fríggjadagur 7. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2005
13
90 ár
Í dag, 7. januar fyllir Niklas Olsen, bátabyggjari á Tvøroyri 90 ár.
Virkisráðgevingarfela
gið Hugin er flutt í
nýggj skrivstovuhøli
á Argjum og hevur
sett Maibritt
Højgaard
sálarfrøðing og MBA
í starv
Higartil hevur Hugin hús-
ast heima hjá einum av
stovnarunum, Steinbjørn
Hardlei. Nú er ráðgevingar-
felagið flutt í nýggj og
rúmlig skrivstovuhøli á
Argjaboðagøtu 7 á Argjum.
Hølini eru í bygninginum
hjá el & tele uttast á Argja-
boða.
Við hesum hevur Hugin
munandi betri arbeiðsum-
støður og er enn betur ført
fyri at veita viðskiftafólki
sínum eina góðskutænastu.
Viðskiftafólk, sambond og
onnur áhugað er sjálvandi
vælkomin at støkka inn á
gólvið at heilsa uppá og fáa
sær ein kaffimunn.
Hugin hevur um somu tíð
sett Maibritt Højgaard í
starv
sum
fríyrkisfólk.
Maibritt Højgaard er sálar-
frøðingur og hevur MBA
frá University of Ports-
mouth UK. Hon undirvísir
í sosial- og organisatións-
psykologi á University of
Wales í Swansea og arbeið-
ir sum konsulentur í Bret-
landi, Danmark og Føroy-
um fyri Hugin.
Maibritt Højgaard hevur
tó flestar royndir frá vinnu-
lívinum sum fasilitator og
skeiðleiðari. Hon hevur
serligan áhuga fyri sam-
skifti í fyritøkum, og
hvussu samrøða kann nýt-
ast sum eitt reiðskap at
skapa menning og vøkstur.
Við hesum spennandi før-
leikum kann Hugin veita
eina enn betri tænastu inn-
an sítt virkisøki.
Kjarnuøkið hjá Hugin er
tann strategiska fyritøku-
menningin. Tað merkir, at
Hugin hjálpir fyritøkum at
seta sær yvirskipað mál og
umseta hesi til ítøkiligar
ætlanir. Málbólkurin er ser-
liga smærri og miðalstórar
fyritøkur. Royndirnar vísa,
at í hesum fyritøkum eru
góðir møguleikar at vinna
meira pening við málrætt-
aðari fyritøkumenning.
Meira fæst at vita um
Hugin
á
heimasíðuni
www.hugin.fo.
Dagurin
1. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá danska konginum Erik Ejegod.
Hann varð myrdur av systkinabarni sínum Magnusi henda dag í 1131. Í danskari
søgu verður hann róptur Knútur Lávardur, ið er sama orðið sum tað enska lord, ið
merkir harri. Knútur varð skírdur halgimenni í 1169.
Navnið Knútur er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst knútur, brúktur sum
eyknevni. Ella kanska er tað gamalt týskt navn: hin (hug)djarvi.
Hugin er flutt í nýggj høli
og hevur sett nýtt starvsfólk
Í samband við at
Birgar Johannessen í
Havn savnar tilfar til
eitt leksikon yvir
Havnina í
tíðarskeiðinum 1900-
1969, biðja vit um
hjálp frá lesarum,
sum kenna persónar á
myndini, um at siga
okkum frá, so
"Havnar leksikon"
kann verða heilt røtt.
Hendan myndin er av
konfirmantum í Havn 31.
mars 1940. Her hava vit øll
nøvnini, men mangla at fáa
tríggjar persónar upp á
pláss. Teir eru: Kornelius
Christian Frederik Dam,
Lars Aage Knudsen, og
Joen Wang Justinussen
(Jógvan). Tað vil siga, at
har tað stendur »ókendur«
(við pílin), skal navnið á
einum av hesum trimum
persónum setast inn. Tey
sum kenna hesar persónar
eru vælkomin at seta seg í
samband
við
Birgar
Johannessen
á
telefon
314647 / 273168.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Havnar leksikon
Konfirmantar í Havn 1940
➔
➔
➔
Aftasta rað f.v.: Jacob Frants Olsen, Peter Arne Rein, Johan Ejler Rubeksen, Daniel Ole Wang Hansen, Ole Oliver Justinussen, Ole Peter Lave Olsen, Mouritz Andreas
Hansen, Joen Henrik Petersen, »ókendur« .
Miðraðið f.v.: Jacob Joensen provstur, »ókendur«, Haldor Christian Christiansen, Steingrím við Stein, Niels Pauli Justinussen, Ole Bjørn Viðstein, Bergtórur
Bærentsen, Hans Jacob Hansen, Kaj Hansen, Ernst Reinert, Johannes Nicolaj Rubeksen, Trygve Árting, »ókendur«.
Fremra rað f.v.: Leivur Nielsen, Hjalgrímur Jacobsen, Nólsoy, Svend Karsten Simonsen, Elsebeth Sofie Stephansen, Johanne M. F. Petersen, Glyvrar, Aslaug Dam,
Mildrid Dam, Anne Kathrine Højgaard, Hjørdis Thomsen, Nólsoy, Ásla Thomsen, Nólsoy, Birthe Ludvigsen, Erik Ludvigsen, og Eivind Olsen.
Marie Jacobine Hansen, sum varð konfirmerað hendan dagin, vantar á myndini.
Mynd: Føroya Fornminnissavn