Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2005 11 TÍÐINDASKRIV frá Fróðskaparsetri Føroya Ritgerðarkapping á Fróðskaparsetrinum 2004-05. Freistin at lata inn er 15. februar Í september mánaða lýsti Fróðskaparsetrið við nýggjari ritgerðarkapp- ing við evninum "Dópur og navnagáva." Hetta er 28. ritgerðakappingin, sum Fróðskaparsetrið hevur skipað fyri síðani 1970. Sóknast verður eftir lýsingum av siðum í sambandi við, at børn verða doypt ella navn- givin. Siðir bæði í eldri tíð og okkara tíð hava áhuga. Hvussu nógv tann skrivandi viðger øðru- megin eldri og hinumeg- in nýggjari siðir, ger tann skrivandi sjálv/ur av. Nýggir siðir og gamlir siðir hava eins stóran áhuga. Millum møgulig- ar spurningar at viðgera kunnu nevnast: Hvussu verður atborið, tá ið navn verður valt barninum? Uppkallingarsiðir ella ikki? Hvussu gamalt er barnið, tá ið tað fær navn ella verður doypt? Er navnið loyniligt fram til ta avgerandi løtuna? Hvussu er hátíðarhaldið ella hendingin sjálv? Hvørjir persónar eru týdningarmiklir í hesum sambandi? Hvussu stórur partur av familjuni er við í hesum? Hvussu eru siðirnir í sambandi við (døgurða)veitslu eftir, at barnið er navngivið ella doypt? Aðrir siðir í hes- um sambandi? Tað eru sum so ikki nøkur formlig krøv til ritgerðina, men væntað verður, at fólk greiða frá slíkum, sum tey annað- hvørt sjálvi hava verið við til ella hoyrt onnur, td. foreldur, ommur og abbar greitt frá. Ritgerð- irnar vera ikki dømdar eftir skaldsligu dygdun- um, men eftir sjálvum innihaldinum, tvs. hvørj- um og hvussu tað verður greitt frá teimum ymsu siðunum í sambandi við dóp og navnagávu. Freistin at lata inn til- far til kappingina er 15. februar 2005. Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við Fróðskapar- setrið, um okkurt er at spyrja um, annaðhvørt skrivliga ella við at ringja. Bústaðurin er: Setursskrivstovan, J. C. Svabos gøta 14, tlf. 35 25 00. Eisini ber til at senda teldubræv á setur@setur.fo Ein dómsnevnd verður sett at meta um inn- komna tilfarið, og virðis- lønir verða latnar fyri bestu úrslitini. Fróðskaparsetrið hevur tey seinastu fleiri enn 30 árini skipað fyri ritgerða- kappingum. Seinasta kappingin var um "Skift- issiðir í sambandi við at gentur og dreingir gerast vaksin". Inn komu 3 handrit, og fingu høv- undarnir bókagávu frá Fróðskaparsetrinum sum takk fyri luttøkuna. VIÐMERKINGAR Jenis av Rana Hon rakar óvæntað og meint, á køldum føroyskum vegum og á sólgyltum, pálmaklæddum strondum í Fjareystri- køvandi sorgin. So meinings- og miskunn- arleyst verða tey rivin burt- ur, høg sum lág, rík og fá- tøk, ung og aldrandi. Hvar er Gud í øllum hes- um, hoyrdist ein spyrja nú um dagarnar. Dagur var, tá eisini Hann misti, enntá sítt einasta og besta, einkarsonin. Um nakrantíð, so hevði Harri og Skapari Himins og jarðar tá bæði motiv og mátt at steðga oyðanini og deyðanum, men Hann gjørdi tað ikki. Gav hann eftir fyri freistingini, var við eitt øll vón úti fyri okk- um menniskjum, og sorgar- leikir, sum hesar dagar so miskunnarleyst raka, høvdu verið fyri lítið at rokna. Gjølla varð størsta bjarg- ingarætlan, søgan veit um at siga, løgd til rættis. Upp- gávan var greið, øll manna- ættin var í vága, einasta bjarging var at Faðirin sendi einkarsonin til jarðar. Men støðan var enn dapr- ari, tí tey neyðstaddu fóru, og tað vistu Faðirin og sonurin fullvæl, at havna bjargingarroyndini, fóru at forfylgja og at enda gera av við Frelsaran. Men hetta var einasta loysnin. Tað er fullgjørt, ljóðaði boðskapurin av Golgata, dagin tá bjargingargrundar- lagið var fullført. Eingin mannaætlan, eingin ágang- ur manna, hevði megna at forða stórstu bjarging søg- an veit frá at siga. Síðani henda dagin er eingin sleptur upp á fjall, hvussu stór sorgin og van- lukkan enn hava verið. Við friði og gleði hevur kær- leiksfulli hjálparin verið á vitjan, í smáttu og borg, hjá ríkum og fátækum, høgum og lágum. Her hjá okum, eins og í fjareystri, vitjar Hann við sínum av naglum merktu hondum, troystar og lekir, endurreisur og veitir vón. Aftur og aftur berast søgur um hetta, her heiman og úr fjarskotnum londum. Hvat kann tsunami van- lukkan læra okkum? Hon kann knýta okkum tættari at Honum, sum heldur á at veita hjálp sína, tá sjálvt frægastu hjálpar- felagsskapir noyðast at gevast. Og hon kann leiða okkum til Hansara, sum í hjálp sínari ynskir at brúka teg og meg og tey evni, teir møguleikar og tað tilfongi, sum Hann hvønn dag lutar við tey, sum standa honum tøk. Tær krónur, privatar ella almennar, sum okkum unn- ist at geva, eru allar givnar okkum av Honum. Hvønn dag tráar Hann eftir at stýra viðurskiftum okra, so vit kunnu gerast før fyri at verða partur av tí lívgev- andi virksemi, sum Hann ynskir at veita Skapanar- verki sínum - her í ríkum norðuratlantsoyggjum ella í fjarastu av tsunami raktu. Eingin missir við at geva eftir leiðslu og hjartalagi Hansara. Ríkari, og á allan hátt signaður, verður hin einstaki og tann tjóð, sum letur upp hond sína fyri tí treingjandi, og tað kundi verið tú ella eg - sum tald- ust millum hesi. Lat okkum í felag leggja lunnar undir enn størri hjálpararbeiði! Tá tsunami og okkara óskiljandi heimligu sorgar- leikir, eru komnir í fjar- støðu, heldur neyðin tó á hjá summum. So var eisini áðrenn seinna jóladag, dag- in tá kreftur jarðarinnar bardust. "Vit her í Kongo hava 11. septembur hvønn dag"- ljóðaði herfyri frá hjálparmanni. Hann strídd- ist eitt fyri hann vónleyst stríð móti valdsgerðum, sum menniskju miskunnar- leyst framdu móti sjálvt verjuleysum kvinnum og børnum í av menniskjum gloymdum økjum. Í tús- undatali doyðu og doyggja hvønn dag, uttan at vit frætta stórvegis, menniskju skapt í somu mynd sum tú og eg. Lat takksemi og hjálp- semi fylla okum, okum sum fingu forrættin at verða fødd í landi, sum av røttum kann kallast for- garður paradís. Lat okum í felag, meðan tsunami og heimligu sárini lekjast, leggja lunnar undir eitt enn størri og dagligt hjálpar- arbeiði, sum fer at náa tey, sum valla megna at rópa neyðarrópið, so tað hoyrist. Gera vit tað, hevur tsunami, hóast sorgarleikur av teim stórstu, megna eisini at borið gott við sær. Megna at veitt hjálp til teirra, sum hava mist vónina- í Sudan, Kongo, Indonesia, Norður- korea, í flóttafólkalegum heimin runt- listin er langur og longri. Men hjálp tín og mín, borin víðari frá Honum, sum skapti ein útveg, kann stytta hann! Gunnar K Nattestad Týskvøldið 4. januar kl. 19, sendi SVF ein dokumentar- film um eitt lespiskt par. Serliga senditíðin og boð- skapurin í hesi sending vóru óheppin og skeiv. Fyri tað fyrsta er sendi- tíðin fullkomuliga undir allan kritik, líkamikið hvat vit annars meina um evni. At senda eina sending, ið er "spennandi" í kraft av sín- um sexuella boðskapi/ undirtóna, beint eftir ein barnateknifilm, er so vána- ligt, at eg haldi SVF (ella hvat tað nú eitur) átti at komi við eini umbering. Fyri tað næsta gekk boð- skapurin í sendingini, beint móti kristnu siðalæruni, við at vísa homosexualitetur sum verandi rættur, góður og enntá at fáa Guðs sign- ing. Eingin ivast í hvat Jesus og harvið kristna siðalæran, sigur. Homo- sexualitetur er synd og er tí ein samlívs háttur, ið er undir Guðs banning eins og øll onnur synd. Hevði tí hugsa mær at føroyskt sjón- varp, við m.a. atlitið til okkara kristna mentunar- arv, tók hædd fyri hesum. Tað vísur seg eisini sum SVF metur virðisløntar sendingar vera eina rættvís- gerð í sjálvum sær fyri at senda tær í Føroyum. Ein og hvør ið fylgir eitt sindur við veit, at nógvar virðis- lønir er at fáa runt um í heimunum og grundarlagi fyri at fáa eina virðisløn er sera ymiskt. Eitt nú fáa pornofilmar eisini virðis- lønir, men tað er vónandi ikki nokk til at vit fáa teir at síggja í SVF. Eg vóni at avvarandi ábyrgdarpersónar vilja svara hesum brævið al- ment, so at vit vita hvat vit kunna vænta okkum sum sjónvarpshyggjarar í fram- tíðini. Annars skal SVF hava rós fyri at gera eitt gott arbeiði við fleiri føroyskum sendingum, m.a. gerð og týðing av barnasending- unum v.m. Avrit sent sjónvarps stjóranum, mentunarleiðar- anum og avvarðandi lands- stýrismanni. Opið bræv til ábyrgdarpersónar á Sjónvarpi Føroya Takk fyri barnasendingina!!!??? Guds persónliga tsunami John Berg í Nesi Hvalba Lesi vanliga við stórum áhuga øll ummæli av bókum og fløgum í føroysku bløðunum. Slapp tíverri ikki ígjøgnum nú fyri nøkrum døgum síðani Fimmarin í Ùtvarpinum viðgjørdi hetta evnið. Ymist er, hvussu tey, ið ummæla føra pennin. Eitt er tó vist, var eg ein av hesum, ið hava "patent" uppá, hvussu ein bók ella fløga "eiga" at vera, hevði eg lagt meg í seðlarnar, tí helst hevði óført av peningi verið at forvunnið !!!!! Um ummæli Dópur og navnagáva Lesið - so eru tit við