fríggjadagur 7. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2005
7
Í fjør tók Havsbrún í
Fuglafirði ímóti
tilsamans 334.000
tonsum av fiski, sum
er størsta nøgdin hjá
virkinum nakrantíð
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bergur Poulsen, stjóri á
Havsbrún í Fuglafirði, sig-
ur, at virkið í fjør tók ímóti
størstu nøgdunum av fiski
nakrantíð.
– Í fjør keyptu vit nevni-
liga tilsamans 334.000 tons
av fiski, sum er nøkur
hundrað tons fleiri enn árið
fyri.
Hann væntar, at tað fara
at ganga einar tvær vikur,
áðrenn verulig gongd kem-
ur á aftur framleiðsluna í ár.
Skipini liggja
– Fyrstu dagarnir í januar
eru ein deydlig tíð, og
haraftrat hevur veðrið verið
so vánaligt og óstøðugt.
Skipini liggja í løtuni, men
tey flestu fara væntandi út-
aftur, sum dagarnir ganga.
Stjórin vísir á, at Krún-
borg og Høgaberg, sum
komu inn fyri jól, liggja á
Fuglafirði og rigga til.
Tróndur í Gøtu liggur á
Runavík, har teir gera okk-
urt við skipið, og Christian
í Grótinum liggur í Klaks-
vík, har teir gera okkurt við
motorin.
– Jupiter er í Póllandi,
har hann verður longdur, og
Finnur Fríði er í Noregi til
eftirlit.
Bergur heldur, at Jeanne
liggur á Skála.
Lodnuveiða
Stjórin á Havsbrún væntar,
at flestu skipini fara á
lodnuveiði í íslendskum
sjógvi, tá ið tey fara útaftur.
– Íslendingar hava verið
bekymraðir
um
lodnu-
stovnin – og um, hvussu
hesin er fyri. Teir hava
leitað, og sum eg havi skilt,
hava teir umsíðir eisini
borið við lodnu.
Bergur Poulsen sigur, at
føroysku nótaskipini plaga
at vera á lodnuveiði í
byrjanini av árinum, og tá
ið ein tíð er fráliðin, plaga
tey eisini at fara á svart-
kjaftaveiði – alt eftir, hvat
nú einaferð loysir seg best
hjá skipunum.
Hvat merkir tað fyri
eitt virkið ella
arbeiðspláss annars,
at fyritøkan aftur-
vendandi er frammi í
fjølmiðlunum sum
hon, ið møguliga ella
væntandi verður seld?
ÓRÓGV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Javnan hoyra vit politikarar
siga, at Føroya Banki skal
privatiserast, og at Føroya
Fiskavirking skal seljast.
Tórshavnar Skipasmiðja
er seld, Eimskip hevur
keypt Skipafelag Føroya,
og
Tórshavnar
Skipa-
smiðja, sum áður hevur
keypt Skála Skipasmiðju,
hevur nú eisini keypt
maskinverkstaðin, FJM.
Fiskasølan er seld og
seinasta undir nýggja er, at
bæði Hotel Føroyar og
Hotel Hafnia eru seld.
Norðmenn hava bjóðað
upp á meirilutapartapen-
ingin í Havsbrún í Fugla-
firði.
Sum ein reyður tráður í
hesum sølum er, at kapp-
ingarneytar keypa upp sínar
konkurentar og gerast stórir
og sterkir – og í summum
førum næstan einasti út-
bjóðari.
Hetta er ikki galdandi í
øllum hesum nevndu søl-
um, men í fleiri.
Órógvandi
Hvar merkir tað fyri eitt
virkið ella arbeiðspláss
annars, at fyritøkan aftur-
vendandi er frammi í fjøl-
miðlunum sum hon, ið
møguliga – ella væntandi –
verður seld?
Í nøkrum av nevndu søl-
um visti eingin, hvat var í
umbúna, fyrr enn handilin
varð framdur – og tá vóru
av góðum grundum ikki
stundir til órógv millum
starvsfólk.
Sum stjóri á einum virki
ella eini fyritøku, sum er
samansett av fleiri virkjum,
er uppgávan at dríva virkið
optimalt fyri teir, sum til
eina og hvørja tíð eiga
felagið.
– Sum stjóri, ert tú
noyddur at skriva tær aftan-
fyri oyra, hvør tín uppgáva
er – líkamikið, hvør eigur
arbeiðsplássið. Tú veitst jú
ikki, hvønn tú skal sam-
starva við eftir eitt møgul-
igt eigaraskifti.
Stjórar, sum Sosialurin
hevur tosað við, vísa á, at
sjálvandi eru kenslur eisini
inni í myndini, tá ið væntast
kann, at eigaraskifti verður
– ella er upp á tal – í
felagnum.
– Men tú noyðist allatíð-
ina at bíta í teg, hvør tín
uppgáva er. Koma nýggir
eigarar, kunnu vit eisini
vænta nýggjar »tónar«, tí tá
verður leiðslan ikki hin
sama.
Stjórar eru samdur um, at
afturvendandi prát um eig-
araskifti sjálvandi órógvar
leiðslu og starvsfólk.
– Men hetta er ein partur
av lívinum, sum tú ikki
hevur so stóra ávirkan á.
Hann heldur, at vanliga
fólkið á gólvinum sjálvsagt
eisini hugsa um tíðindini og
kjakið, sum er frammi um
arbeiðsplássið, men hesi
fólk arbeiða so undir dag-
ligu leiðsluni – og tískil
ikki beinleiðis undir teim-
um, sum nú einaferð kunnu
hugsast at keypa felagið
ella arbeiðsplássið.
Alt til sølu
– Tað er nú einaferð soleið-
is í dag, at alt tykist vera til
sølu, um prísurin er nóg
góður og lokkandi. Hetta er
nakað, vit einki fáa gjørt
við, men sum vit kortini
hava okkara meiningar um.
Stjórar, sum Sosialurin
hevur tosað við, vísa á, at
tað er ikki so lætt alment at
úttala seg um eigaraviður-
skifti, tí tú kennir valla dag-
in í morgin – og hvør tá
situr við avgerðarrættinum
á tínum arbeiðsplássi.
– Sjálvsagt hava vit sum
daglig leiðsla okkara mein-
ingar um viðurskiftini, men
spurningurin er, hvussu
heppið tað er, at vit gera ov
nógv av við at úttala okk-
um, siga virkisstjórarnir.
Áhaldandi søluprát er órógvandi
Havsbrún hevði met ár í nøgd
Enn eru nótaskipini ikki farin útaftur. Tey rigga til. Tvey av skipunum fara ikki vinnu aftur
beinanvegin. Jupiter verður longdur í Pólandi, og Finnur Fríði er í Noregi til eftirlit
Mynd: Vilmund Jacobsen
Virkisstjórar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at sjálvandi eru kenslur eisini inni í myndini, tá ið væntast kann, at eigaraskifti
verður – ella er upp á tal - í felagnum. - Men tú noyðist allatíðina at bíta í teg, hvør tín uppgáva sum stjóri er, nevniliga at arbeiða
sum best fyri tann ella tey, sum nú einaferð eiga virkið ella felagið