fríggjadagur 28. mai 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 98 - 28. MAI 1999
———T————TT——————————————————————————————————TT——T——T—————1iJ"
tíðindablaðið
Ur Operettuni Flogmúsini
Operetta fyri fyrstu ferð
framførd i Føroyum
Islendski forsetin, Dávíð Oddson, hevur stuðlað Føroyaferdini hjá operettuni Flogmúsini vid 100.000 donskum
krónum. Sunnudagin verður hon framførd í Norðurlandahúsinum
TURIÐ KJØLBRO
Vikuskiftið verður eitt av
teim heilt stóru í Norður-
landahúsinum. Í dag letur
framsýningin um kendu
„Ingolf-ekspedisjónina“
upp í dansistovuni, og í
morgin verður ein rød av al-
mennum fyrilestrum í sam-
bandi við, at Nordisk Num-
ismatisk Union hevur års
fund í Føroyum.
Í morgin verður eisini ein
stórhending í Norðurlanda-
húsinum. Føroyski spæli-
filmurin Bye Bye Blue Bird
hjá Katrini Ottarsdóttir hev-
ur heimsfrumframførslu.
Katrin hevur skrivað hand-
ritið og hon leikstjórnar eis-
ini.
- Tað er rættiliga óvanligt,
at ein kvinna er filmsleik-
stjóri yvirhøvur í heiminum.
Í grundini er tað heilt fant-
astiskt, at Katrin Ott-
arsdóttir hevur gjørt tveir
føroyskar spælifilmar, sigur
Helga Hjørvar. stjóri í
Norðurlandahúsinum, ið er
rættiliga hugtikin av filmi-
num
- Tað er altíð stuttligt og
inspirerandi at síggja eina
ógvuliga persónliga tulking
av eins egna veruleika. Ein
slík tulking er hesin filmur-
in. Eg rokni við, at hann fer
at birta í kjak og ymsar
meiningar um hesa tulking-
ina. Fyri ein útlending er tað
rættiliga áhugavert at síggja
sjónarhornið í filminum.
Her eru tvey ungfólk, ið
hava búð í hvør sínum landi
og tey geva Føroyum eina
kosmopolitiska dimensjón.
Ein stórur partur av Føroy-
um eru jú uttan fyri Føroyar,
og á sama hátt fyri Ísland,
er tað eitt rikidømi í sjálvum
sær.
Íslendingurin Hilmar Orn
Hilmarsson hevur gjørt
filmstónleikin. Hann hevur
fingið europisku filmsvirð-
islønina Felix fyri tónleikin
í einum íslendskum filmi
Utlendskir = fjølmiðlar
verða eisini til staðar á
frumframførsluni leygar-
dagin. Donsku blødini In-
formation og Aktuelt, og
Danmarks Radio og DR2
Bogart verða hjåstødd. Eftir
frumframførsluna verður
filmurin vístur í Havnar Bio
og øðrum biografum.
Flogmúsin til Føroya
Ein onnur stórhending verð-
ur eisini um vikuskiftid.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
verður ein operetta í allari
síni heild framførd í Foroy
um. Islendska Operain
kemur til Føroya við oper
ettuni Flogmusini
- Hetta er eitt sera størt
tiltak vid 40 tónleikarum úr
symphoniorkestrinum i Is
landi. 20 kórsangarum. 10
soloistum. 10 teknikarum
og nógvum ødrum, sigur
Helga Hjørvar
Tveir av kendastu solist-
unum í Íslandi. Sigrún
Hjálmtýsdóttir og Bergtór
Pálsson. syngja. Konsert-
meistari er Sigrún Eðvalds-
dóttir. Operettan, sum er í
trimum pørtum, er tann
kenda Flagermusen hjá Jo-
hann Strauss í nýggjari ný
tímans útgávu.
- Tónleikurin er hin sami,
men operettan verður spæld
í nýtímans umhvervi. Hon
fer fram i Reykjavík í Is-
landi í dag. Grundin til, at
leikurin er fluttur til nútíð-
ina, er, at Íslendska Operain
vil hava fatur á nýggjum
åhoyrarum. Tað er ikki 6-
kent, at klassiskir leikir
verða gjørdir í nýtímans út-
gávu. Í hesi útgávuni av
Flogmúsini eru video-upp-
tókur, upptøkur á skíggja.
og onnur eksperiment, sigur
Helga Hjørvar.
Operettan kemur bein-
leiðis úr Íslandi og hevur
ikki verið framførd aðra
Ur Operettuni Flogmúsini
staðni í Norðurlondum
Frumframførslan var í farna
mánaði
Ætlanin er ikki at ferðast
víðari við operettuni, tí tað
er rættiliga dýrt. Íslendski
forsetin. Dávíð Oddson.
hevur stuðlað ferðini hjá
Flogmúsini til Føroya við
100.000 donskum krónum
Hann hevur gjørt, at tað var
møguligt at alt orkestrið
kundi koma við til Foroya
Krosstein
Annars var ætlanin. at bert
eitt piano var við, sigur
Helga Hjørvar. ið ásannar.
at tað er stórur áhugi fyri
Føroyum í Íslandi og øvut
Framførslan av Flogmús-
ini verdur i Nordurlanda
húsinum sunnukveldið kl
19.30. og talan verður bert
um ta einu. Gravgangurin
eftir atgongumerkjum er
longu stórur
Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn
Tlf. 314600 - Fax 317360
Teldupostur: skØpost.olivant. fo