leygardagur 29. mai 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 29. MAI 1999
tíðindablaðið
Kundin fær enn
ein møguleika
Rasmus Magnussen og Eyðun Egholm, sum nú hava lagt fyritókurnar saman, fyri at geva
kundum sínum eina betri tænastu, og fyri at taka kappingina upp við Foroya Tele
Mynd: Jens Kr. Vang
Teir báðir Rasmus Magnussen og Eyðun Egholm hava lagt
el og telefyritókurnar saman í eina, sum nú so smátt fer at
taka kappingina upp við Fóroya Tele. Í fyrsta umfarið verð-
ur dentur lagdur á at geva kundunum eina meira fullfíggj-
aða tænastu
SVEINUR TRÓNDARSON
Í útheiminum er alt meira
vanligt, at fyritøkur leggja
saman, soleiðis at tær
standa sterkari í kappingini
við aðrar. Í hesum liggur, at
tær fáa betri og breiðari
grundarlag at standa á, og á
tann hátt kunnu veita kund-
um sínum eina enn betri
tænastu.
Samanleggingar = hava
ikki verið so vanligar her
heima, men tað er nakað
sum týðir uppá, at ein broyt-
ing er á veg á hesum øki.
Føroya Tele hevur ikki
longur einkarrætt at arbeiða
við televiðurskiftum, og
heldur ikki við at selja sam-
skiftisútgerð.
Hetta gevur møguleikar,
og tað hava teir báðir Eyðun
Egholm og Rasmus Magn-
ussen staðfest.
Teir hava eisini staðfest,
at tað er betri at standa sam-
an hóast fyritøkurnar ar-
beiða á hvør sínum øki.
Tí tað er ikki meira so
sundurskilt, sum tað var.
Ti hava teir báðir avgjørt,
at Eyðun Egholm keypir
seg inn í fyritøkuna hjá Ras-
mussi Magnussen, Rav-
magn, og at lata hesa skifta
navn til >el & tele«.
Breidari tænasta
Fyrsta endamålid vid sam-
anleggingini er, at veita
kundunum eina breiðari
tænastu.
Í nógvum fórum er tað so,
at ein elektrikari ger eitt ar-
beiði og tá hann er liðugur
kemur telemaðurin á vitjan
og ger sítt, og í mongum
fórum kundi hetta verið
betri samskipað.
Tað er júst tað teir báðir
ynskja at gera.
Teirra mál er, at gera ar-
beiði hjá kundum teirra ein-
faldari soleiðis at hann fær
færri leverandørar at venda
sær til.
— Kundin kann ringja til
okkara um el-, tele-, og dat-
auppgávur, so avgreiða vit
alt í einum. Vit kunnu leggja
teldukervi, elkervi og tele-
fonkervi alt í einum, so-
leiðis at tá vit fara, so er bara
eftir at seta teldurnar til, sig-
ur Rasmus Magnussen,
stjóri.
Og ynskir kundin at
keypa eitt nú nýggja tele-
fonskipan, ella vekslara, so
er el & tele eisini ført fyri
at taka tann partin við.
— Vit selja øll hugsandi
sløg av telefonum. Vit selja
vekslarar, vanligar telefon-
ir, tráðleysar og fartelefonir,
so tað er ikki fyri neyðini at
fara til Froya Tele um so er,
at ein ynskir at fáa sær ein
vekslara, sigur Eyðun Eg-
holm, sum er leiðari á tele-
fonpartinum í fyritøkuni.
Kappast og samstarva
vid Føroya Tele
Sum sagt, so var einkarrætt-
urin til telesamskifti tikin
frå Føroya Tele fyri stuttum.
Tað merkir, at aðrar fyri-
tøkur eisini kunnu fara inn
og bjóða tær tænastur, sum
Føroya Tele ger, og hóast
tað skal ganga um netið hjá
Føroya Tele, so hava teir,
sambært lógini, skyldu til at
lata nýggju leverandørun-
um pláss á sínum netið.
Henda treyt stendur í
loyvinum, sum Føroya tele
hevur fingið at virka eftir,
og tað eru eftir øllum at
dóma fleiri fyritøkur, sum
ætla sær at taka dystin upp
við Føroya Tele.
Eisini el & tele.
— Vit hava søkt um loyvi
til at virka til at veita kund-
um okkara nakrar tænastur,
sum vit halda, vit kunnu
gera bíligari og betri enn
Føroya Tele, og tá endaligu
loyvini fyriliggja, so fara vit
í holt við tað eisini, siga teir
báðir.
Teir hugsa sær, at seta upp
innanhýsis skipanir, sum
eitt nú kunnu vera í eini
bygd, sum samstarvar um
t. d. internetsamband.
— Tað er alt meira vanligt,
at vera á Internetinum og
vit kunnu t.d. hugsa okkum
eina bygd, sum hevur eina
høvudsteldu standandi í
skúlanum. Henda teldan
kann hava fast samband við
Internetið, og so kunnu
borgararnir í bygdini keypa
sær samskiftiskort, sum
samskifta við høvudsteld-
una og koma á netið á tann
hátt, siga teir báðir.
Við hesum er ein telda
bundin at netinum hjá Før-
oya Tele til ein ávísan prís,
meðan hinar liggja til ein
annan og bíligari prís.
Fyrimunir, ja, og eisini
ein heilt annar háttur at
samskifta uppá enn vit eru
von við her heima.
Góðar framtíðar-
meguleikar
Nú fyritøkurnar báðar eru
lagdar í eina, er spennandi
at vita hverjar vónir teir
báðir hava til framtíðina.
— Vit hava eina rúgvu av
kundum, og tað ræður líka
nógv um, at halda tørn, so
at arbeiðsbyrðan ikki gerst
ov stór. Vit hava nógvar á-
hugaðar kundar, og teimum
fara vit at gera alt fyri at
veita eina góða tænastu,
siga Rasmus Magnussen og
Eyðun Egholm, sum leggja
afturat, at kundagrundarlag-
ið er stórt, tí enn eru nógvar
fyritøkur, sum ikki hava
vekslara, internet og annað,
sum teir hava at bjóða.
— Vit eru ein lítil fyritøka,
sum er løtt at umstilla, og
tað er ein sera stórur fyri-
munur, siga teir báðir.
Hedehusene
46 59 34 98
Kolding
76 30 08 55
..tekur tað at rokka eina av okkara nýggju farmastø8um
- tað sama hvar tú ert í Danmark.
Farmastødirnar eru allar mannaðar við serkønum fólki, ið
kenna til farmaflutning til og ur Føroyum. Her svara og loysa
vit allar ivaspurningar um farm og flutning. Í Hedehusene og
Kolding taka vit móti farmi allan fríggjadagin, og í Hanstholm
líka til leygardag á middegi. Allir út- og innflytarar av farmi
hava nógvar fyrimunir við landsins einastu RO-RO flutnings-
leið.
Norrøna fer avstað leygarkvøld, og månamorgun eru vit frammi
í Føroyum.
Smyril Line Cargo
Smyril Line Cargo
Jónas Broncksgeta 35
Rade 7
100 Torshavn 7730 Hanstholm
Tlf. 31 59 00 Tlf. 096 55 03 50
Fax 31 89 60 Fax 096 55 03 51
Smyril Line Cargo
Birkedam 10
6000 Kolding
Tlf. 076 30 08 55
Fax 076 30 09 55
Smyril Line Cargo
Guldalderen 6
2640 Hedehusene
Tlf. 046 59 34 98
Fax 046 59 30 34
SMYRIL LINE
TIN SKJOTASTA FARMALEID