fríggjadagur 7. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 5 - 8. januar 2005
Eitt stórt vónbrot
– Vit hava gjørt nógv
fyri at fáa flakavirkið
í Hvalba at ganga og
tí var tað eitt rættiligt
vónbrot at tað nú er
stongt og vit øll eru
søgd upp, sigur Mari-
anna Poulsen, for-
kvinna í Arbeiðs-
kvinnufelagnum í
Hvalba
HÓPUPPSAGNIR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Okkara einasta vón er nú,
at onkur klárar at fáa virkið
uppaftur.
Marianna Poulsen er for-
kvinna í Arbeiðskvinnu-
felagnum, Roynd, í Hvalba.
Hòsdagin mistu ein stórur
partur av hennara limum
arbeiðið í einum høggi, tá
ið alt arbeiðsfólkið á flaka-
virkinum í Hvalba varð sagt
upp í einum høggi.
– Lagið var onki serligt á
fólki, men tað er heldur onki
at siga til, tí hetta var eitt
rættiligt vónbrot, sigur hon.
Hon sigur, at Arbeiðs-
kvinnufelagið spenti seg
rættiliga út, tá ið flaka-
virkið varð latið uppaftur
fyri tveimum árum síðani.
– Felagið setti 500.000
krónur í ætlanina við tí fyri
eyga at tryggja limum okk-
ara arbeiði. Tað gjørdu vit,
tí vit veruliga trúðu uppá
ætlanina og at vit fingu eitt
varandi arbeiðspláss.
Felagið
átti
sjálvt
200.000 krónur, men hinar
300.000 krónurnar máttu
vit lána.
Men tær eru afturgoldnar
nú.
Fyri nøkrum árum síðani
settu vit eisini 260.000 í
trolaran Steintór og 140.000
krónur í trolaran Niels
Paula.
– Sostatt hevur Arbeiðs-
kvinnufelagið tikið fleiri
stór tøk fyri at menna
vinnulívið í Hvalba.
– Vit hava roynt og haldi
ikki, at okkara partur liggur
eftir. Vit hava eisini arbeitt
nógv, tá ið høvi hevur verið
og tað skerst heldur ikki
burtur, at tað eru serligar
kenslur fyri sinum arbeiðs-
plássi, sum vit hava lagt so
nógv í, bæði av pengum og
arbeiðsorku.
Tí var tað eitt stórt bakk-
ast, at virkið nú letur aftur,
sigur hon.
Men h on heldur, at tað er
skeivt av Fiskavirking, at
tey ikki hava sett seg í sam-
band við flakafólkið, Fyrr-
enn nú, einar fimm, seks
vikur eftir, at arbeiðið helt
uppat.
– Eg haldi, at leiðslan í
Fiskavirking skuldi verið
komin suður beinanvegin at
greitt okkum frá støðuni.
Hendan óvissan, vit hava
verið í, hevur verið tað
ringasta, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at
Flakavirkið er einasta rætti-
liga arbeiðspláss í sóknini,
so tað hevur sera stóran
týdning fyri nógv húsar-
hald, fyri trivnaðin og fyri
kommunukassan, at arbeið-
ið er á virkinum.
– Nú er so onki annað at
velja í - heldur ikki í allari
Suðuroynni, um tað so
skuldi verið. Nú er bara
ALS eftir, so útlitini eru
ikki av teimum bestu,
ásannar Marianna Poulsen.
Royna at vera
bjartskygd
Nú er teirra einasta vón, at
onkur sær seg føran fyri at
lata virkið uppaftur.
Innast inni heldur hon, at
tað sær ikki ljóst út.
Men hon tey royna at
varðveita bjartskygni.
– Verður onki arbeiðið í
bygdini, verður tað so
ógvuliga tungt.Tí mugu vit
bara royna at síggja ljóst
upp á tað.
Hon sigur, at á uppsagn-
arfundinum hósdagin fingu
tey at vita, at leiðslan á
virkinum er ikki søgd upp.
Sostatt er klárt at fara
aftur undir framleiðslu,
sama dag, grundarlag verð-
ur fyri tí aftur.
Tí hava tey ikki mist allar
vónir enn.
Men um Arbeiðskvinnu-
felagið í Hvalba er ført fyri
at seta pening í virkið
einaferð afturat, veit hon
ikki.
– Tað er nakað, sum lim-
irnir gera av, sigur Mari-
anna Poulsen.
– Politiskt er støðan í
Suðuroy ómetaliga
tyngjandi fyri meg og
øll hini umboðini,
sum suðuroyingar
hava valt inn á ting og
nú má okkurt gerast,
heldur Jóannes
Eidesgaard
ØKISKREPPA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er ógvuliga ør-
kymlandi.
Jóannes
Eidesgaard
ásannar, at vinnuliga krepp-
an í Suðuroy er ómetaliga
tyngjandi, bæði fyri hann
og fyri øll hini umboðini,
sum suðuroyingar hava valt
inn á ting.
– Hetta kann ikki ganga
longur og nú má okkurt
henda.
Tað er serliga nú í kjalar-
vørrinum av at 89 suðuroy-
ingar hósdagin í einum
høggi mistu arbeiðið á salt-
fiskavirkinum í Vági og á
flakavirkinum í Hvalba,
sum Fiskavirking rak.
Løgmaður fer nú enn
einaferð at biðja Fiskavirk-
ing og Framtaksgrunnin um
eina frágreiðing um støð-
una í Suðuroy.
– Politiskt kann ikki góð-
takast, at sama økið í land-
inum fer eftir ferð verður
rakt so hart, sum Suður-
oyggin er blivin seinastu ár-
ini, sigur løgmaður.
Hinvegin ásannar hann,
at tað er avmarkað, hvat tað
ber til at gera politiskt, tí
Fiskavirking er uttanfyri
politiska ávirkan.
– Tað almenna fer ikki
aftur at reka skip og virki.
Tann tíðin er farin og hana
skulu vit ikki aftur til.
Hinvegin eru bæði skip og
virki í Suðuroynni, so tær
fortreytirnar eru til staðar.
Men tað má eisini vera so,
at onnur sleppa framat
teimum
virkjum,
sum
Fiskavirking ikki brúkar,
sigur Løgmaður.
Tí fer hann enn einaferð
at geva til kennar mótvegis
Fiskavirking, at politiskt er
tað ynskiligt, at onnur
sleppa
framat
teimum
virkjum, sum Fiskavirking
ikki brúkar.
– Arbeiðsloysið í Suður-
oy er ein støða, sum eg eri
ómetaliga harmur um, men
tað er avmarkað, hvat vit
fáa gjørt við vinnulívið.
Hjálpa til á øðrum
økjum
Men løgmaður sigur, at
umframt tað reint vinnliga,
eru tað aðrir karmar, sum
politikarar hava ávirkan á
og kunnu gera nakað við.
– Og tað eru viðurskifti,
sum vit arbeiða hart fyri at
fáa í rættlag, fyri at bøta um
støðuna,
Hann sigur, at tað fyrsta
tiltakið í hesum sambandi
er tilboðið til suðuroyingar
um at seta rættiliga stóra
bygging ígongd í oynni
beinanvegin við miðnáms-
skúla og heilsuskúla í Hovi
og røktarheimi í Vági.
– Tað er eitt tiltak, sum
hevði skapt sera nógv ar-
beiðið í byggivinnuni og
tað hevði eisini skapt nógv
góð og støðug arbeiðspláss.
Men tað liggur eisini í kort-
unum, at onnur stig skulu
takast. Eitt nú viðgerð
landsstýrið eisini, hvussu
fleiri almenn arbeiðspláss
kunnu leggjast úti um land-
ið og sostatt eisini í Suð-
uroy.
Hetta er ein viðgerð, sum
samgongan er mitt í og tí vil
hann ikki siga nakað um,
hvørjir møguleikarnir eru.
Kortini ásannar hann, at
tað loysir ikki trupulleikan
við tí stóra arbeiðsloysinum
fiskivinnuni, sum hevur
tikið seg upp.
– Í hesum føri hevur
Fiskavirking so mett, at tað
er ikki grundarlag fyri at
reka virkini víðari, í hvussu
so er, sum støðan er nú.
– Tað er ein vinnulig met-
ing burturav.
Men hinvegin minnist
løgmaður eisini, at eisini
undanfarnu eigararnir av
virkjunum í Hvalba og í
Vági, ásannaðu, at virkini
høvdu givið hall.
– Men teir vístu á, at
gongdin var við at venda og
at teir sóu ljósari upp á
framtíðina hjá flakavirkin-
um í Hvalba og saltfiska-
virkinum í Vági. Og hesar
báðar metingarnar eru í
stríð við hvørja arða.
Àttu at góðtikið eitt
avmarkað tap
Løgmaður heldur eisini, at
Fiskavirking kundi um-
hugsa at sett pening av til
eitt fyribils tap upp á virk-
ini í Vági og í Hvalba í eina
avmarkaða tíð, um útlit eru
fyri, at framgongd aftur
verður í fiskivinnuni seinni.
– Fiskavirking og Fram-
taksgrunnurin hava havt tað
avgjørda sjónarmið, at tað,
sum ikki ber seg, má fara.
– Men kortini umhugsar
Framtaksgrunnurin, sum
eisini eigur Fiskavirking, at
seta meiri pening í Smyril
Line, hóast fíggjarligu úr-
slitini hava verið vánalig.
Men fiskivinnuna í Suð-
uroy umhugsar grunnurin
als ikki at seta pening í fyri
at varðveita virksemið í
einum stórum landsparti í
Føroyum.
Sjálvandi ber ikki til, at
virkini geva støðugt hall.
Men er talan um fyribils
afturgongd, eigur ein fyri-
tøka eisini at megna at seta
pening til í einum avmark-
aðum tíðarskeiði fyri at
varðveita virksemið.
Tí kundi eg hugsa mær at
at fingið at vita Frá Fiska-
virking og Framtaksgrunn-
inum, hvørjar ætlanir teir
hava við Suðuroynni og hví
virkini í Hvalbaog Vági eru
stongd, og um talan er um
ein trupulleika í Fiskavirk-
ing yvirhøvur, at tað gevur
hall, ella um talan er um at
tað bara eru virkini í Hvalba
og í Vági, sum góvu hall.
– Tað ringasta er, at mis-
treystið er farið at breiða
seg og tí mugu vit gera,
hvat vit kunnu, fyri at
venda gongdini.
Løgmaður ørkymlaður av
arbeiðsloysinum í Suðuroy
– Vit hava lagt nógv í flakavirkið, bæði í pengum og í arbeiðs-
orku og tí var tað eitt rættiligt vónbrot, at nú nú blivu søgd
upp, sigur Marianna Poulsen, forkvinna í Arbeiðskvinnufel-
agnum, Roynd, í Hvalba
Arbeiðsfólkið í Hvalba hevur spent bogan hart fyri at tryggja
sær arbeiði. Tilsamans settu tey eina heila millión í flakavirkið
fyri tveimum árum síðani. Nú standa tey longu aftur á gøtuni
– Tað ringasta er, at mis-
treystið sær út til at vera far-
ið at breiða seg í Suðuroynni
og politiskt kann støðan ikki
góðtakast, sigur løgmaður
Framhald á síðu 9