Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2005 9 Ætlanin um at gera eina handilsmiðstøð við Sandin í Klaksvík livir enn. Eftir at hava ligið stilt í nakrar mánaðir, eru samráð- ingar sum skilst aftur farnar ígongd millum partarnir, sum møgu- liga skulu vera íleggj- arar HANDILSMIÐSTØÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Tosið um handilsmiðstøð- ina í Klaksvík hevur ligið stilt í eina tíð nú. Men beint fyri árslok í fjør kundi Norðlýsið siga frá, at ar- beiðið við ætlanini at gera eina handilsmiðstøð er so smátt farið í gongd aftur. Arbeiðið stegðaði full- komuliga upp seint í fjør, tá tað var greitt, at ongin fígg- ing kundi fáast til verkætl- anina, sum varð mett at liggja um 90 milliónir við miðstøðini sjálvari, parker- ingskjallara, høli til Klaksvíkar Róðrarfelag, íbúðum og so framvegis. Ætlanin var øgiliga umfat- andi og kostnaðarmikil og av summum skýrd at vera tann reini ørskapur. Hetta var eisini, sum skilst, tað, sum í fjør steðagði øllum upp, tí ongin vildi fíggja eina so stóra verkætlan í einum. Men nú er tosið byrjað aftur. Júst hvat tað er, sum hevur gjørt at gongd er komin á aftur, er tó nakað ógreitt. Men sum skilst er tosið um sjálva verkætlan- ina broytt nakað. Sosialurin skilir, at Klaksvíkar kommuna og stigtakararnir hava havt fund um fleiri av viður- skiftunum og krøvunum, sum vóru til upprunaætl- anina, og har er so ein semja komin burturúr, sum ger, at tað aftur ber til at fara at tosa við møguligar íleggjarar. Fyrireikararnir siga, at allur januar mánaði helst fer við at tingast við komm- ununa og hinar partarnar, sum eru sinnað at vera íleggjarar í verkætlanina, um hvussu ætlanin skal ella kann koma at síggja út. Vøksturin er í miðstøðum Ført hevur mangan verið fram, at tað er stórt spell um handilsmiðstøðin ikki kemur, og ein av teimum, sum hevur sagt tað nakrar ferðir er stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyð- berg. Við Heimabeitið í Útvarpinum týsdagin segði hann, at hann tekur synd í handilslívinum í Klaksvík, um handilsmiðstøðin ikki verður veruleiki. – Gongdin í Danmark vísir, at vøksturin í handils- lívinum liggur í miðstøðun- um og ikki hjá handlunum, sum liggja uttanfyri, og tað er eitt greitt tekin um, at fólk vilja hava handilsmið- støð, sigur Eyðfinn Reyð- berg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Útfyllingin við Sandin er um at vera liðug nú, men verkætlanin við handils- miðstøðini er ikki komin serliga langan veg. Upp- runa ætlanin var so bjart- skygd sum, at handilsmið- støðin skuldi standa liðug, tá undirsjóvartunnilin verð- ur liðugur á sumri í 2006, men tað verður so av ong- um. Og enn er ætlanin um handilsmiðstøðina ikki eingongd vorðin veruleiki, men arbeitt verður tó kort- ini við henni. Kanska meira fæst at vita um ætlanina, tá hesin mán- aðurin er komin at enda. Livst so spyrst. Samráðingar hava verið millum Klaks- víkar kommunu og stigtakararnar til handilsmiðstøðina. Stigtakararnir ynskja at broyta ætlanina nakað, og nú bíðar býráðið bara eftir nýggja útkastinum hjá teimum HANDILSMIÐSTØÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri í Klaksvík, fegnast um, at arbeiðið við ætlanini at gera eina handilsmiðstøð í býnum, nú er tikið upp- aftur. Hann váttar, at fundir hava verið millum stigtak- ararnar og kommununa um møguligar broytingar av verkætlanini. – Fyrireikararnir ynskja at broyta verkætlanina nak- að, og tað hava teir eisini fingið eitt ávíst frælsi til, sigur borgarstjórin. Hann hevur í einum skrivi til stigtakararnar sagt, at kommunan ynskir at fáa eitt nýtt útkast á borðið um einar tríggjar til fýra mánaðir. Hetta útkast- ið verður so lagt fyri býráð- ið at samtykkja. Klaksvíkar kommuna skal samtykkja ætlanina, tí tað fyriliggur ein byggisamtykt fyri mið- býarætlanini. – Eg kann veruliga ikki siga so nógv um hesa ætl- anina – serliga nú tað fara at koma broytingar. Nú er spurningurin bara, hvat stigtakararnir koma aftur við, tá vænti eg, at tað ber betur til at siga nakað meira ítøkiligt um ætlanina við handilsmiðstøðini, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Onki alternativ Útfyllingin við Sandin gongur framvegis við rúk- andi ferð. Arbeiðið við at leggja næsta lagið oman yvir er líka við at vera lið- ugt. Tað eru mong í Klaks- vík, sum halda, at útfylling- in er ræðulig fyri býin, og at hon skemmar víkina. Men tað broytir so ikki tað fakta, at hon er komin, og at hon skal nýtast til okkurt. Alla- tíðina hevur ætlanin verið, at tað skal vera ein handils- miðstøð, og tað gongur spakuliga tann vegin. Men um nú hendan ætl- anin dettur niðurfyri, hava tit so nakað alternativ? – Nei, tað hava vit ikki, so um hendan ætlanin det- tur niðurfyri, og tað vóni eg ikki, at hon ger, so er ikki nógv annað at gera enn at vóna, at onkur annar bank- ar upp á við einari ætlan, sigur Steinbjørn Jacobsen. Hann leggur afturat, at tað eru aðrir fyrispurningar komnir inn um útfyllingina og ætlanina við handils- miðstøðini, men hann held- ur ikki, at talan er um so ítøkiligar fyrispurningar. Sostatt er ætlanin við handilsmiðstøðini alt av- gerandi fyri, um nakað verður á útfyllingini við Sandin ella ikki. Tað er bara tann ætlanin, sum er ígongdi. Um hon dettur niðurfyri, er sum nú er, onki alternativ. Klaksvíkar kommuna stuðlar Minnilutin í Klaks- víkar býráð hevur skotið upp, at kommunan letur stuðul til Reyða Kross NEYÐHJÁLP Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Uppskotið frá minnilut- anum er, at Klaksvíkar kommuna letur 20 krónur pr. íbúgva til Reyða Kross. Hetta uppskotið fer Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at leggja fyri býráðið á komandi býráðsfundi, sum verður týsdagin í komandi viku. 20 krónur pr. íbúgva í Klaksvík gevur umleið 100.000 krónur. Borgar- stjórin ivast eitt sindur í, um tað verður so nógv, men hann fer so at leggja uppskotið fyri býráðið. Sjálvur heldur hann, at 100.000 krónur er øgiliga nógvir pengar fyri kommununa, so kanska 50.000 hevði verið meira passandi. Men hetta verður sum sagt tikið upp á bý- ráðsfundi í næstu viku. Skálaberg siglir heim Klaksvík: Nýggi trolarin hjá JFK Trol í Klaksvík, Skála- berg, er nú farin at sigla heim. Teir hava fiskað í Barentshavinum síðani einaferð fyrst í oktober mánaði, so hesin túrurin hevur vart tríggjar mán- aðir. Skálaberg hevur hend- an túrin fiskað tilsam- ans 770 tons. Ein partur av veiðuni varð lagdur upp í Noregi. Væntandi verður Skálaberg á Klaksvík fríggjadagin um mid- dagsleitið. - sae - Býráðið bíðar eftir nýggjum uppskoti Handilsmiðstøð aftur á breddan Ætlanin um at gera handilsmiðstøð í Klaksvík hevur ligið í dvala í nakrar mánaðir, men nú letur til, at gongd er komin á aftur ætlanina. Handilsmiðstøðin skal eftir ætlan liggja við Sandin, har útfyllingin til sama endamálið er um at vera liðug Steinbjørn Jacobsen, borgar- stjóri í Klaksvík, fegnast um, at arbeiðið við handilsmið- støðini við Sandin nú er uppafturtikið. Onki alternativ er til, hvat kann vera á økinum, um ætlanin við handilsmiðstøðini dettur niðurfyri