortini eru fleiri dømi seinastu dagarnar, at handlar tilvitað misnýta flóðalduna til at marknaðarføra seg, og tá er avgjørt rotinskapur komin í innsavningina. Móti er nærum komin í neyðhjálpina, og tá er erligheitin við innsavningin vekk, halda Johan í Kollafirði, Noomi á Válinum, Sanna á Løgmansbø og Dagmar Clothier, sum øll lesa á til pedagog á Læraraskúlanum í Havn. Mynd: Jens Kr. Vang