Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2005 9 Politikararnir kunnu ikki bara sita til pynt, sigur Fríðálvur Eyst- urberg, formaður í ar- beiðsmannafelagnum í Hvalba. Hósdagin mistu nógvir av hans- ara limum arbeiðið HÓPUPPSAGNIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú mugu politikararnir traðka til. Fríðálvur Eysturberg í Hvalba heldur ikki at polit- ikararnir longur kunnu sita hendur í favn, ímeðan øll lívsmegi spakuliga verður sogin burturúr Suðuroynni. Arbeiðsloysið í Suðuroynni hevur verið stórt nú í langa tíð. Og hósdagin mistu næstan 90 suðuroyingar afturat arbeiðið. Talan er um arbeiðsfólkið hjá Fiskavirking í Vági og í Hvalba. À virkinum í Hvalba ar- beiddu 40 fólk og kanska meir viðhvørt og tey vórðu øll søgd upp í einum høggi hósdagin. Fleiri av teimum vóru eisini limir í Arbeiðs- mannafelagnum, Roynd, har Fríðálvur Eysturberg er formaður. – Hetta var eitt stórt vón- brot og hetta var ikki tað, vit væntaðu, tá ið vit settu pening í virkið fyri at skapa arbeiðið í Hvalba. – Arbeiðsmannafelagið í Hvalba setti 500.000 krón- ur í flakavirkið. Somuleiðis setti felagið 300.000 krónur í trolaran, Steintór og 200.000 í trolaran Niels Paula, tann tíð tað var. – Sostatt hevur arbeiðs- mannafelagið hesi síðstu árini sett eina millión í vinnulívið í bygdini fyri at útvega limunum arnbeiðið. – Tí er tað eitt stórt vón- brot, at tað ikki skal bera til at hava virkið opið, sigur hann. Men tað vísur seg at vera sera trupult at halda lív í flakavirkinum í Hvalba. Heilar fimm ferðir síðani tað varð bygt fyri góðum 20 árum síðani, er flakavirkið í Hvalba lagt stilt tí raksturin hevur ikki borið seg, sigur Fríðálvur Eysturberg Fyrst høvdu feðgarnir Jens og Janus Norðberg virkið men tað gekk ikki. Síðani royndi Janus segfyri aðru ferð, men eisini tað miseydnaðist. Eftir tað, tók Harald Eirikstoft um end- an, men eisini hann mátti pakka saman. Og fyri tveimum árum síðani gjørdi Johan Páll Joensen og aðrir enn eina roynd, men tann royndin vardi bara í eitt ár. Síðani tók Fiskasølan kansin og læt virkið í Hvalba uppaftur og hevði rættiliga fitt av ar- beiðið, serliga tað seinastu tíðina. Men fyri nøkrum vikum síðani var tað Fiskavirking, sum yvirtók Fiskasøluna og sostatt eisini virkið í Hvalba. Síðani tá hevur onki ar- beiðið verið. Og seinnapart- in hósdag varð so alt fólkið kallað saman til fundar og tá vórðu tey søgd upp. Politikarar eiga at hjálpa til – Tað sigur seg sjálvt, at lagið var ringt á fólki, tí hetta høvdu vit ikki væntað. Hann sigur, at tá ið virkið læt upp seinast við felagn- um hjá Jóan Páll Joensen, ljóðaði alt so ljósareytt, at teir ivaðust ikki í at fáa eitt varandi arbeiðspláss. – Men tað vardi so bara í tvey ár. Hann fýlist á, at Fiska- virking hevur latið arbeiðs- fólkið ganga í óvissu í so langa tíð. – Vit hava ikki hoyrt eitt orð frá Fiskavirking, fyrr- enn mikukvøldið, tá ið leiðslan kom suður úr Havn at greiða okkum frá støðuni og at boða frá uppsagnun- um. Nú heldur Fríðálvur, at politikararnir mugu taka stig til at fáa lív aftur í Suðuroynna. – Eg veit ikki, hvat teir ætla. Teir lata ikki hoyra frá sær yvirhøvur, hóast ar- beiðsloysið í Suðuroy veks- ur dag frá degi. Eg veit ikki, um teir taka støðuna í álv- ara, men teir kunnu ikki bara sita til pynt. Tí heldur hann, at kravið eigur at verða, at politisk stig verða tikin til at venda gongdini í Suðuroynni. Uttan politisk tiltøk, veit Fríðálvur Eysturberg ikki, hvussu tað ber til at fáa lív aftur í virkið í Hvalba, tí sum tað ljóðar sær ikki gott út. Hvat tað skuldi verið, hevur hann ikki hugsað so nógv um, tí nú er tað so nýtt aftur, at virkið í Hvalba stongir. Men onkuntíð hevur ein Suðuroyargrunnur verið nevndur og tað kundi verið ein loysn, heldur hann. – Vit Hoyra bara, at Suðuroyggin er so fjarskot- in og tí ber onki til. Men so mugu politikarar leggja so til rættis, at tað ber til kort- ini, annars verður oyggin avtoftað, heldur formaðurin í Arbeiðsmannafelagnum í Hvalba. – À fundinum við ar- beiðsfólkið mikukvøldið ásannaði Meinhard Jacob- sen, at tað var sera trupult at hava lønandi fiskivinnu á landi og at bæði virkið á Tvøroyri og virkið í Havn góvu hall og onnur virki við. Um arbeiðsmannafelagið í Hvalba verður ført fyri at seta pening í virkið eina- ferð afturat, veit hann ikki. Nú bíðar hann spentur eftir, um Fiskavirking og teir, sum eiga virkisbygn- ingin, kunnu finna uppá fyri at fáa virkið ígongd aftur. – Teir hava so váttað, at teir kanna møguleikarnar fyri at lata virkið uppaftur og tær kanningarnar skuldu teir fara í holt við beinan- vegin, sigur Fríðálvur Eyst- urberg. Tað má metast at ógvuliga ivasamt um Fiskavirking nakran- tíð fer at lata flaka- virkið í Hvalba upp- aftur HÓPUPPSAGNIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í løtuni er ikki grundarlag fyri at hava flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági, opin. Tað staðfestir Fiskavirk- ing, sum fyri nøkrum vik- um síðani yvirtók virkini bæði frá Fiskasøluni. Tí tók Fiskavirking av- leiðingarnar av tí og søgdu øllum teimum 89 tímaløntu fólkunum á báðum virkjun- um, upp. Hesi fólk eru í Fiska- virkisskipanini hjá ALS og tey vórðu søgd upp nú, fyri at tey ikki skuldi fara í kar- antenu. Tey hava verið ar- beiðsleys í seks vikur og vera tey arbeiðsleys í átta vikur, fara tey í karantenu í ALS og fáa onki í eina tíð. Men samstundis leggur Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, dent á, at virkisleiðslurnar eru ikki uppsagdar og tí er klárt at fara undir framleiðslu aftur frá degi til dags, skuldi út- litini batna. Hann sigur eisini, at allir møguleikar vera kannaðir fyri at fáa virksemið aftur á virkini. Tó má metast at vera meiri enn ivingarsamt um Fiskavirking nakrantíð fer at lata virkið í Hvalba upp- aftur. Fiskavirking hevur eisini eitt stórt flakavirkið á Tvør- oyri, sum er 15 minuttir frá Hvalba við bili. Hetta er eitt sama slag virki, sum tað í Hvalba, bara nógv størri. Men eisini á virkinum á Tvøroyri, er trot á fiski. Sostatt er mest sannlíkt, at Fiskavirking fer at rað- festa virkið á Tvøroyri, framum virkið í Hvalba. Meinhard Jacobsen segði í Sosialinum í gjár, at allir møgleikar verða kannaðir. Virkisleiðarin í Vági og á Tvøroyri, Martin Hentze, hevur ongar viðmerkingar, men vísur til stjóran. Hetta høvdu vit ikki væntað Ein ringur dagur hjá suðuroyingum Onkuntíð hevur verið tos- að um at gera ein Suðuroy- argrunn, sum kundi hjálpt til at fíggja vinnulív í Suð- uroy? – Tað skal er ikki seta meg ímóti sum so. Men støðan í Suðuroy er tann, at har eru nokk av virkjum, sum eru í góðum standi og nokk av maskinum og tól- um. Trupulleikin er, at tað er Fiskavirking, sum eigur tey. Men tað eigur at bera til hjá øðrum at sleppa framat teimum virkjum, sum Fiskavirking ikki brúkar, sigur Løgmaður. Hann sigur, at meginparturin av tí, sum varð játtað í almennu Sandoyarætlanini, fór til at gera virkini ístand fyri. Tann trupulleikan hava suðuroyingar ikki og tí kann støðan í Suðuroy ikki rættiliga samanberast við støðuna í Sandoynni. Virkisleiðslan á flakavirkinum í Hvalba og saltfiskavirkinum í Vági, Jens Sofus Thomsen, sitandi og Martin Hentze, høvdu ring boð til arbeiðsfólkið hósdagin. Her sita teir inni á flakavirkinum í Hvalba við eini tjukkari mappu, full av uppsagnarskrivum. Hetta var eisini ein trupul dagur hjá teimum báðum Politikarar úr Suðuroynni kunnu ikki blíva við at sita hendur í Havn ímeðan øll oyggin rapar saman, men vit hoyra ikki eitt orð frá teimum, sigur formaðurin í arbeiðsmannafelagnum í Hvalba Tað sigur seg sjálvt, at lagið varð ringt á fólkið, tí hetta høvdu vit ikki væntað, sigur Fríðálvur Eysturberg, formaður í Arbeiðsmannafelagnum, Roynd, í Hvalba Framhald av síðu 8