Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 8. januar. Erhardus ella Erhardt. Írskur munkur, sum doyði um ár 700. Ella kanska er talan um ein týskan biskup, sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur halgimenni. Týskt navn, samansett av æra og harður. 9. januar. Julianus. Búði í Egyptalandi, og varð um- leið ár 300 hálshøgdur, tá ið rómverski keisarin Diokletianus legði eftir teimum kristnu. 10. januar. Páll einabúgvi, deyður ár 341. Livdi eini 90 ár í egyptisku oyðimørkini og gjørdist 113 ára gamal. Sigst at hava verið fyrsti kristni einbúgvi og skírdur halgimenni. Navnið Páll er komið av latínskum Paulus (tann lítli). Ludvík Petersen 50 ár Sunnudagin 9. desember 2005 fyllir Ludvík Petersen í Havn 50 ár. Ludvík er føddur og uppvaksin í Havn. Í ár verða tað 30 ár síðan hann byrjaði sum sjálvstøðugur og stovnaði sína egnu fyri- tøku. Eftir lokna skúlagongd fór Ludvík í læru sum bilmekanikari hjá Reyni Service, sum tá helt til í Rættará og umboðaði ensku BLMC bilmerkini sum t.d. Morris, MG og Wolseley. Hann var útlærdur í august 1975, og sama ár stovnaði hann Bilfríðkan við Velbastaðvegin. Hann byrjaði í eini 40 fermetra stórari garasju. Seinni bygdi hann tveir stórar virkisbygningar á trøðni hjá foreldrunum. Í 1982 byrjaði Bilfríðkan at innflyta skaddar bilar, ið vórðu settir í stand og seldir. 21. januar 1988 brendi annar virkisbygningurin við bilverkstaði, goymslu og skrivstovu í grund, og alt virksemið hjá fyritøkuni varð síðan flutt í bygningin við síðuna av, sum Bil- fríðkan eisini átti. 1. februar 1988 yvirtók Bilfríðkan Fiat umboðið í Føroyum, og seinni eisini umboð fyri amerikansku bilarnar hjá General Mo- tors. 1. oktober 1989 yvir- tók Bilfríðkan eisini BMW umboðið í Føroyum. Tá virksemið var upp á tað mesta, arbeiddu 22 fólk hjá Bilfríðkan. Í 2004 lat Ludvík um- boðini fyri Fiat og BMW frá sær, leigaði bygning- arnar við Velbastaðvegin út og keypti ein bygning á Hjalla, har hann 15. mai læt upp eina brúktbilasølu og leigar bilar út. Ludvík er sonur Alisu, f. Hammer, ættað úr Hvalba, og Dánjal Petersen (Dánjal í Skóbúðini) í Havn. Hann er giftur við Sólbjørg, f. Joensen, ættað úr Leirvík. Tey eiga fýra børn: Mari- ann, Dánjal, John og Ísak. Í frítíðini er familjan nógv í hugnaligu summar- húsunum, tey eiga í Leyn- um. Føðingardagin er Ludvík burturstaddur. Sunnudagin 9. januar fyllir Kim Ejdesgaard í Havn 50 ár. Kim er føddur í Keyp- mannahavn, meðan foreldur hansara, Aina og Ejler Ejdesgaard búðu í Danmark. Kim var tvey ára gamal, tá ið familjan flutti heim aftur til Føroyar at búgva. Hann er elstur av fimm systkjum, hann eigur tveir beiggjar, Gordon og Joh- annes, og tvær systrar, Eyð- rit og Fríðgerð. Øll búgva í Havn uttan Fríðgerð, sum býr í Danmark. Kim vaks upp í Heygs- króki í Havn. Har á leiðini vóru nógvir smádreingir, og hann fann sær nógvar vinir. Sum ungur arbeiddi Kim hjá E.Phil & Søn, tá ið mol- in í Havn bleiv útbygdur. Eitt skifti arbeiddi hann í Svøríki, áðrenn hann fekk starv hjá Nýggja Bóka- handli á Káta Horninum í Havn. Har arbeiddi hann í 15 ár og var fastur kundi á Kondittarínum. Síðan hev- ur hann arbeitt hjá For- mula, har hann starvast sum sølustjóri. Sum ungur bleiv Kim trúlovaður við Elisabeth Simonsen úr Sørvági, hon lærdi til sjúkrasystir í Havn. Tey giftust og fingu trý børn saman. Kim var bert 19 ára gamal, tá ið hann bleiv pápi fyrstu ferð. Børnini eru: Mariann, Beinta og Magnus. Í august 2001 doyði Elisabeth eftir stutta sjúkralegu. Hjartaliga tillukku við degnum. X. Kim Ejdesgaard 50 ár Havnar leksikon: Í samband við at Birgar Johannessen í Havn savnar tilfar til eitt leksikon yvir Havnina í tíðarskeiðinum 1900-1969, biðja vit um hjálp frá lesarunum, sum kenna persónar á myndum um at siga okkum frá, so »Havnar leksikon« kann verða heilt røtt. Kappróður á ólavssøku 1944 Sambært okkara upplýsingum er hendan myndin er tikin á ólavsøku 1944. Báturin er Sílið úr Havn, og tær sum róðu við arbeiddu á Dronning Aleksandrines Hospitali. Tey sum kennast við genturnar á myndini, og møguliga vita meira at siga frá, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon. 314647 / 273168. Mynd: Føroya Fornminnissavn