Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2005 11 Edvard í Skorðini Joensen Í vælmeintum hjálpsemi eru føroyingar í hesum døgum um at renna hvønn annan um koll fyri at sleppa at lata sum mest av neyðhjálp til teirra í Eysturlondum, sum veruliga hava hjálp fyri neyðini. Og tað er rætt og vakurt gjørt av føroying- um. Og nógvir føroying- ar gera so sanniliga eisini eitt gott arbeiði í so máta og lata har, tað treingir til. Í tí stilla. Men ikki kann eg lata vera við at hugsa tann tanka, at hetta er farið heilt av allari sømiligari leið, sum tað nú gongur fyri seg. Nú skal onnurhvør fyritøka og handil í land- inum knappliga gera hetta og hatta, og allur peningurin skal fara til Reyða Kross. Lýsa við, at nú hava vit tað og tað tiltakið í handlinum, og alt, sum inn kemur, fer til neyðhjápartiltakið. Í fyrsta lagi eri eg so óreinur, at eg ivist í, hvør grannskoðar so nágreini- liga, at veruliga alt, og tá meini eg hvørt oyra, fer til tað, sum sagt verður. Í øðrum lagi tori eg at halda uppá, at ein vemmiligur baktanki um bíliga reklamu fyri sær sjálvum og síni fyritøku liggur aftan fyri fleiri av hesum handilstiltøkun- um, sum nú knappliga eru so umráðandi. Øll vilja sleppa at geva, men tey vilja sleppa at gera tað alment. Beinleiðis sóla sær í tí framman fyri ásjón manna. Hví kunnu hesar so vælmeinandi fyritøkur ikki bara taka umsetn- ingin ein dag - ella tað tey unna sær at lata av honum - og í allari still- heit flyta hann á konto hjá Reyða Krossi? Ong- um nýtist at vita tað. Pengarnir gera akkurát somu nyttu í Teilandi ella Bangla Desh fyri tað. Ella bara, uttan at lata seg skráseta, leggja pen- ingin í innsavningar- bússurnar, sum fara at verða bornar runt um vikuskiftið? Vit elska at lata okkum útnevna sum eina hjálp- sama og skikkiliga kristna tjóð. Men vit hava í mongum førum mis- brúkt hetta meira, enn gott er. Eg ivist ikki í, at mong av hesum, sum nú framman fyri almenn- inginum vilja vísa sínar góðgerðir, fult og heilt trúgva tí, í Halgubók stendur. Og har standa nógv sannleiksorð, sum dagliga gerast so óhugnaliga aktuel. Lesið bara 23. kapitul hjá Matteusi. Og hugsið um tað! »Á stóli Mósesar sita hinir skriftlærdu og Fari- seararnir. Alt tað, sum teir tí siga tykkum, skulu tit gera og taka eftir; men takið ikki eftir gerðum teirra; tí at teir siga tað, men gera tað ikki. Og teir binda tungar byrðar, og leggja tær á herðarnar á monnum; men sjálvir vilja teir ikki nerta tær við einum fingri. Og allar gerðir sínar gera teir, til tess, at teir kunnu verða eygleiddir av monnum; tí at teir breiðka um minnisreimar sínar og økja um dusk- arnar; og teimum líkar væl at fáa tey ovastu sætini í veitslum og teir fremstu sessirnar í samkomuhús- um; og at verða heilsaðir á torgum og verða kallaðir rabbi av monnum.« Tað er ikki lukkuligur uppsangur, her verður givin Farisearunum. Men hygg, hvussu aktuel hesi orðini fram- vegis eru tann dag í dag. Og dømini gerast gref- ligari og grefligari. Ein sonn flóðalda av neyðhjápartilboðum floymir yvir okkum, og hvør leggur annan eftir fyri at vera sæddur við síni vælvild. Og so halda summi, at vit eiga at fáa skatta-frá- drátt afturfyri. Eg meini tað! Jú, vit sanna enn einaferð, at tey, sum hava lagt niðurfyri til gávurnar av tí nógva, tey høvdu til avlops, tey vilja heldur síggjast og hoyrast enn hon, sum legði í kistilin av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við. Tummas Jacobsen Hesi seinastu árini hevur heitið "fundamentalistar" mangan verið at sæð í blaðskriving og øðrum fjøl- miðlum, og tíverri hevur hetta orðið fingið heilt skeivan týdning. Eg skal ikki í hesi grein viðgera orðið "fundamen- talistar", men eg vil fegin seta ljós á hvønn sannan týdning kristin funda- mentalisma hevur, og vísa til hvussu stóra signing kristnir fundamentalistar eru fyri land okkara. Rúni Rasmussen skrivaði frálíka grein í bløðunum , har hann greiddi frá orðinum "fundamentalist- ur", og við greinini prógv- aði hann, at ein funda- mentalistur er ein, sum hevur Guds orð sum fundament – hin berandi grundvøllin – í sínum lívi. Tíverri hevur ein fjøld av fólki gjørt útsagnir um kristnar fundamentalistar, sum eru grundaðar á ókunnleika, tí blandað verður ímillum kristna fundamentalismu og anda- liga fanatismu. Hvat er ein kristin fundamentalistur? Ein kristin fundamental- istur trýr, at Bíblian er Guds orð, og hansara lívs- mynstur og hugsunarháttur er grundað á tey virði og tað fundamentið, sum Bíblian gevur okkum. Spurningurin er so hvat fundament Bíblian gevur okkum, og hvørjar hugsanir verða tilevnaðar útfrá orði Guds. Tí vegna ov lítlan kunnleika til skriftina, vill- ist ein fjøld av fólki, og tí raka mangar av útsøgnun- um í fjølmiðlunum heilt við síðuna av. Bíblian lærir okkum, at Gud hevur friðarætlanir fyri sítt fólk. Eg rokni meg sjálvan sum ein kristnan fundamentalist, og mín sannføring er, at Gud hevur fantastiskar ætlanir fyri okkara land. • Sum ein kristin funda- mentalistur eri eg sann- førdur um, at okkara lítla tjóð skal, til eina og hvørja tíð, klára seg væl og virðiliga við tí til- fongi, sum Harrin vil geva okkum; men treytin er, at vit søkja Hann - at vit við hjartanum trúgva á Hann og við munninum játta Hann sum harra. • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at Harrin vil frelsa okkum frá sjúkum og vanlukk- um; tí Gud læt straffina vegna synd menniskj- anna falla á Son Sín Jesus Kristus, og við at venda okkum til Hansara og fáa syndanna fyrigev- ing, eiga vit samstundis Guds uppreisnarkraft til likam okkara, so sjúkur mugu víkja burtur. • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at Gud vil grøða sálina í fólki okkara, so vit liva í friði við hvønn annan og fyrigeva hvørjum øðrum, eins og Hann hevur fyri- givið okkum. Hetta vil hava við sær, at hjúna- skilnaður fánar burtur so børn okkara kunnu liva í tryggum umhvørvi sam- an við báðum sínum foreldrum • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at Jesus tók allar okkara plágur á Seg, og tað vil siga, at við at venda sær til Hann, verða vit grødd ikki bara likamliga, men eisini sálarliga. Friður Hansara vil fylla sinn okkara, so sálarligir trupulleikar, ótti, stúran o.s.fr. svinnur burtur og vit kunnu liva eitt nor- malt lív. • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at tá vit venda okkum til Gud, vil hann geva vinnulívinum í Føroyum nðggj skapanarevni (kreativitet), so vinnu- lívið fer at menna seg meir enn nakrantíð, og vit fara at fáa fleiri bú- skaparlig bein at standa á. • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at tá fólk okkara søkir Harr- an, vil náði Hansara vera yvir landstðri og løgtingi, so vit fáa eitt fyrimyndar- ligt stýrislag fyri okkara land - uttanfyri ES. • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at tá vit ákalla Gud og biðja um Hansara hjálp, vil Hann ávirka alt skúla- verkið í Føroyum bæði í barnaskúlum, framhalds- skúlum eins væl og í hægri skúlum, so vit kunnu evna ein tann besta ungdóm sum til er. • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at umheimurin fer at undr- ast á ta signing, sum hvílir yvir hesum landi, og tey fara at koma higar í hópatali fyri at fáa innlit í okkara framburð. • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at vit eiga at verja alt lív, eisini lívið hjá tí ófødda, og tessvegna eiga vit ikki at smíða lógir fyri fríari fosturtøku. • Sum ein kristin funda- mentalistur trúgvi eg, at signing Harrans er treyt- að av, at vit venda okkum frá tí, sum er ónt, oyðandi og spillandi, og at vit hava lógarkarmar, sum verja okkara fólk ímóti slíkum. • Sum ein kristin funda- mentalistur elski eg míni medmenniskju og rokni ongan sum mín fígginda; heldur ikki tann, sum hevur heilt øðrvísi lívs- áskoðan enn hana, eg havi. Við øllum hesum í huga er ein kristin fundamentalistur ein tann størsta signingin, Føroyar eiga. Tí er tað óskiljandi, at m.o. ein prestur kann seta ein kristnan fundamentalist fram sum tað størstu hótt- an, samfelagið hevur. – Hesin prestur við fleiri øðrum, kennir ikki sann- leikan og hevur ikki innlit í tað, sum hann tosar um. Andalig fanatisma er nakað heilt annað, og sum ein kristin fundamentalistur vil eg altíð taka frástøðu frá andaligari fanatismu, sum trívist sera væl, har religi- øsitetur er í hásæti. Og tíverri eru Føroyar plágaðar av religiøsiteti. Sum ein kristin funda- mentalistur ynski eg at stríðast ímóti religiøsiteti, sum er ein andsmakt, við at játta Jesus sum Harra og liva í tí frælsi, sum Hann vann mær við Sínum deyða á Golgata. Religiøsitetur og andalig fanatisma standa aftan fyri øll tey mongu stríðini og kríggini, sum verða framd í Guds navni. Ongin kristin fundamentalistur vil gera øðrum mein, hvørki við útspillandi talu ella við harðskapi, tí fundamentið, vit standa á, lærir okkum heldur at líða ilt. Um kristnir fundamen- talistar eru skaðiligir fyri okkara samfelag, so mugu vit spyrja: • Er tað skaðiligt at vóna framburð og signing? • Er tað skaðiligt at liva í vónini um, at fólk gerast frísk? • Er tað skaðiligt at vænta, at hjúnaskilnaður fer at halda uppat? • Er tað skaðiligt at eiga eina vón um, at Føroyar skulu klára seg við tí tilfeingi, sum Harrin skapir? • Er tað skaðiligt at eiga vón um ein ungdóm, sum ikki oyðileggur seg sjálv- an við rúsmisnðtslu, vandalismu og ábyrgdar- loysi? • Er tað skaðiligt at vóna, at tað ikki verður neyðugt hjá okkara sjúkrahús- verki at fremja fostur- tøkur? • Er tað skaðiligt at eiga Guds kærleika, sum ger ein føran fyri at elska eisini tann, sum ger ilt? Sjálvandi veit eg eins væl og onnur, at orðið funda- mentalistur er komið fram eftir at mangir islamiskir yvirgangsfelagsskapir hava kallað seg sjálvar mus- limskir fundamentalistar. Orðið fundamentalistur er so tað sama, men spurn- ingurin er so, hvat funda- ment Islam gevur hesum at standa á; tað kann eg ikki svara fyri og havi ikki innlit í tað; men eg havi innlit í hvat Bíblian stendur fyri, og eg kenni tað funda- mentið, sum Bíblian gevur, og tað er líka stór frástøða millum eystur og vestur, sum tað er millum Bíbliuna og yvirgang. Eg vil tí enda við at siga, at eg ikki skammist yvir at vera ein kristin funda- mentalistur, og við tað, at eg standi á einum funda- menti, sum ikki vikast í ævir, kann eg vera landi og fólki okkara til signing. Kristnir fundamentalistar størsta signing, Føroyar eiga! VIÐMERKINGAR At verða heilsaðir á torgum