fríggjadagur 7. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 4 - 7. januar 2005
Brúktu meiri enn tvey ár
um at viðgera eina umsókn
Løgtingsins umboðs-
maður átalar bæði
Tórshavnar býráð og
Fíggjarmálaráðið fyri
at lata ein borgara
bíða í meiri enn tvey
ár eftir svari upp á
eina umsókn
ÁTALA
Áki bertholdsen
Tað er eigur als ikki at
koma fyri, at tað skal taka
tvey ár hjá almennum
stovnum at viðgera eina
umsókn frá einum borgara.
Tað heldur Løgtingsins
Umboðsmaður.
Sostatt hevur hann enn
einaferð átala almennar
myndugleikar fyri langa
viðgerðartíð.
Og enn einaferð er tað
Tórshavnar Býráð, sum
stendur fyri skotum- hesu-
ferð tó saman við Fìggjar-
málaráðnum.
Tað er ein borgari í Havn,
sum hevði fingið nokk av
Fíggjarmálaráðnum
og
klagaði fyri Løgtingsins
Umboðsmanni.
Upprunin til klaguna er
ein umsókn, sum hann
sendi Fíggjarmálaráðnum
á sumri í 2002 um at fáa
skatt eftirgivnan.
Ein mánaða seinni fekk
Tórshavnar Kommuna um-
sóknina til ummælis, tí tal-
an var eisini um at eftirgeva
kommunuskatt.
Men tíðin gekk og onki
svar kom frá Tórshavnar
Kommunu. Og tá ið 14
mánaðir vóru gingnir, helt
Fíggjarmálaráðið at stundin
var komin at minna Komm-
ununa á umsóknina.
Men heldur ikki hetta
hjálpti!
So tá ið sjey mánaðir vóru
gingnir afturat, minti Fíggj-
armálaráðið enn einaferð
umsitingina hjá býráðnum
á, at svara umsóknini.
Góðar tríggjar mánaðir
aftaná, viðgjørdi Tórshavn-
ar Kommuna umsóknina.
Sostatt tók tað meiri enn
tvey ár hjá Tórshavnar
Býráð at gera viðmerkingar
til eina umsókn um at
eftirgeva skatt.
Als ikki nøktandi
Løgtinsins Umboðsmaður
heldur als ikki, at tað er nøkt-
andi, at Tórshavnar komm-
una nýtti meiri enn tvey ár til
at viðgera eina umsókn um
at eftirgeva skatt.
– Eisini átti kommunan
at havt svarað Fíggjarmála-
ráðnum uppá tey bæði
áminningarskrivini, ið ráð-
ið sendi kommununi, sigur
Umboðsmaðurin.
Annars
boðaði Tórs-
havnar Kommuna Umboðs-
manninum frá, at hon átók
sær alla skyldina av óvan-
liga drúgvu málsviðgerð-
artíðina, og at hon sum so
onga undanførslu hevði fyri
hesum.
Umboðsmaðurin gav tí-
skil Tórshavnar kommunu
eina átalu fyri sera drúgvu
málsviðgerðartíðina
í
hesum máli.
Tórshavnar
kommuna
boðaði eisini umboðsmann-
inum frá, at hon fór at end-
urskoða mannagongdirnar
við tí í hyggju at stytta sum
mest um viðgerðartíðina.
Hesum tekur Løgtingsins
Umboðsmaður undir við og
hann hevur biðið kommun-
una siga sær frá, tá ið
mannagongdirnar vóru
endurskoðaðar.
Men
Fíggjarmálaráðið
sleppur heldur ikki so.
Umboðsmaðurin metir
nevniliga
als
ikki,
at
Fíggjamálaráðið hevði røkt
sína uppgávu at fylgja mál-
inum upp, soleiðis at um-
sóknin kundi avgreiðast.
Í tvey ár fekk Tórshavnar
Kommuna
bara
tvey
áminningarskriv frá Fíggj-
armálaráðnum og tað er
langt frá nøktandi, heldur
umboðsmaðurin.
Men eisini Fíggjarmála-
ráðið tekur í egnan barm, tí
tað hevur eisini boðað
Umboðsmanninum frá, at
tað er samt í, at viðgerð-
artíðin fór út um alt mark
og kann undir ongum
umstøðum góðtakast.
Løgtingsins Umboðsmað-
ur er púra samdur í hesum
og hevur tí eisini givið Fíg-
gjarmálaráðnum eina átalu
fyri drúgvu málsviðgerðar-
tíðina í hesum máli.
Og eisini Fíggjarmálaráð-
ið boðaði Umboðsmannin-
um frá, at ráðið hevði arbeitt
við at leggja viðgerðina av
umsóknum um eftirgeving
av skatti í fastar rammur og
samstundis stytta um við-
gerðartíðina.
Hetta kundi Umboðs-
maðurin bara taka undir við
og hann bað eisini Fíggjar-
málaráðið lata seg frætta,
hvussu
nýggja
manna-
gongdin fór at roynast í
komandi ári.
Bæði Tórshavnar Býráð og Fíggjarmálaráðið hava fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri at hava brúkt tvey ár um at viðgera eina umsókn frá einum
havnarborgara um at eftirgeva skatt
Á nýggju, stásiligu
samferðsluhavnini í
Suðuroy eru út av lagi
vánaligar umstøður
frá ferðafólki, sum
eru til gongu. Ein 20
fót bingja, við plássi
til eini átta fólk, er
einasta farstøð til øll
ferðafólkini
FARSTØÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er synd at siga, at tet
ferðafólk, sum ferðast um-
vegis nýggju samferðslu-
havnina í Suðuroy, hava
góðar umstøður.
Har er stórt og slætt øki
til bilar. Verri er hjá teim-
um, sum eru til gongu. Tey
sleppa ikki undir tak,
hvussu veðrið so leikar í.
Tað er ikki heilt rætt at
siga, at tey sleppa ikki und-
ir tak. Tí ansar ein væl eftir,
sæst ein lítil, blá bingja inn-
ast í einum króki á sam-
ferðsluhavnini. Og tað er í
tí krókinum, sum er allar-
longst frá ferðamannaskip-
inum.
Hetta er altso farstøðin
hjá suðuroyingum- ein 20
fót bingja. Inni í bingjuni
eru gjørd sitipláss til eini 8-
10 fólk. Men har er so eis-
ini wc og har er varmi inni.
Og troka fólk seg saman, er
ivaleyst pláss fyri nøkrum
fáum afturat.
Hetta var einasti hentleiki
til tey ferðafólk, ið eru til
gongu, sum ráðini vóru til í
hesum umfari.
Í gomlu samferðsluhavn-
ini í Drelnesi var heldur
ongin farstøð, men har var
ein skúrur, sum er tvær
ferðir so stórur, sum hend-
an bingjan, sum nú skal
látast at vera farstøð.
Men á Tvøroyri siga tey,
at skúruin er so illa farin, at
hann letur seg ikki flyta
yvir á nýggju havnina, utt-
an at detta sundur. Tí er ein
spildurnýggj,
nýmálað
bingja sett upp ístaðin við
bæði varma, wc og einum
træbonki til fimm, seks
fólk at sita á og trimum
leysum stólum afturat.
Har er eisini fólk frá kun-
ningarstovuni á Tvøroyri,
sum kunnu vegleiða ferða-
fólk í teimum ivamálum,
tey hava.
Orsøkin til at hon stendur
so langt burtur frá skipin-
um, er tað skuldi bera til at
binda hana í kloakkina.
Tað verður betri
Men suðuroyingar skulu
ikki stúra, tí tað verður betri.
Ætlanin er at byggja
nýggja farstøð á sam-
ferðsluhavnini á Drelnesi.
Tað verður ein rættilig far-
støð við sitiplássi til nógv
fólk, lyftu til tey illa
gongdu, kunningardiski og
landgongd beinleiðis um-
borð á Smyril, akkurát sum
í Havn.
Ein slík farstøð er mett at
kosta fimm milliónir. Men
á fíggjarlógini fyri í ár, eru
tríggjar milliónir settar av
til endamálið, sigur Oy-
vindur Brimnes, stjóri á
Landsverk.
Og tað verður ikki heilt
enn, at farast kann undir
farstøðina.
Arbeiðið er bjóðað út og
nú skal farstøðin projekter-
ast. Men síðani verður tað
neyðugt at broyta verklags-
lógina fyri samferðsluhavn-
ina, so at hon eisini umfatar
eina rættiligu farstøð.
Og tá ið alt tað er komið í
rættlag, er tað spurningur-
in, hvussu verður við fígg-
ingini. Fæst ikki meiri fígg-
ing í ár við eini eykajáttan-
arlóg, verður hon heldur
ikki liðug í ár.
Undir øllum umstøðum
kann ikki væntast, at tað
verður klárt at fara undir
arbeiðið upp á farstøðina,
fyrrenn í heyst.
Tí er ikki væntandi, at
hon verður liðug, fyrrenn
tíðliga í komandi ári. Ann-
ars hevur tað verið nevnt, at
hon skal gerast liðug í ár.
Ikki
Sumbingar
men pork-
enningar
Ì eini grein um mið-
námsskúlan í Suðuroy í
blaðnum í gjár, komu vit
at gera bæði sumbingum
og porkenningum órætt.
Vit skrivaðu, at Hvalbi-
ar Kommuna og Sumbiar
Kommuna høvdu boðað
landsstýrinum frá, at tær
taka undir við ætlanini at
flyta ætlaða miðnáms-
skúlan í Vági, til Hovs.
Tað er ikki Sumbiar
Kommuna, sum hevur
sent landsstýrinum slíka
fráboðan. Hinvegin hev-
ur bygdaráðið í Porkeri
viðgjørt málið og hevur
í grundregluni tikið
undir við, at skúlin
verður fluttur til Hovs.
Ferðafólk fingið eina bingju at vera í
Hetta er einasta farstøð hjá teimum, sum ferðast til og úr
Suðuroy: Ein 20 fót bingja í einum horni á nýggju samferðslu-
havnini í Suðuroy. Nýggja Farstøð skal gerast, men hon verður
neyvan liðug fyrrenn um eitt ár