Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 4 - 7. januar 2005 Hóast tað ikki er talan um tær stóru útmeldingarnar, so hava vit hóast alt eitt ávíst orðaskifti í samfelaganum um hvønn vinnupolitikk, vit eiga at reka. Vit kunnu nevna orðaskiftið nýársdag í útvarpinum og vit kunnu vísa til fjølmiðlarnar fyri og eftir jólahalguna. Tað, sum eykennir orðaskiftið, er ein ávísur ótti fyri búskaparligu gongdini tey komandi árini. Bakgrundin er sjálvsagt fiskaprísirnar, kreppurnar í alivinnu og rækjuvinnu og teir bygnaðarligu trupulleikar, sum eyðkenna fiskivinnuna á landi. Víst verður á tørvin á privatiseringum og á bygnaðar- broytingum, og krøvini um eina meira vinnurættaða gransking og menning eru nógv harðnað í seinastuni. Samstundis, sum hesar røddir hoyrast frá vinnulívsins umboðum, verður staðiliga ávarað móti at nýta almennan stuðul og almennan pening til at hjálpa teimum pørtum av vinnuni, sum eru í trupulleikum. Hetta setir myndug- leikarnar í eina trupla støðu. Krøvini um ein virknan vinnufremjandi politikk harðna, samstundis, sum ávarað verður ímóti at nýta stuðul sum búskaparligt amboð. Tað er væl skiljandi, at vinnulívið ávarar móti einum nýggjum studningsbúskapi. Tað ynskir eingin. Hinvegin síggja vit, at grannalond okkara júst í hesum árum fara inn við ovurstórum peningaupphæddum til tess at bjarga illa sperdum vinnugreinum. Seinasta dømi er úr Svøríki, har stjórnin júst hevur stuðlað SAAB við trimum milliardum svenskum krónum. Svenska vinnulívið og fakfeløgini fagna stjórnini fyri hennara áræði. Frá ES og WTO hoyrist ikki øvugt orð. Vit kundu nevnt fleiri líkn- andi dømi frá Noregi, teimum stóru ES londunum fyri ikki um at tala um Japan og USA. Tað ber til alla staðir at hjálpa vinnuni við almennum pengum bara ikki í Føroyum. Vit skulu vera rein og vit skulu framhaldandi revsa okkum sjálvi fyri syndirnar frá fýrsunum, uttan mun til, um hetta kemur at kosta arbeiðspláss og ein nýggjan túr í búskaparliga aldudalin. Føroyar skulu sum einasta land fyri vestan frásiga sær rættin til nýta fíggjarligu orkuna hjá tí almenna til at stabilisera búskapin við. Hetta er ein løgin støða og alt fleiri spyrja seg, hvør tann veruliga grundin er til hesa fundamentalistisku marknað- arbúskaparligu turkatrúgv. Men stuðul valdast! Tað eru jú nógvir møguleikar, har tað almenna kann stuðla eina trongda vinnu uttan at fara inn við rakstrarstuðli og veð- haldum, sum gjørt varð í áttatiárunmum. Hví kemur vinnan ikki við nøkrum boðum uppá hesar møguleikar? Hví fáa vit ikki nøkur hugskot um, hvussu tað almenna kann fyribyrgja kreppur og hvussuleiðis tað almenna kann bøta um karmar vinnulívsins við at stuðla vinnu- gransking, innovatión, menning og vinnufremjandi átøk? Nú tykist tað, sum mentamálaráðharrin er raknaður við og er í útvarpinum komin við einum granskingarpolitiskum útspæli til frama fyri vinnulívið. Vit vita enn ikki, hvat ítøkiligt er í hesum, men vónandi verður tikið væl ímóti hansara initiativi. Eftir stendur tann ósvaraði spurningurin um mótviljan móti almennum initiativi. Kann hetta vera fyri at tvinga privatiseringarnar ígjøgnum fyri so at koma fram við slangunum til landskassan, tá hesar eru framdar? Hesum fáa vit okkum illa at trúgva. Sama ger - støðan er sera løgin og nógvir spurningar flakra í vindinum í hesum døgum. DAGSINS MEINING Sosialurin Stuðul valdast VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Stella Zachariassen Argir Tá eg havi hoyrt tíðindi, ring tíðindi úr øðrum lond- um so havi eg hugsað "keðiligt" ella "synd í teim- um", men eg havi hildið á at liva mítt vanliga lív. Men nú Tsunamiin hevur verið í Indiska havinum hevur hetta fullkomiliga vent mínum lívið. Nú er neyðin komin yvir mítt egna land og fólk. Mítt hjarta er farið í 1000 bitar og henda síðsta vikan hevur verið ræðulig fyri meg. Vit ynskja øll at hjálpa, men tá fjarstøðan er so stór, so er lætt at siga at vit kunnu ikki gera meira, men vit eru fólk, sum kunnu gera nógv meira enn hvat vit kunnu hugsa okkum, og tað er tí at eg havi valt at reisa meg úr sorgini og gera tað eg kann fyri mítt fólk. Eg havi samkenslu við øllum teimum, sum hava mist í hinum londunum. Eg føli bara eina so stóra byrðu fyri mínum fólki, og serliga tá eg hoyrdi at hjálpin ikki kom fram til tey, tað er tamilarnar har norðuri á Sri Lanka. Eg bleiv so kedd serliga í hesum tíðum, at mannamunur er gjørdur, nú tá øll eiga at standa saman at hjálpa. Viðhvørt er tað sum at eg føli pínuna hjá børnunum, sum hava mist foreldrini, familjuna og/ella heimi. Eg fái ikki tankarnar, sum fylla mítt sinn, burtur. Hvat fer at henda við børnunum. Hvussu kunnu tey blíva frí frá hesum psykologiska óhappi?. Eitt veit eg og tað er at bert Gud kann grøða teirra sinn, men vit kunnu øll verða við at hjálpa so teirra lív gerst eitt sindur betur. Eg havi fingið sera nógvar fyrispurningar um eg ikki samli pengar inn etc. So nú havi eg so lati upp eina konto har møgu- leiki er hjá tykkum at lata pengar til. Eg veit at Reyði Krossur og aðrir hjálpar- felagsskapir samla nógvar pengar inn og tað er heilt fantastiskt sum føroyingar hjálpa, men av tí at summi gjarna vilja hjálpa til meira specifikt, so er ætlanin hjá mær at fara til Sri Lanka innan heilt stutta tíð at byrja hjálpararbeiði, og tað er tað hesin peningurin skal nýtast til. Ætlanin er at hjálpa foreldraleysum børnum í tí norðara partin- um av Sri Lanka. Tí heiti eg á tykkum føroyingar um at vísa tykkara gávumildni og hjálpa til at geva eina fram- tíð til hesi børn. Peningurin sum kemur inn fer óskerdur til hetta endamál. Helvtin av teimum deyðu á Sri Lanka eru børn og tað sárar mítt hjarta at hoyra teirra søgur um at tað einu løtuna vóru tey sera glað, men bráddliga kemur hetta á tey og oyðileggur lív teirra. Fólki har hevur brúk fyri hjálp nú og tað er tí eg fari nú um stutta tíð, men ætlanin er eisini at gera ein túr seinni í summar har eg ætli mær at samla eitt team av frívilligum at fara at hjálpa til við ymiskum, tí tað er ikki bert nú tey hava brúk fyri hjálp, men um nakrar mánaðir, tá alt er gloymt, ja so hava tey so sanniliga eisini brúk fyri hjálp, tí hetta fer at taka fleiri ár at byggja upp aftur. Eg eri vís í at tit sum signað onnur verða signaði sjálvi. Jesus segði at tað sum tit gera ímóti tí minsta gera tit ímóti mær, so "please" hjálpi mær at hjálpa teimum. Tá flóaldan hevði verið og gjørt um seg, ja so kom regnið og skolaði tað sum var eftir burtur. Tann stóri trupulleikin sum er nú er at kvinnur og børn verða sexuelt misnýtt á flótta- fólkalegunum. Tað er nú vit mugu handla og biðja um at øll sum hava mist mugu fáa eina vón og síggja eitt ljós í framtíðini. Fiskurin í havin- um rundanum Sri Lanka er horvin, so at teir fiskimenn, sum eru eftir á lívið hava nú einki at liva fyri. Um nakar av tykkum hevur hug at koma við mær til Sri Lanka at hjálpa, so kunnu tit seta tykkum í samband við meg á tlf. nr. 319556. Kontonr., har tit kunnu flyta pening á, og sum óskerdur fer til hjálpar- arbeiði á norður Sri Lanka er: 6460-162.286.4 Við tøkk fyri stuðul og hjálp. Hjálp mær at hjálpa mínum fólki TÍÐINDASKRIV frá CISV Childrens International Summer Villages - CISV - er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri friði, fatan og virðing millum manna. Felagsskapurin er óheftur bæði politiskt og átrúnarliga. Tað vað Doris Allen úr Cincinatti í USA, sum eftir seinna heimsbardaga, helt ,at okkurt mátti gerast fyri at skapa meira virðing fyri hvørjum øðrum. Og við virðingini at tryggja frið millum fólk og fólkasløg. Hon helt at børn og ung vóru vegurin til eina verð uttan kríggj og annan ágang á mannaættina. Tí byrjaði hon í 1951 at skipa fyri barnalegum, fyri 11 ára gomulum børnum úr ymsum londum, við ymisk- um húðaliti og mentan. Børnini kundu her uppliva nakað nýtt, læra um aðrar mentanir og knýta nýggj vinarbond. Legurnar fingu góða undirtøku og verða í dag hildnar um allan knøttin á hvørjum sumri. Umframt barnalegurnar eru nú eisini fleiri onnur tilboð til teir eldru aldursbólkarnar. Altjóða Barnalegur í Føroyum Í Føroyum kallað vit CISV fyri Altjóða Barnalegur. Tey fyrstu 4 børnini vóru á legu í Noregi í 1978, og síðan tá hava fleiri enn 500 føroysk børn og ung luttkið á legum, bæði her og úti í heimi. Í hesi 27 árini hava føroy- ingar eisini verið vertir fyri fleiri legum. Altjóða barnalegur