Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-05-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mai 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Miiller internet: www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov | Marknaðardeild: i Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson itrottarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, ) 110 Tórshavn | Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post 8 sosialurin.fo Norðoyarstevnan Oddagrein HOAST veðurmaður okkara sigur frá kald- ari veðri um vikuskiftið, so ber landsins fyrsta veruliga stevna, Norðoyarstevnan boð um heitari tíðir. Eisini boðar hon frá, at summarfrítíðin er í nánd. Norðoyar- stevnan boðar rætt og slætt frá góðum. STEVNURNAR eru ein týðandi partur av okkara gerandismentan. Tær rúma so nógvum - frá ítróttarkappingum, ment- anarligum tiltokum av alskyns slag til dans - ja tær eru til gaman og álvara fyri fólk í ollum aldri. Og hesar stevnur eiga uttan iva sín lut í tí, at so nógvir foroyingar í dag eiga og brúka tjóðarbúnan - foroysku klæðini. Tað er eisini ein frægd fyri eygað at síggja hesi mongu børnini, ungu og tilkomnu í foroyska búnanum. Tað fløvar ti hetta er partur av okkara samleiki - av okkara sereyðkenni sum fólk og tjóð. At so mong eiga tjóðarbúnan - føroysku klæðini - kunnu vit ikki minst takka stevn- unum fyri. TAÐ er tí eisini av stórum týdningi at hjúkla um og halda lív í stevnunum. Hesar eiga eisini lívið í okkara tjóðarítrótti, kappróðr- inum, sum aftur sigur nakað um okkara serstoku mentan, foroyska bátin. Tað er helst tey, sum halda stevnurnar vera einki annað enn fjas og fjant - drukk og balladu. Sjálvandi vilja tær eisini bera brá av slík- um, men tað er kjarnina vit her skulu hugsa um - týdningin stevnurnar hava fyri okkum oll. OG ikki at gloyma hetta at hitta vinir og kenningar. Hetta at kunna savnast á ein- um stað við tí eina í huga: at vera í góðum lag, at hugna sær osfr. Tað man helst eisini vera eindømi í heiminum, at fólk úr øllum búplássum savnast júst á einum stað at hátíðarhalda eina stevnu. Sjálv- andi er ólavsokan hovuðsstevnan um- framt at vera tjóðardagur okkara. Men taka vit tær einstoku stevnurnar, so leita eisini fólk úr ollum landinum sær til tær, her ikki minst róðrarfólkið. VIT eiga tí ikki at undirmeta týdningin av stevnunum og serliga ikki fyrstu stevnuni, Norðoyarstevnu. Hon líkasum er start- skotið til nakað spennandi og gott. Hetta er so seinasta Norðoyarstevnan í hesi øldini. Tað er okkara vón, at veðrið verður gott, og at nógv fólk leita sær til stevnuna. Vit ynskja kappróðrarfólkinum og annars teimum mongu, ið stíla fyri og annars stevnugestunum øllum eina góða Norðoy- arstevnu. ; | Sosialurin boðar fra góðum | Hví ikki tosa um ES Hvørja ferð førovingar hava fingið viðkomandi spurningar um framtíðarútlit hjá vinnuni, sum er grundarlagið undir føroyska samfelagnum,hevur svarið verið: >Ég skilji ikki spurningin, men svarið er nei!« Í hesum døgum, meðan før oyskir politikarar hava skund at kappa oll bond við europeiska meginlandið, kann ein ikki annað enn aftur á allar ten møguleikar, sum eru farnir aftur við borðinum Føroyingar hava bitið seg í einum nationalist iskum rusi, sum á mangan hátt kann samanberast við nationalismuna, sum hevur borid Milosovic til valdid i fyrrverandi Jugo hugsa fastar serbisku slava Tå eg frætti, at partar av føroysku vælskúlaðu elituni vóru við í grundlógarneynd ini og harvið opið lótu seg brúka í føroyskum parta politikki við at renna ørindi fyri Tjóðveldisflokkin og partar av »ti frælslynta« Fólkaflokkinum. kundi eg ikki lata vera við at draga parallellar til støðuna í Ser- bia Ein dokumentarsending i BBC herfyri visti, at tað var rættiliga stórur partur av lærdu elituni, sum stóð aft- an fyri Milosovic, og sum á skúlum og ødrum læru- stovnum hevði borið brenn- ið á nationalistiska bálið Høvudslærusetningurin hevur eins og i Føroyum verid, at øll onnur hava brukt okkum, og vit hava liðið undir fremmandari kúgan Tað mátti ið hvussu et fingið onkran at vaknað, at arbeiðið hjá nevndini, sum jú má vera sera umfatandi, skal vera liðugt, áðrenn val skeiðið hjá sitandi sam gongu er úti Oljan eitt roykskýggi Tad er av sonnum at gleðast um, at marknatrætan við onglendingar hevur fingið eina loysn. Tað ljóðar sera spennandi. at vit nú kunnu bjóða út til boringar. Men tað er stórur vandi fyri, at júst føroyska fyrivarnið til ES fer at hava negativa åvirkan å tad, sum vit sum eitt lítið oljuland i Atlants- havinum kunnu vænta okk- um at fáa burtur úr oljuni Samband okkara við størsta handilspartnara okk- ara liggur í hondini á nøk- rum fáum politikarum og embætismonnum, sum regluliga møtast til inging ar, og kann ti broytast frå degi til dags. Um Føroya verða eitt oljuútflytaraland, sum ikki er limur í ES, er væntandi, at onnur oljuút flytaralond, sum eru limir í ES, fara at gera vart við seg Serliga hugsi eg um Ongl- and, sum ferð eftir ferð hev ur gjørt vart við, at lond, sum eru uttan fyri ES, ikki eiga at hava somu sømdir á europeiska marknaðinum sum limalondini. Og ein skilur i grundini væl slikan hugsanarhått. Føroyska vinnan hevur í mong ár kravt limaskap í ES ella tætt tilknýti. Hetta er ein veruleiki, sum als ikki hevur verið vidgjørdur av álvara á politiskum stigi Um 3-4 ár fáa føroyingar so tað nýggja europeiska gjaldoyrad, og fer hetta at gera tað munandi lættari hjá føroysku vinnuni at kappast beinleiðis á europeiska marknaðinum. Spurningur in er so, um føroyingar eis ini tá hava megnað at lagt sær sjálvum forðingar í veg in Men vit kunnu tó vóna, at vit til ta tíð hava fingið eina aðra samgongu Fað eru nógvir spennandi spurningar at tosa um, tå tosað verður um ES, og teir kann eg venda aftur til. Men tíðin er búgvin til, at før- oysku politikararnir gevast við at blása út roykskýggj fyri at fjala veruleikan. John William Joensen Syngja summarið inn í Mullers Tann 29. mai 1999 kl. 22.00 fer Havnarkórið at halda eina lítla vår/summar kons ert í nýggju hugnaligu hol- unum í Millers pakkhusi Ætlanin er at syngja lætt- ar føroyskar vår- og summ- arsangir, 10 flest øll kenna, umframt onkrar minni kendar Konsertin verður hildin fyri at geva føroyingum og útlendingum møguleikan fyri at uppliva tað sera hugnaliga umhvørvi í Miill- ers pakkhusi, sum er sera vælegnad at syngja i. Har- umframt verður so møgu- leiki fyri at hoyra kendar føroyskar vår- og summar- sangir, eitt nå >Nú nemur nåttin vid smærur< og »Einki er sum summar- kveld vid strendur<. I kvold klokkan 22 fer Havnarkórið at halda eina lítla vár/summarkonsert í nýggju hugnaligu hølunum í Millers pakkhúsi í Lågabø í Havn Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okk- ara kæra elskaða mamma, vermamma, omma og langomma LAURENTZA AV REYNI Tórshavn doyði og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til Jóann og Eivind fyri góð orð í heiminum og í kapellinum, og til Kára og Árna fyri vakran sang og spæl. Inga, Jens, Ebba, Sámal við familju og Malan við familju pakkhúsi Tøkk fyri sýnda samkenslu tá góða mamma, ver- mamma, omma, langomma og systir okkara INGIBJØRG EYSTUROY andaðist og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir til Zarepta og hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og gjørdu hana so ómetaliga hátíðarliga fyri okkum øll. Familjunnar vegna Guttormur, Jóhann, Siri og Marianna