fríggjadagur 28. mai 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ÓKEYPIS
sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Undirritaði teknar seg sum haldara av
Tiðindablaðnum Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
[] Haldarar í Føroyum: 255,-/ársfj.
[] Haldarar í Danmark: 425,-/ársfj.
[] Haldarar í Føroyum,
[0 5 blød í senn: 340,-/ársfi.
[] Onnur lond: Ymiskir prísir
tíðindablaðið
Myntsavnarar
Nr. 98 — 28. MAI 1999
TURIÐ KJØLBRO
Um vikuskiftid savnast
myntsavnarar og myntá-
hugað í Norðurlandahúsi-
num í Havn. Nordist Num-
ismatisk Union hevur árs-
fund. Byrjað verður leygar-
morgunin kl. 10.00. Stjórin
i Norðurlandahúsinum,
Helga Hjørvar. bjóðar væl-
komin. Síðani byrjar ein rød
av almennum fyrilestrum
um myntskattir og útgrevst-
ur
Brita Malmer, professari
í Numismatisk Forsknings-
gruppen í Stockhólmi. held-
ur fyrilestur við heitinum
Knut den Store. Hardeknut
och Ormtypen í Lund. Kol
bjørn Skaare. professari við
Oslo universitet. heldur fyr
Thorolf Bjørklund er for
va Myntsavn
maður í Foro
arajfelag
savnast i Føroyum
Fyrilestrar og ársfundur eru á skránni hjá Nordist Numismatisk Union, ið
hesa ferð verður hildin í Fóroyum
ilestur við heitinum Mynt
skatten fra Sandoy. Anton
Holt, savnsleidari á Seðla
banka Islands, tosar um
Brødurnar Lund, og Tom C
Bergroth, savnsleiðari.
heldur fyrilestur við heiti
num Kort presention av
Abo stats Historiska Muse
ums nya Mynt- och Med
aljkabinett. Jørgen Steen
Jensen, yvirinspektørur å
Danmarks Nationalmuse
um, greiðir frå verkætlanini
vid heitinum Pengar i Dan
mark 1000-2000
Seinnapartin verður sjálv
ur ársfundurin hjá Nordist
Numismatisk Union. Hann
er bert fyri tilmeldaðu lut
takararnar. Um kvoldið
verður veitsludøgverdi á
Hotel Hafnia, og sunnudag
in útferð fyri teim 40 út
lendsku gestunum
Føroya Myntsavnarafelag
verður 10 ár í ár. Formaður
í felagnum er Thorolt
Bjørklund
Ingolf-ekspedisjonin
I dag letur framsýning upp í dansistovuni í Norðurlandahúsinum um fyrstu
donsku djúphavsrannsóknarferðina við skipinum „Ingolf“ fyri 100 árum síðani
Í tvær ferðir á fýra summ
armánaðir í 1895 og -96
gjørdi kryssarin .Ingolf“
eina rannsókn av djuphavi-
num millum Island og Før-
oyar og ut fyri Vesturgrøn-
landi. Hendan rannsóknar-
ferðin gjørdist byrjanin til
eina rød av øðrum donskum
djúphavsrannsóknum
Hóast vedurlagid var
trupult og nógvur ísur tarn-
aði rannsóknini, vóru tús-
undtals måtingar gjørdar av
teimum alisfrødiligu viður-
skiftunum (hiti, salt inni-
hald v.m.). Eisini vóru fleir-
tals djúphavdjór tikin við
heim at kanna. Haraftrat eru
mangar fotomyndir av lívi
num umborð og av vitjan-
um á landi eisini varðveittar.
Millum annað er ein mynd
við fýra føroyskum kvinn-
um og sjey føroyskum
monnum, sum eru avmynd-
að umborð á Ingolf" á eini
vitjan á Havnini, við á fram-
syningini. Vit kenna ikki
hesar føroyingar, so forvitn-
isligt hevði verið um onkur
kendi hesi aftur. Avrit av
hesum myndunum verður
eisini givið Fornminnis-
savninum
Eftir íslendskum ynski
hevur djuphavslivfrøding-
urin, dr. phil. Torben Wolft
frå Zoologisk Museum, sett
upp eina stóra framsyning
um rannsóknarferðina.
Framsýningin er í 1995
sýnd í Norðurlandahúsinum
í Reykjavík og tveimum
øðrum býum í Íslandi. I
1996 var framsýningin á
Zoologisk Museum 1
Keypmannahavn. Og frå
1996 til -98 ferðaðist fram-
sýningin millum seks býir í
Vesturgrønlandi.
Framsyningin umfatar til
buningar av ymsum djør
um, kort og tekningar, kop-
arprent og litmyndatalvur
frå ti stóru rannsóknarfrá
greiðingini í 15 tjúkkum
bindum umframt eitt stórri
úrval av teimum sera áhug-
averdu fotomyndunum.
Øll eru hjartaliga væl-
komin at støkka inn á gólv-
10, tá ið framsýningin letur
upp í dag kl. 15.00. Hon
verður opin til sunnudagin
27. juni.
At svimja er stuttligt
EL! HENTZI
letta halda øll tey lítlu
pørnini, Summi av teimum
ara nakrar fáar mánaðir,
sum í tryggum foreldra-
1ondum damla runt í svimj-
ihylinum á Sandoyar Meg
inskúla. Tað er ein av lær-
arunum á Meginskúlanum.
acqueline Benzon. ið hevur
tikið stig til foreldra/barna
svimjingina. Øll børn undir
skúlaaldur kunnu saman við
foreldrunum melda seg til
Svimjingin er týsdag frá
17.30-18.30
Hylurin verður henda dag
hitaður. so at børnini og
kanska serliga foreldrini
ikki gerast ov køld. Higartil
tykist undirtøkan at vera
stór. Herfyri var litli hylurin
nærum fullsettur av gladum
børnum og enn gladari for
eldrum, så tad ut til.
Frá ti Meginskulin varð
bygdur hevur høllin bæði
verið fimleika/svimjihøll
Vetrarhálvárið er gólv á,
meðan summarið bjóðar
Sandoyingum svimjing
Stórt spell er tað tó, at hyl
urin ikki verður brúktur
meira. Bert tværreisur um
vikuna hava Sandoyingar
høvi at svimja. Tað er og
hevur eisini altíð verið ein
trupulleiki at fáa skipað við-
urskiftini viðvíkjandi svimj-
ingini. Tað vildi verið ynsk-
tligt, nei ikki ynskiligt, men
eitt krav, at myndugleikar-
nir á staðnum fingu hesi
viðurskifti í rættlag. soleiðis
at greiðar reglur valdaðu á
hesum øki. Eitt minstakrav
má verða, at tann, ið stendur
fyri svimjingini hevur réttu
útbúgvingina, um nú nakað
skuldi hent. Sum nú er vald-
ar skilaloysi á hesum oki.
Rættast hevði verið. um
myndugleikarnir settu fólk
í starv at tikið sær av tí al-
mennu svimjingini í Sand
oynni. Um hetta ikki letur
seg gera, eigur almenna
svimjingin at halda uppat,
ongantíð ov skjótt. Tað, sum
fer fram í løtuni er ábyrgd-
arloysi út um alt mark, so
er tað sagt!!!
Týsdagar hava, sum sagt,
børn undir skúlaaldur sam-
an við foreldrum møguleik-
an at dusa sær í vatninum
Av tydningi er tad, at børn
longu frå allarfyrstu byrjan
fåa møguleika at venja seg
vid vatnid. Hesin møguleik-
in er gyltur, so vónandi fáa
enn fleiri foreldur hug at
taka lut. Vit síggjast í hyli
num!!