fríggjadagur 7. januar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 5 - 8. januar 2005
Tær almennu Føroyar hava agjørt at lata fýra milliónir
krónur til neyðhjálpararbeiðið, eftir náttúruvanlukkuna í
Fjareystri. Harafturat kemur so tann peningurin, sum
Reyði Krossur, Skótahjálpin og aðrir felagsskapir og
einstaklingar savna saman. Tilsamans koma føroyingar og
Føroyar óivað at lata eina munagóð hjálp, um vit
samanbera við fólkatalið.
Spurnartekin varð politiskt og alment sett við upphædd-
ina, landsstýrið upprunaliga avgjørdi at lata. Ein millión
krónur var heldur ikki nógv, tá hugsað verður um, at vit
hava eina fíggjarlóg, sum táttar í fýra milliardir krónur.
Ein millión krónur er afturímóti nógv, tá hugsað verður
um, at vit hava einar 200 mió.kr. í halli á somu fíggjarlóg.
Í vikuni avgjørdi landsstýrið so at lata tríggjar milliónir
krónur afturat. Takk skal landsstýrið hava fyri tað.
Føroyar eru eitt ríkt samfelag, um vit bera saman við so
nógv onnur lond. Tað er bara tað, at so nógvur peningur
kemur ikki til skattingar, og føroyskir einstaklingar og
føroyskir stovnar og felagsskapir eiga nógv í fíggjar-
stovnum her og uttanlands. Grundað á hetta hava vit -
felagssapurin - ráð at lata fýra milliónir krónur.
At føroyingar ikki eru pírnir, og halda seg aftur, tá talan er
um hjálpararbeiði og innsavningarátøk, er júst fjareystur-
innsavningin eitt gott dømi um. Reyði Krossur fór - sum
vituligt er - ígongd beinanvegin, og higartil er longu ein
hálv mio.kr. komin inn. Harafturat er ein hópur av ein-
staklingum við at fyrireika ymisk innsavningartiløk. Fyrst
og fremst eitt stórt innsavningartiltak í vikuskiftinum.
Eftir skránni verður tann árliga nýggjárskonsertin víðkað
til eisini at fevna um eina konsert við fleiri einstaklingum
og bólkum. Fleiri av teimum fremstu føroysku tónlista-
fólkunum verða við í hesum tiltakinum. Talan verður tí
um eina langa konsert - 4-5 tímar. ´Tey eru ófør og tað
takka vit teimum fyri.
Okkara viðmerking er, at sjálvandi skuldu konssertirnar
verið tvær, so onnur fingu høvi at sleppa til konsertina og
guldu fyri hana, og ikki bara tey, sum frammanundan
høvdu keypt atgongumerki til ta fínu nýggjárskonsertina.
Í øllum førum kom meira inn. Konsertin verður send í
sjónvarpi og í útvarpi og harafturat verður sending í
útvarpinum fyri at byggja upp undir innsavningarátakið,
sum verður kring alt landið og í øllum peningastovnunum.
Náttúruvanlukkan í Fjareystri er óivað størsta náttúru-
vanlukkan í fleiri mannaminni. Tær kunnu henda har og
tær kunnu eisini henda um okkara leiðir. Spurningurin er,
um vit ikki eiga at seta meira pening av á landsins fíggjar-
lóg, ætlaður til ein grunn til slík endamál. Og tað, sum
ikki verður brúkt eitt ár, verður flutt til næsta ár, so ein
munagóð upphædd verður í hesum hjálpar- og menningar-
grunninum.
Grunnar tykjast ikki vera gott latín í eygunum hjá
búskaparfrøðingum, men um vit høvdu ein slíkan grunn,
slapst í øllum førum undan fíggjarnevndarskjølum og
eykajáttanarlógum, tá vanlukur - tvíverri mugu vit siga -
av og á henda. Hóast tað almenna hevði ein grunn, ella
eina konto við peningi, til menningarhjálp ella hjálpar-
arbeiðið, hevði tað ikki tikið hugin frá fólki at savna
pening inn.
Tað er at vóna, at stóra innsavningarátakið eydnast væl, so
vit, sum liva í hesum góða kovanum, kunnu lata eina
munadyggja hjálp til hesi neyðstøddu fólk og øki.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Stovnið ein hjálpargrunn!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Ólavur í Beiti
rithøvundur
Havi fylgt eitt sindur
við í blaðskrivingini
sum verið hevur
seinnu tíðina, og eisini
ómaka mær at spyrja
onkran, hvat bagir
Øssuri Mohr, hvat
ólukkan hevur hann
gjørt? - Hann selur so
væl, verður sagt, bæði
her í Føroyum og ikki
minst uttanlands!
Eg má siga beinanvegin, at
eg skilji ikki hví listamað-
urin Øssur Mohr skal drag-
ast inn í hetta kjaki um
Listaskálan, at hansara list
skal standa sum mát fyri
um ein persónur er egnaður
sum leiðari av hesum stovni
ella ikki. Hetta fær ikki
verið rætt, har má liggja
okkurt annað aftanfyri,
sum enn ikki hevur sæð
dagsins ljós.
Og nú kom so eisini
Tróndur Paturson og brúkti
listamannin Øssur Mohr í
síni argumentatión fyri
øllum millum himmal og
jørð - bæði starvsetanini,
listarligari dygd, plagi-
ering, sølu ja har var alt.
Øssur Mohr er nú vorðin
mátistokkur í fleiri førum -
starvsetan, dygd og sølu!
Hann situr í eini lyklastøðu,
vinurin Øssur Mohr, og eg
unni honum tað eisini, tí
tað hevur hann sanniliga
uppiborið! Øssur Mohr er
ein
hugkveikandi
og
dugnaligur og spennandi
listamálari, og eg má siga at
eg eri eisini farin at plagi-
era hansara sera vakra og
spennandi ljósspæl.
Limaskapur
Nógv av tí sum listamálarin
Tróndur Paturson skrivar
um, skilji eg sera væl, eitt
nú tá hann dregur fram tað
skeiva í at hvør Hanus og
Klávus kunnu koma sum
limur í hesi ymsu feløgini
uttan at hava nakað sum
helst við hesi feløg at gera.
Har sita læknar og stjórar
og Gud viti í hesum ymisku
listafeløgunum sum nevnd-
arlimir og skulu umboðað
okkara list herheima og í
øðrum londum sum um vit
listafólk ikki kláraðu hesa
uppgávu sjálvi. Sjálvur
havi eg skrivað um hetta í
sambandi við Rithøvunda-
felagið har tú kanst fáa
limaskap um tú hevur
skrivað EITT lesarabræv.
Tað
er
akkurát
sama
mekanisma sum ger seg
galdandi - men vit hava ikki
sama trupulleika í dag sum
áður, tá bert fá listafólk og
rithøvundar vóru og fe-
løgini vildu hava limir, og
"gáttin var lág" sum Trónd-
ur Paturson skrivar. Tann
tíðin er farin!
So vit eru samdir báðir,
at fyri at tú kanst fáa lima-
skap í felagi so skulu treytir
setast. T.d. tvær útkomnar
bøkur - sum tú sjálvur
hevur skrivað - fyri lima-
skap í Rithøvundafelagnum
- nakrar framsýningar á
viðurkendum
gallaríum,
ella so og so nógvir seldir
málningar ella hvat lista-
fólkini einast um - fyri
limaskap í myndlistafelagi.
Treytirnar skulu ikki vera
at tú ert lækni ella stjóri
ella vinnulívsmaður, men
treytirnar skulu vera at tú
ert skapandi, creativur -
listamálari,
rithøvundur,
yrkjari - so sleppa vit undan
at hava limir í feløgunum
sum bara eru í hesum fe-
løgum fyri at snobba, og
snobba uppeftir, sum onkur
hevur sagt!
Læknafelagið
hevur
treytir, Lærarafelagið hevur
treytir, Blaðmannafelagið
hevur treytir - bert fyri at
nevna nøkur - og ávísar
treytir eisini - lækni, lærari,
blaðfólk!
Tað má reinsast út so
røttu limirnir fáa røttu
ávirkan!
Nyttar einki
Men Tróndur Paturson og
eg eru ikki samdir, tá hann
sigur at list sum selur nyttar
einki! Eg veit ikki hvaðani
hann hevur hesa orðing,
men kanska hevur hann
smíðað hana sjálvur á verk-
staðnum hjá sær í Kirkjubø.
Tað vil siga, at tónleikur
sum selur nyttar einki? At
bøkur sum selja nytta
einki?
Eg hevði ikki dyttað mær
at komið við eini so
skirvisligari og fátækari og
ússaligari útmelding sum
hesi, at list sum selur nyttar
einki, tí alt skapandi er
treytað av sølu! Nú tosi eg
sjálvandi ikki um tey lista-
fólkini sum tøma allar al-
mennu grunnarnar - hjá
teimum er líkamikið! Men
um tey skapandi listafólk-
ini sum liva av síni list -
sum t.d. Øssur Mohr, vin-
urin, ger! Og hann selur -
bæði her og í útheiminum,
og tað er nóg mikið hjá
mær at vita og fegnast um!
Ja, hann selur meiri í
útheiminum enn her, sum
sigur mær alt!
Og so koma vit til henda
forrætt og hetta vælsignilsi
at hesin frálíki listamaðurin
verður boðin at hava árligu
framsýningina í Listaskál-
anum, sum Kinna Poulsen
blásti upp fyrst og so
morlaði Øssur Mohr sund-
ur og skuldsetti hann fyri
bæði eitt og annað! Eg
skilti ongantíð hesa skuld-
seting og geri tað ikki enn -
og eg kenni bæði Øssur
Mohr og Zakaris Heinesen
sum tveir nærlagdir og
ærligir listamenn sum liva
av og við listini, at her er
okkurt uttanfyri aftanfyri,
tá Kinna Poulsen kemur við
sovorðnum svassi! Hvaðani
kemur henda øvund og
hatska
illteinking
frá?
Hvørki frá Øssuri ella
Zakarisi, tað veit eg!
Plagiering
Tað er so vandamikið og
skaðandi og tápuligt at
koma við sovorðnum pá-
standum sum Kinna Poul-
sen kom við, tí vit plagiera
øll allan dagin! Og onkur
hevur skrivað, at sjálvt lívið
er eitt plagiat! Hvar eru vit
nú, og hvat náa vit?
Eisini kritikarar sum
Kinna Poulsen plagiera!
Og eisini eg plagieri
Øssur Mohr!
Øvundin er bara so stór