Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 98 - 28. MAI 1999 Metstórt yvirskot o Ársúrslitið hjá SEV í 1998 var so gott sum ong- antíð fyrr. Rakstr- aravlopið var uppá góðar 38 mió. krónur, og so stórt hevur tað ongantíð verið fyrr. Kundarnir hjá SEV fara eis- ini at merkja við- gongdina hjá fel- agnum, tí 1. jan- uar 2000 lækkar elprísurin til 1,11 pr kWtíma SVEINUR TRÓNDARSON Fyrrapartin í gjár skipaði elfelagið SEV fyri tíðinda- fundi, har roknakapur fel- agsins var lagdur fram fyri fjølmiðlarnar. samstundis. sum Klæmint Wihe, stjóri og John P. Danielsen. skriv- stovustjóri greiddu frá út- byggingarætlanum felags- ins Og tað var heldur ikki so líuð sum teir høvdu á vísa d Roknskaparliga úrslitið fyri seinasta roknskaparár var framúr gott. Ja, so gott, sum tað ongantíð hevur verið fyrr Rakstrarúrlitið fyri farna roknskaparár gjørdist eitt avlop uppá góðar 38 mió krónur, og tað er met hjá SEV. Orsøkin til úrslitið gjørd ist so gott var, at inntøkur- nar hjá felagnum øktust eitt lítið sindur, samstundis sum Eykaútriðslurnar og serliga Rentukostnaðurin lækkaði nógv. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, við einum stórum smíli. Hann hevur eisini orsøk at vera nøgdur ti árið 1998 hilnaðist so væl. Avlop uppá góðar 38 mió. krónur I 1997 hevði SEV eyka útreiðslur fyri ialt knappar 13 mió krónur, men í 1998 vóru hesar útreiðslur falnar til bert at vera góðar 3 mió krónur Rentukostnaðurin er fall in við fimm milliónum sam mett við ári fyri. Orsøkin til hetta fall er, at felagið ikki hevur so stóra lánifígging longur, og tann veruleiki. at rentan á alheimsmarknaðin um er so lág. sum hon ongantíð hevur verið áður, og tað sæst aftur. Samlaða lániskuldin hjá SEV er góð ar 360 mió. krónur við árs lok í 1998. men tá verandi ár er farið afturum, er skul- din komin niður um 300 mió. krónur. Ikki so illa. tá hugsað verður um, at skuldin fyri bert fáum árum síðani. var omanfyri 700 mió. krónur. Prísurin lækkast Tað er ikki nakað endamál í sær sjålvum, at hava el- prisin høgan tí tað verða kundarnir ikki nøgdir við, og tað hevur leiðslan stað- fest Vit hava avgjørt, at vit frå 1. mai 2000 seta prísir- nar hjá húsarhaldunum nið- ur við seks oyrum fyri hvønn kilowatttima, sigur Klæmint Weihe. Lækkingin hevur vid sær, at elprisurin eftir 1. januar verður 1,11 fyri hvønn kWt, og so lågur hevur elprisurin ikki verið síðan 1983. tå hann var 1. 08. Hjá ídnaðarvirkjunum verður eingin broyting í kostnaðinum Nýtt búmerki SEV hevur gjørt rættiliga umfatandi broytingar í við- tókum felagsins Umboðsráðsfundur felag- sins, sum annars í drúgva tid, um ikki altíð, hevur lig- ið um heystið er fluttur, og tað merkti, at roknskapurin ikki var endaliga góðkendur fyrr Hesin fundur er nu fluttur til um vårid, og á fundinum. sum var fyrradagin var roknskapurin g6dkendur, rakstrarætlan og útbygging arætlaninar góðkendar I sambandi vid broyting- arnar hevur SEV fingið nýtt búmerki, sum teknistovan hjá Ingvør Nolsøe hevur teknað. Merki ímyndar eina aldu av megi, ið ikki er liðugt greinad sum vatn ella vind- ur, men heldur sum ímyndin av einari áhaldandi og li andi rørslu, ið leggur grund- ina undir lív og virksemi felagsins Skiftislaið er háttað. at tær mjáu linjurnar spæla saman við búmerk inum heldur enn at skilja seg frá Litirnir á búmerki og skrift kunnu broytast. alt eftir um talan er um brúk á pappiri, akførum, bygning- um ella ambodum, verður sagt á síðu tvey í ársfrá- greiðing felagsins Vit fara at gera meiri við útbyggingarætlanir og rokn- skapin hjá SEV í seinni bløðum soleiðis (*) ir filmar hvørja viku o Ny o Er sjov og underbeldnnde iammilie Gå — Hebe: sr? aga tå siden karen næ renten» sødeste og mest talrude gris Babe.” son LÅNERNE 1ERDWSKI Fra skaberne af Fargo Ho THE BIG LEBOWSKI A PERFECT MURDER Leiga videofilmar å hesum stødum: Statoilstødin í Gundadali tel. 314770 Statoilstødin í Kollafirði tel. 421083 Statoilstødin í Saltangarå tel. 449133 Statoilstødin i Klaksvik tel. 457353 Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001 Statoilstødin i Skålabotni tel. 441200 Statoilstødin i Leirvik tel. 443360 Statoilstødin å Sandi tel. 361101 O STATOIL stødirnar kring landið Sóljurnar liggja so vakrar frammanfyri bygningin hjá SEV við Landavegin. Innanveggja er hýrurin góður, m. a. tí at 1998 hilnaðist so væl. Talan var um metstørt yvirskot uppá góðar 38 mió. krónur. Frá 1. januar 2000 fáa privatu brukararnir hjá SEV eisini góða hýrin at kenna. Tá lækkar prisurin nevniliga við 6 oyru pr. kWtíma