Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 4 - 7. januar 2005 Leygarkvøldið verð- ur skipað fyri tvør- kirkjuligari stuðuls- konsert í Fríðriks- kirkjuni á Toftum STUÐUL Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Í hesum døgum verður skipað fyri innsavnan til fjareystur á ymsan hátt. Og soleiðis verður eisini gjørt í Nes kommunu. Har verður nevniliga skipað fyri tvørkirkjulig- ari stuðulskonsert leygar- kvøldið klokkan 19. Hon verður hildin í Fríðriks- kirkjuni á Toftum. Frá Nebo luttaka bæði barna- og kvinnukór. Missiónshúsið er umboð- að av Taborkórinum, Pet- ur Hans og fleiri, og frá samkomum úr Eystur- oynni luttekur sangbólk- urin SALT. Frá Fríðriks- kirkjuni luttekur kirkju- kórið. Marin R. Jacobsen, prestur, fer at prædika, og Símin í Túni fer at greiða frá royndum undir líknandi umstøðum. Bygdaráðið í Nes kommunu hevur í sam- bandi við konsertina gjørt av, at lata ein stuðul uppá 10 krónur fyri hvønn borgara til hjálpi- arbeiði í teimum van- lukkuraktu økjunum. Allur peningurin, ið verður latin á stuðuls- konsertini, fer óskerdur víðari til Reyða Kross. Aftur í ár er ferða- fólkatalið um Vága Floghavn størri enn nakrantíð MET Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Í 2004 ferðaðust tilsam- ans 166.333 fólk um flogvøllin í Vágum. Hetta er størsta talið nakrantíð av ferðandi eitt einstakt ár. Til saman- beringar kann nevnast, at tilsamans ferðaðust minni enn 160.000 fólk um flogvøllin fyrstu 11 árini. Í mun til 2003 hækkaði ferðafólkatalið við 2,1%. Høvuðsfarleiðirnar til Danmarkar eru serliga tær, ið bera vøksturin. Økingin á hesum farleið- unum er 5,2%, meðan størsta afturgongdin hev- ur verið á leiðunum til Bretlands, nevniliga 29,6%. Heimskendi blokk- floytuspælarin, Michala Petri, vitjar nú aftur í Føroyum saman við manni sínum Lars Hannibal KONSERT Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Saman við manninum, gittarleikaranum, Lars Hannibal, vitjar blokk- floytuspælarin, Michala Petri nú í Føroyum. Tey fara at hava tvær konsertir ávíkavist í Klaksvík og í Havn. Michala Petri hevur fyrr verið í Føroyum og havt konsertir. Hon er kend sum undurbarnið á blokkfloyt- uni, og sum smágenta ferð- aðist hon kring allan heim og spældi. Hópin av inn- spælingum hevur hon eisini verið við í, og tað er við stórum og navnframum leiðarum og orkestrum. Millum annað samstarvar hon við English Chamber Orchestra. Tað er konsertfelagið, sum skipar fyri konsertun- um við hjúninum. Tey eru liður í jubileumsárinum hjá felagnum, ið skipar fyri klassiskum konsertum. Konsertirnar við Michalu Petri og Lars Hannibal vera leygardagin 15. januar kl 16 í Læraraskúlahøllini og sunnudagin 16. januar í Ósáskúlanum í Klaksvík. Atgongumerki eru at fáa á Kunningarstovunum í Tórshavn og Klaksvík og verða annars at fáa við dyrnar. Enn eitt metár Michala Petri til Føroya Tvørkirkjulig stuðulskonsert Tað verður skipað fyri eini tvørkirkjuligari stuðulskonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum leygarkvøldið Savnsmynd Týsdagin fingu Nils Malmros og Ulla Terkelsen ávikavist heiðurs- og jour- nalistvirðislønirnar hjá Berlingska Grunninum. Móttøk- an var tó avlýst or- sakað av vannlukkuni í Asia. Nevndin fyri grunnin valdi í staðin at lata 100.000 kr til innsavningina til offrini VIRÐISLØNIR Anna V. Elllingsgaard anna@sosialurin.fo Tað vóru tveir Århusianar- ar, sum vórðu heiðraðir á føðingardegnum hjá Ber- lingske tidende í gjár. Filmsleikstjórin og læknin, Nils Malmros, sum hevur sett heimbýin á kortið við sínum lýsingum av barna- og ungdómsárunum í År- hus, og uttanlandatíðinda- kvinnan, Ulla Terkelsen, sum hevur havt alt Europa sum sítt arbeiðspláss við støði í TV2, skrivar Berlingske Tidende. Um filmsleikstjóran segði Oluf Engell, for- maður í stýrinum fyri Berlingska Grunnin, mill- um annað: "Malmros hevur vent sær burtur frá tankanum um eina danska filmskanon, men tað er ongin ivi um, at hann er sjálvskrivaður til listan yvir 10 teir bestu donsku filmarnar". Vegna eitt samt dómara- panel grundgav fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin og ritstjórin, Uffe Elleman- Jensen, fyri, hví Ulla Terk- elsen varð vald at fáa Tann Berlingska Journalistprísin. Hann segði millum annað: "Hon endurgevur veru- leikan, sum hon sær hann. Síðani kann ein og hvør gera sær sínar egnu niður- støður. Soleiðis ger ein góður journalistur. Og sum Ulla einaferð hevur sagt: "Eg arbeiði ikki sum jour- nalistur. Eg eri journal- istur." Virðislønirnar vórðu handaðar á føðingardeg- num hjá Berlingske Tid- ende týsdagin, men orsakað av vanlukkuni í Asia valdi Det Berlingske Hus at avlýsa hátíðarhaldið, og í staðin lata 100.000 kr til hjálpararbeiðið í vanlukku- økinum. Michala Petri vitjar nú aftur í Føroyum saman við manni sínum, Lars Hannibal Savnsmynd Malmros og Terkelsen heiðrað Nils Malmros Á stýrisfundi í gjár valdi Kommunu- samskipan Føroya, stytt KSF, nýtt stýri Nýggjur formaður er Rod- mundur Nielsen, borgar- stjóri í Runavíkar komm- unu, og næstformaður er Heðin Mortensen, borgar- stjóri í Tórshavnar komm- unu Stýrið valdi eisini nýggj umboð í Kommunala Ar- beiðsgevarafelag Føroya. Tey eru Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vágs kommunu og Heðin Mort- ensen, borgarstjóri í Tórs- havnar kommunu. Jens Marius Poulsen kommunustjóri í Tórshavn- ar kommunu varð aftur- valdur starvsbólkaformað- ur. Í Kommunusamskipan Føroya eru Klaksvík, Fuglafjørður, Runavík, Tórshavn, Tvøroyri og Vág ur. KSF er skipað við einum stýri, ið tekur avgerðir, einum starvsbólki, ið fyri- reikar mál til stýrið og eini skrivstovu, ið samskipar virksemi og útinnir avgerð- irnar hjá stýrinum. Endamálið hjá felagnum er at virka fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði. Nýggjan formann og nýtt stýri Ferðafólkatalið um Vága Floghavn setir met aftur í ár Savnsmynd