hósdagur 27. mai 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kappingin um
ungdómin í
hovuðsstaðnum
okist alsamt, og
storsti náttklubbin
í Havn, Club 20, er
í lotuni í holt við
eina stóra um-
væling
Terji Nielsen
Stór kapping er millum tey ym-
su dansistoðini í Havn fyri at
fáa ungdómin til at koma á
vitjan. Eitt tað elsta og best
umtókta dansistaðið er Club
20, sum heldur til í leigaðum
holum í Havnar Klubba. Club
20 hevur yvir tíggju ár á baki,
og aldurin er farin at síggjast á
hølunum, og hetta roynir leiðsl-
an nú at bøta um.
Fáa storri gólvvídd
Innan fyri teir næstu dagarnar
fara helini hjá Club 20 at fáa
eina storri broyting. Stóru hurð-
arnar, sum venda út í klubba-
garðin, vera tiknar niður, og
nýggjar vera settar upp ájavnt
við betongmúrin hjá Havnar
Klubba. Tað merkir, at skotið
inn til gomlu hurðarnar fer
vekk, og nú verður so ikki
meguleiki fyri at standa undir
taki uttan fyri Club 20 og bíðar
eftir onkrum av vinfólkunum.
Toni Dam, stjóri í Club 20, sig-
ur við Yngd, at flytingin av
hurdunum fer at føra við sær,
at gólvvíddin hjá Club 20 verð-
ur okt við umleið 20 fermetrum.
Hetta ljóðar ikki av nógvum,
men tað ger sanniliga mun hjá
einum ølklubba, sum hevur fult
hús so at siga hvort leygar-
kvold. Okta gólvvíddin fer helst
at fora við sær, at mest loyvda
fólkatal í Club 20, sum í løtuni
er 340 fólk, fer at vaksa eitt lítið
sindur, men hvussu nógv, er
enn ógreitt.
Aðrar umvælingar eru eisini
longu gjørdar í hølunum hjá øl-
klubbanum, og millum annað er
ein nýggj barr komin í nidaru
hæddini. Hetta hevur verið
umrett í Sosialinum fyrr í vár.
Til Íslands at leita
eftir hugskotum
Komandi vikuskifti fara umboð
fyri Club 20 til Islands, har teir
fara at leita sær íblástur til,
hvussu kafein í niðaru hæddini
skal innrættast. Ætlanin er, at
4 UNG 99:SOSIALURIN
Yngd nr. 20
27. mai 1999
2. årg.
- Listarnir
kafein skal hava eitt heilt nytt
snið, og leiðslan í Club 20 sig-
ur, at íslendingar eru ógvuliga
frammalaga innan hetta oki, og
tí verður farið til Reykjavíkar at
hyggja seg um. Meðan umboð-
ini eru í Íslandi, verður farið inn
á kafeir, dansistovur, diskotek
og líknandi, har hugsast kann,
at man kann fáa íblástur.
Arbeiði við at umvæla niðaru
hæddina í Club 20 hevur
skund, sigur Toni Dam og legg-
ur aftrat, at vónandi vera hølini
liðug um hálvan juni, tá ið
ferðafólkini av álvara fara at
koma.
Ætlanin er eisini, at aðrir partar
umboð har
tað hendir!
av Club 20 skulu umvælast, og
serliga toiletviðurskiftini standa
ovarlaga á listanum yvir okir,
sum krevja åbøtur.
Stórur áhugi fyri
búmerkjakappingini
Herfyri var kunngjørt í blød-
unum, at Club 20 skipaði fyri
bumerkjakapping. Eisini var
kapping um nytt navn, og her-
fyri var freistin fyri at lata inn
uppskot úti. Toni Dam sigur,
at áhugin fyri kappingini hevur
verið ovurhonds stórur, og
útvið 120 uppskot eru komin
inn til kappingina. Ein stórur
partur av uppskotunum er sera
snotiligur, og tað verður ringt at
taka dagar ímillum, sigur Toni.
Trý tey bestu uppskotini í bú-
merkjakappingini vera heiðrað
við virðislenum, og vinningurin
er bæði reiður peningur, um-
framt ókeypis atgongd í Club
20 í eitt ávíst tíðarskeið. Tað
vera starvsfólkini í Club 20,
sum skulu finna fram til vinn-
ararnar, og Toni sigur, at
starvsfólkið í nåttklubbanum
eru sera spent til hetta.
YNGD Í DAG:
- um KÆRLEIKA
og ATLANTIC RADIO
- Uttan úr heimi
Nógv atkvoða um
strippara
A heimasíðuni hjá Club 20,
www.club20.fo, er nógv for-
vitnisligt at síggja. Siðvenja
hevur verið í náttklubbanum, at
striptease er á ólavsoku, og í
so máta verður ólavsekan í ár
einki undantak. | hesum sam-
bandi hevur Club 20 eina at-
kvoðugreiðslu á heimasíðuni,
har tað ber til at velja ímillum
fleiri kvinnuligar stripparar
Tann av hesum, sum fær flest
atkvoður, verður so tann, ið
kemur hagar at vísa seg fram í
Club 20 um ólavsokuna.
Undirtokan til hesa atkvoðu-
greiðslu hevur sanniliga eisini
verið góð, og í seinasta mánað
vóru ikki færri enn útvið 1.500
fólk inni á heimasíðuni og
atkvøddu
Eitt, sum leiðslan í Club 20 ætl-
ar at gera meira við, er at hava
sokallaði temakveld. Nakað
síðani var til domis skipað fyri
einum 70'ara kveldi við tónleiki
og pynti frá teirri tíðini, og tys-
kveldið var skipað fyri Harley
Davidson kvoldi í sambandi
við, at Harley Davidson áhug-
aði hittast í Foroyum í hesum
døgum. Slík kvold skulu helst
gerast eitt afturvendandi tiltak,
sigur Toni Dam, stjóri í Club
20.
Einki er so at ivast í, at tað
verður spennandi at síggja,
hvussu nýggja sniðið hjá Club
20 fer at vera - viðskiftafólkini
fara uttan iva at taka væl ímóti
broytingunum.