fríggjadagur 28. mai 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eingin trúi
at tað bar til
- Oll vóru ímóti, og ikki ein rokn-
aði við, at tað bar til at gera eina
føroyska tíðindasending við so
lítlari manning, sigur Finnbogi
Ísakson um fyrstu Dag og viku-
sendingina
Turið Kjølbro
- Fólk hildu, at skuldu vit gera eina foroyska tíðinda-
sending, máttu vit seta eini 70 fólk bara til tað. Bloðini
vóru á tremur við lesarabrovum, ið mutaðu ímóti. Ikki ein
var positivur. Men tá ið eg kom heim um kveldið 25. maí
eftir, at fyrsta Dagur og vika hevði verið í luftini, fór tele-
fonin at kima og hon kimaði uttan íhald út á nåttina. Og
oll vóru nøgd og glad, sigur Finnbogi Isakson, ið var
fyrsti verturin í Degi og viku
Týsdagin í hesu vikuni vóru 15 ár, síðani Dagur og vika
varð send fyrstu ferð. Tað var Jógvan Asbjørn Skaale,
fyrrverandi stjóri í Sjónvarpi Foroya, sum á sinni heitti á
Finnboga Ísakson at gera eina foroyska tíðindasending.
- Donsku tíðindasendingarnar vórðu tá endursendar í
za i
luftini
Vanliga havi eg ikki glett meg so
nógv til summarskránna hjá Utvarp-
inum, tí sum oftast hevur hon havt
færri sendingar, eg havi havt hug at
lurta eftir. Senditíðin hevur verið mun-
andi skerd um kvoldið, tann tíðin á
| fríska luft — í skerandi kontrasti tíl
| nógvu vetrarsendingarnar, sum vera
| tiknar upp inni. Og so eru tær bein-
| leiðis, ístaðin fyri keðiligu ítróttar-
| sendingarnar eftir tíðindini leygar-
kvold og sunnukvold, við evigum
tabellum og fótbóltsúrslitum frá 1.,
2. 3. og 4. deild í Onglandi.
Onkuntíð undrist eg á, at tey ikki
taka úrslitini úr piltadeildini eisini. |
I Degi og viku týskveldið sóu vit brot úr teirri fyrstu
sendingini, og sum vit hoyrdu endaði Finnbogi Ísakson
sendingina við at síga, at "sendingin verður kanska aftur
á skránni fríggjadagin"
foroyska sjónvarpinum, við hvort fleiri í senn. Sjónvarps-
stjórin tók tá avgerð um, at vit skuldu hava eina foroyska
tíðindasending og ikki senda tær donsku. Tá var rama-
skríggj. Vit avtalaðu kortini at gera eina roynd, hóast tað
var torført. Eg var einasti journalisturin, ið varð settur til
uppgávuna. Teknikarin og eg kendu lítið til sjónvarp, tað
var rættiliga komiskt, men vit fóru kortini í gongd.
- Utlendska tilfarið var týtt eftir førimuni, og bara at
leggja myndirnar til var ókunnugt fyri okkum. Dagin fyri,
sendingin skuldi í luftina, gjørdu vit útlendsku tíðindini,
legdu myndirnar til og bandaðu tey. Allan dagin eftir
gjørdu við foroyska tilfarið klárt, og tosaðu tey á eitt
band fyri seg, sigur Finnbogi Isakson.
Sendingin vardi í byrjanini í hálvan tíma og varð send
eina ferð um vikuna.
- Trupulleikin, tá ið vit rættiliga vóru komnir í gongd, var
at avmarka tíðindaflutningin til ein hálvan tíma. Vit vóru
ikki nóg kritiskir til at sálda frá.
- Tá ið vit hevdu prógvað, at tað bar til uttan at seta 70
fólk til uppgávuna, fánaðu lesarabrovini burtur, og fólk
tóku Dag og viku til sín. Seinni um heystið vóru Arni
Gregersen og Jógvan Jespersen settir, minnist Finnbogi
aftur á
Tað var Finnbogi sjálvur, ið fann uppá, at sendingin
skuidi eita Dagur og vika.
- Eg valdi heitið út frá tí, at tíðindini skuldu vera dags-
aktuell, men kundu eisini vera slíkt, sum var hent í viku-
ni. Og navnið hevur hingið við síðani, sigur Finnbogi
Isakson.
Ingvor Nolsøe gjørdi uppskot um, hvussu inngangurin
innihaldsrík, sum tær undanfarnu
fimtan. Ein fitt sending uttan stress,
við eitt sindur av hverjum til tey
smæstu, men sanniliga eisini til tey Í
storru. Vit fara at sakna Systi og
Beiggja og serliga skjaldrini frá
Ommuni og Manninum, og vóna at
tey oll skjótt koma aftur. Meðan vit
bíða, hugna vit okkum við at síggja
Fimlu, har Gundur bakar reyðar,
grønar og gular pannukakur — tað
ella trailarin skuldi síggja út, og Kristian Blak gjørdi ljóð
til. Hetta var tó ikki brúkt so leingi.
Hvat dámar tær Dag og viku í dag?
- Eg fegnist um menningina. Tað, vit settu
vorðið til eina góða tíðindasending. Hon er p
allar mátar, í uppseting og tekniskt líka góð s
hvor útlendsk tíðindasending. Í so máta hava tey rokki
málið. Hinvegin haldi eg, at tey gera minni við foroysk
tíðindi enn vit gjørdu. Vit løgdu stóran dent á tíðindi, sum
útvarpið og blødini ikki høvdu, sigur Finnbog
enda
Isakson at
Annika
Joensen,
samskipari,
i skrivar
degnum eg havi best moguleika at
hoyra útvarp. Soleiðis varð tíbetur
ikki í ár. Eg gjørdist stórliga bilsin í
vikuni, tá eg uppdagaði, at ÚF byrjaði
kl. 7 og sendi heilt til kl. 23. Hetta er
eitt framstig, sum UF eigur rós fyri.
Tað er tó heldur tunt við nýhugsan í
longdu senditíðini. Mest tónleikur og
prát, men tað er kanska eisini nóg
mikið. Týdningarmesta er, at kapping-
in við Atlantic Radio verður tíkin upp
— og tað eg havi hoyrt haðani til nú,
skuldi tað ikki verið so ringt.
Fótbólturin rullar aftur
Storstu glottarnir í summarskránni
seinastu árini hava verið kappróðurin
og fótbólturin, sum eg veit nógv fólk
saman við mær lurta eftir. Soleiðis er
tað vist eisini í ár. Ítróttarsendingar-
nar eru summartekin so tað forslær.
Tær bera boð um stevnur, ferðing og
Slapp gjøgnum svingið
Ein sending, sum slapp inn um
summargáttina, var Koyribreytin.
Henda sending er líka áhugaverd
sum Vetrarbreytin, við oðrvísi inni-
haldi sjálvandi. Sami leistur er brúktur
til sendingina hvorja ferð, men inn-
sløgini eru fjølbroytt og viðkomandi.
Nógv góð ráð og ein lyftur peikifingur,
sum ofta er uppá sítt pláss. Meira av
hasum slagnum av sendingum hevði
verið kærkomið. Eg kundi bara hugs-
að mær, at tað bleiv spart eitt sindur
uppá countrytónleikin, men tað eru
tað nokk fleiri meiningar um.
Síggjast vónandi aftur annan
dag
So hendi tað, tíverri alt ov skjótt.
Seinasta sendingin av Likkulikkuleia
á hesum sinni var í SvF friggjakvøld-
ið. Hon var akkurát líka stuttlig og
er sanniliga eisini undirhaldandi.
Barnasendingarnar í SvF eru fjøl-
broyttar og síggja út til at undirhalda
børnini eins væl ella betur enn Dis-
ney. Tad er meira enn tað kann sigast
um barnasendingarnar í ÚF, tíverri.
Um tað eru sendingarnar ella vanar-
nir hjá bornunum veit eg ikki, men
enn hevur dótturin ikki tímað at lurta
eftir eini einastu barnasending í UF.
Tað verður vónandi betri, tá hon verð-
ur eitt sindur eldri.
Eitt konubrot
TV2 sendingin um Duritu Holm og
Sølku Vølku var eitt satt upplivilsi,
tíverri bara alt ov stutt. Eg sat bæði
og ógvaðist og undraðist á hesa
ungu gentu, sum longu hevur sæð
storri part av heiminum enn tey
flestu. Hvussu hevur hon fingið hug-
skotið til eina so spennandi, men eisi-
ni strævna ferð. Hvussu nógvir foroy-
ingar høvdu av fríum vilja búð um-
borð á einum báti við slíkum saniter-
um viðurskiftum í so langa tíð —
seinastu tíðina við einum nyfødingi.
Og ikki minst, hvussu fær hon orkuna
til at vera skipari og arbeiðsgevari hjá
nógvum fólki, samstundis sum hon
hevur fingið eitt barn. Har er onki
sum eitur barnsburðarfarloyvi ella
ansingarpláss. Eg misunni henni ikki,
hevði heldur ikki sjálv funnið uppá at
farið ein slíkan túr, men eg eri hugtik-
in av at onnur tora. Sendingin var
stutt, men lýsti ótrúliga væl eitt fólk,
sum ikki er sum hini. Vónandi skrivar
hon um ferðina, tá hon kemur heim
aftur.
Jóhan Samuelsen, Annika Joensen, Einar Petersen, Oddvor Johansen, Steintór Rasmussen og Rigmor Dam skiftast um at skriva Útsjón