fríggjadagur 7. januar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 5 - 8. januar 2005
Einki mvg verður tikið
Toll– og skattstova
Føroya hevur onga
heimild at krevja mvg
ella skatt av pengun-
um, sum verða latnir
neyðhjálparfelagsska
pum sum Reyða
Krossi
NEYÐHJÁLP
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Stýrið í Toll– og Skattstovu
Føroya avsannar, at mvg
verður tikið av peninginum,
sum verður latin hjálparfel-
agsskapum.
– Av tí, at eingin vøra og
eingin tænasta verður latin,
men bert peningagávur, so
hava vit ikki heimild at taka
mvg ella skatt av upphædd-
ini, sum Reyði Krossur i
hesum døgum fær inn,
verður sagt.
Mvg av bússunum
Av tí, at øll hava verið so
fús at rætta eina hjálpandi
hond, hevur ikki verið
neyðugt hjá Reyða Krossi
at keypt nakað í sambandi
við innsavningina. Bússur-
nar eru gjørdar og latnar av
Kemilux, og øll arbeiðs-
kraftin er sjálboðin – og
harvið eisini ókeypis.
Men í Danmark hevur
Reyði
Krossur
verið
noyddur at keypa m.a. inn-
savningarbússurnar, og tá
hava teir so eisini verið
noyddir at goldið mvg.
– So skjótt ein hjálparfel-
agsskapur fer út og keypir
vørur ella tænastur fyri inn-
savnaðan pening, eru teir
noyddir at gjalda mvg, sum
øll onnur. Og tað er tað,
sum er hent í Danmark. Fer
Reyði Krossur í Føroyum at
keypa sproytur, rís ella
onkra aðra neyðsynjarvøru
fyri peningin, sum kemur
inn, so verður eisini tikið
mvg av tí keypinum. Men
lata
teir
peningaupp-
hæddina beinleiðis til neyð-
stadda landið, so verður
ikki eitt oyra tikið av,
staðfestir Toll og Skatt.
Endurgoldið mvg
Velur Reyði Krossur Før-
oya hóast alt at senda vørur
til Asia ístaðin fyri pening,
so er tó ein møguleiki at fáa
mvg'ið aftur.
– Keypa teir vørur her
heima, sum teir síðani
senda avstað, eru teir eftir
lógini noyddir at rinda
mvg'ið av keypinum. Men
tað er ein kunngerð, ið sig-
ur, at felagsskapir, ið fáast
við vælgerandi endamál,
kunnu søkja um at fáa
mvg'ið endurgoldið. Men
t´eru tað sjálvandi nakrar
treytir, sum skulu verða
uppfyltar áðrenn, siga tey á
Toll og Skatt at enda.
Føroyingum nýtist tí ikki
at óttast, at peningurin , teir
lata í neyðhjálp, endar aftur
í landaskassanum ella stats-
kassanum. Ikki ein króna
verður tikin av innsavnaðu
upphæddini, tí tað er heilt
einfalt ikki loyvt.
Mistak
endaði
sum
neyð-
hjálp
Tað var eitt mistak
av Oyggjatíðindum
at leggja Jógvan við
Keldu undir at
svara eini kontakt-
lýsing. Talan var
um annan komm-
unalpolitikara i
Klaksvík, sigur
blaðið í fríggja-
dagsútgávuni
MISTAK
Hóttanin frá Jógvani við
Keldu,
landsstýris-
manni, um stevning
fekk
blaðstjóran
á
Oyggjatíðindi at góð-
taka treytirnar, sakførar-
in hjá landsstýrismann-
inum legði á fyri at
sleppa undan rættar-
máli.
Blaðið avsannar í
fríggjadagsútgávuni, at
talan var um Jógvan við
Keldu, táverandi borgar-
stjóra í Klaksvík, sum
svaraði eini kontaktlýs-
ing frá eini kvinnu. Um-
framt játtar blaðstjórin
at ganga undir ta treyt,
sum sett er, at hann skal
rinda kr. 10.000,- til
neyðhjálpartiltakið hjá
Reyða Krossi.
Men blaðstjórin vil
ikki viðganga, at søga
varð tikin úr leysari luft.
Hann hevur nevnt skeiv-
an mann, sigur hann, og
navngevur í staðin ann-
an fyrrverandi býráðs-
politikara í Klaksvík.
ej
– Vit hava álit á
Reyða Krossi
Aðalskrivarin í
Heimamissiónini,
Vagn Foldbo sigur, at
nógv av teirra fólki
longu eru við í ym-
iskum innsavningum
Hóast nógvir felagsskapir
savna inn til offrini fyri
flóðalduna, so fer Heima-
missiónin í Føroyum ikki
sum so at skipa fyri nakrari
innsavning.
Aðalskrivarin,
Vagn
Foldbo sigur við blaðið
Trúboðan at hann veit um
nøkur av missiónshúsunum
sum longu hava havt inn-
savning til frama fyri neyð-
hjálpararbeiðinum. Haraftr-
at eru nógv missiónsfólk
við í øðrum innsavningar-
tiltøkum.
Tí fer Heimamissiónin
ikki at skipa fyri nakrari
síðuleypandi innsavning,
men vit heita heldur á fólk
um at stuðla innsavningini
hjá Reyða Krossi.
– Tað kann vera óheppið
um tað eru ov nógvir pottar.
Vit hava álit á Reðya
Krossi, og tí halda vit at tað
er rætt at stuðla har. Tað er
eisini umráðandi, at hjálpin
kemur skjótt fram, sigur
Vagn Foldbo.
Sunnudagin 16. januar
verður haraftrat savnað inn
í kirkjunum fyri at stuðla
neyðhjálparararbeiðinum.
sb.
Fáa minni fyri
hvørja
lønarkrónu
Fíggjardeildin hjá Spari-
kassanum hevur við áhuga
hugt at teimum nýggjastu
hagtølunum
frá
Hag-
stovuni, sum vísa, at in-
flasjónin í Føroyum er farin
úr 0,5 prosentum upp í 1,8
prosent eftir einum ári.
– Inflasjónsgongdin er
vend frá lítlum og ongum
prísvøkstri, til ein størri
prísvøkstur. Hetta merkir í
stuttum, at fólk fáa minni
fyri lønarkrónurnar, sigur
Johnny í Grótinum, bú-
skaparfrøðingur og ráðgevi
á fíggjardeild Sparikassans.
Hann vísir á, at høgu olju-
prísirnir, ið eru høvuðs-
atvoldin til vaksandi in-
flasjónina í 2004, ikki long-
ur eru so øðiliga høgir. Tá
oljuprísurin var upp á sítt
mesta í heyst, kostaði ein
tunna av ráolju umleið 55
dollarar, men síðani er olju-
prísurin lækkaður umleið
20 prosent, umframt at
dollarin
somuleiðis
er
lækkaður
stívliga
10
prosent.
– Tað kann bera í sær, at
inflasjónin, sum frá líðir,
eisini fer at venda pílinum
niðureftir, sigur Johnny í
Grótinum.
Krýddarí sum
smápartafelag
Tveir av okkara skemtarum
hava nú stovnað eitt smá-
partafelag.
Væl umtóktu skemtarar-
nir, Jákup Veyhe og Sjúrður
Skaale, hava nú skipað
stuttliga virksemi sítt í eitt
smápartafelag.
Skráseting Føroya boðar
frá, at hon tann 22. desem-
ber í fjør skrásetti Sp/f Pipar
& Salt. Stovnararnir eru teir
báðir skemtararnir, Jákup
Veyhe og Sjúrður Skaale, og
teir manna eisini stjórnina í
nýggja felagnum.
Í endamálsorðingini hjá
felagnum stendur, at tað
skal fáast við virksemi inn-
an gaman og álvara, undir-
hald, útgávuvirksemi um-
framt annað starv í hesum
sambandi.
Lógin krevur, at smá-
partafeløg hava 80.000,00
kr. í partapeningi, og hann
hava stovnararnir av Sp/f
Pipar & Salt goldið kontant
til kurs 100.