Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 96 - 26. MAI 1999 = aRiniaa ítróttar Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 e-mail: emilasosialurin.fo Lesið eisini ítróttin á internetinum Fótbóltur: Greipuvinnararnir í fjør eru sendir úr steypakappingini, og nú verður uppgerðin móti B36 uppaftur meiri avgerandi, enn hon plagar at vera Alt bendir á, at fótbóltskappingin í ár verður meiri spennandi, enn hon var í fjør. Urslitini hesa síðstu vikuna siga, at HB, sum vann bæði steypakappingina og landskapp- ingina í fjør, ikki er so einaráð- andi, sum teir hava verið. Onkrir spælarar eru ikki so væl fyri, sum teir vóru í fjør, og liðið sum tykist sum heild at hava ilt við at toga seg upp. Kenslan av at teir eru mettir av sigrum breiðir seg, og tá KI mánadagin sendi teir úr steypakappingini, var tað onnur ferðin innanfyri eina viku, at HB tapti í Gundadali, og tað man vera langt síðani, at hetta kom seinast fyri. Tað ljóðaði í Gundadali mána- dagin, at HB skuldi havt tosað við B36 um at flyta finaluna frá 4. juli og til fyrst í august mánaði, men hetta siga teir í HB seg ikki kenna nakað til, men tað er satt, at onkur hevur nevnt, at um havnarfeløgini komu i finaluna, so hevði tað ver- ið upplagt at bíða við at spæla hana, til grasvøllurin verður klår- ur at spæla å. Men nú eru tað altso B36 og KI, ið skulu gera av, um tað skal vera Kurt Mørkøre ella Jens Kristian Hansen, sum skal vera tann fyrsti at lyfta nýggja løgmanssteypin- um. Å At B36 og KI eru i somu finalu er ikki ofta komið fyri áður. Lidini hava ongantíð spælt móti hvørj- um gðrum í finaluni um løgmans- steypið, og vit skulu taka langt niður í søguligu hagtølini fyri at finna hesi bæði liðini í finaluni um ísafjarðarsúluna. Tað kom bara eina ferð fyri, og tað var í 1967. HB vann ísafjarðarbikarið til ogn- ar í 1964, og í 1965 vann B36 fyrstu aktiuna í fyrstu ísafjarðarsúluni. Teir vunnu finaluna móti HB. Í 1966 vann KI í finaluni, sum varð spæld í Gøtu, á HB, og i 1967 stóð finalan aftur i Gøtu millum KI og eitt havnarlið. B36 og KÍ vóru í finaluni, sum KI vann 6-2. Ein spælari skoraði fimm mál. Tað var Steinbjørn Jac- obsen. 4. juli fáa vit at síggja, um tað hesa ferð fer at eydnast hjá B36 at vinna. Teir hava ikki vunn- ið steypakappingina síðani 1991. KI vann lógmanssteypið í 1994. Rættuliga avgerandi Komandi sunnudag verður fyrsti tridingurin av landskappingini lagdur afturum, og sætta umfarið verður rættuliga spennandi. NSI, sum saman við B36 er einasta fel- agið, ið ikki hevur tapt higartil, skal til Klaksvíkar at spæla á norðoyastevnu, og í Gundadali verður grannauppgerð millum HB og B36. At siga at HB er í kreppu er at taka munnin ov fullan. Men tað skal ikki nógv hugflog til at ímynda sær, at stødan verður ikki góð, um B36 fer avstað við øllum stigunum sunnudagin. B36 er trý stig undan grannunum, og um munurin gerst seks stig, fer møgu- leikin hjá HB at vinna nakað sum helst í ár rættuliga at kámast, men nú fáa vit at síggja. Tað hevur ljóð- að, at Hans á Lag verður leik- bannaður sunnudagin, tí hann fekk gult kort í 2. deild leygar- kvøldið, men hetta er ikki rætt Eitt av gulu kortunum hevur hann fingið í steypakappingini. Leikliga eru klaksvíkingar ikki komnir heilt burturúr aldudalin- um, men teir megna at stríðast, og at tað hevur nógv at siga var sjón fyri søgn í Gundadali mánadagin. Stríðsviljanum hjá NSI bilar einki. og vinna teir í Klaksvík, og hini úrslitini laga seg væl, so er møgu- leiki fyri, at teir koma heilt upp á toppin. Í 1979 vann IF meistara- heitið fyri fyrstu og einastu ferð higartil. I 1989 vann B71 fyri fyrstu og einastu ferð higartil meistaraheitid, og nú er 1999, og so eru tað tey, ið tosa um NSI, men nú fáa vit at síggja. Botnurin Toftamenn vunnu í Fuglafirði, og harvið eru teir fyribils í hvussu so er leysir av botninum. Vágbingar taptu fyri triðju ferð á útivelli, og sunnudagin, tå B68 fyri triðju ferð í ár vitjar á Vágseiði, fæst at vita, um B68 skal fara at hyggja uppeft- www.sosialurin.fo Hvørki Hans Fróði Hansen ella Bjarki Mohr (liggjandi) kláraðu at steðga Marek Wierzbicki og KI, sum við sigursmáli í evstu letu tryggjaðu sær finaluplássið. Grannauppgerðin millum HB og B36 komandi sunnudag fær nú eyka stóran týdning fyri HB Mynd: Alvur Haraldsen ir. ella um vágbingar skulu sleppa burtur úr botninum. Sumbingar spældu tað nógva av tíðini ellivu móti tiggju HB monn- um. Kortini taptu teir 3-0, og tað sigur okkum, at Sumba, ið enn einki stig hevur fingið. er illa fyri og í løtuni høvudskandidatur til beinleiðis nidurflyting. Sunnudag- in skulu teir til Gøtu. GI er upp- lagdur favorittur, og um B36 snáv- ar, og GÍ vinnur, so verða gøtu- menn fyri fyrstu ferð á ovasta plåssinum, síðani síðsta umfar í 1996, tá teir blivu føroyameistarar fyri higartil seinastu ferð. Fuglfirðingar og sandoyingar tykjast ikki vera væl fyri í løtuni. Tað sær út til, at tað verður teirra lutur at stríðast fyri at sleppa av næstaftasta plássinum. Sunnudag- in fer IF til Sands, og úrslitið í tí dystinum kann fara at visa seg týdningarmikið fyri endaliga úr- slitið, tá tað fer at verða gjørt upp í oktober jh