leygardagur 29. mai 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 29. MAI 1999
Nr. 99 — 29. MAI 1999
Jóhann í Kollafirði hevur leiklutin
sum hann, ið koyrir Barbu og
Rannvá runt í gamla Ford
Bye Bye Blue Bird
Í kvøld verður filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir, Bye Bye Blue Bird frumsýndur
í Føroyum. Filmurin hevur verið sýndur í Danmark, men nú fáa føroyingar høvi
at síggja nýggjasta filmin hjá Føroya einasta filmsleikstjór
Dagfinn Olsen
Filmurin snýr seg um tvær
vinkonur, ið vitja heim til
Føroya.
A uppslagnum, ið lýsir
filmin, verður sagt, at tær
vistu ikki, hverjum tær leit-
aðu eftir, men tær funnu
tað!
So stutt kann innihaldið
lýsast. Fara vit eitt sindur
longur, uttan at avdúka ov
nógv, so kann sigast, at talan
er um ein road movie, sum
er upptikin á føroysku land-
avegunum. Tann vakra og
bergtakandi náttúran verður
sett uppímóti ti sjålvsøknu
og erpnu atferðini hjá gent
unum.
Eftir at hava verið uttan-
lands í fleiri ár, venda tær
báðar Rannvá og Barba
heim aftur til Føroya fyri at
avklåra fløktu støðuna i
Hildigunn Eyðfinnsdóttir og Sigrid Mitra Gaini hava høvudsleiklutirnar sum Rannvá og Barba sum koma til Føroya at loysa trupulleikar sínar
familjunum. Skjótt fáa tær
tó trupulleikar, serliga við
fosturpápa Barbu, og tær
flýggja.
Tær koma í ferðalag við
arbeiðsleysa fiskimanni-
num Rúna, ið hevur bil. Eis-
ini hann hevur trupulleikar,
sum hann tó helst ikki tosar
um. Biltúrurin eftir 1000
kilometra langa føroyska
landavegnum í gamla Ford
Granada bilinum, við sebr-
astríputum setrum, vísir seg
at verða ein filmur um dup-
ultmoral, brostnar dreymar,
eydnuleysar lagnur og um
at finna sjálvan seg.
Filmurin er upptikin í
Føroyum og náttúran er
ramman og mótspæl mót-
vegis hástóru atferðini hjá
gentunum. Ein upplivir før
oysku bygdina anno 1999.
Genturnar hava arbeitt
sum modell og heima í lítla
heimlandinum í sermerkt-
um klæðum halda tær lítið
um alt og øll.
Túrurin við Rúna norður-
eftir gerst ein longri ferð, tí
hann hevur ørindir her og
har. Tey hitta eina rocksang-
arinnu, ið hevur sæð betri
dagar, missiónskar abbar og
ommur, tyst eldri mannfólk
eftir eitt avhaldsbrúdleyp.
ein „jesus-wannabe“ og lík
frá farnum tíðum spøkja.
Og hvør er Rúni í grundini?
Hvat jagstrar hann og hví
kemur hann altíð avbardur
aftur eftir síni „órindi“?
Søgan er søgd í livsjått-
andi blandi av ålvara og
skemti og leikstjórin verður
sagdur at vera í hópi við
filmskaparum sum Jim Jar-
musch, Aki Kaurusmáki.
Hal Hartley, Fridrik Thor
Fridriksson og Mike Leigh
Tónleikin í filminum
eigur íslendingurin Hilmar
Orn Hilmarsson.
Høvudsleikarar eru Hild-
igunn Eyðfinnsdóttir, Sigri
Mitra Gaini, Johan Dals-
gaard og Peter Hesse Ov-
ergaard.
Edward Fuglø hevur
staðið fyri scenografi og
búnum.
Einasti filmsleikstjórin
Katrin Ottarsdóttir er ein-
asti føroyski filmsleikstjór-
in. I hesum filminum hevur
hon havt møguleika at ar-
beida vid føroyskum leik-
arum, m.a. egnu dóttir síni,
Hildigunn, á føroyskari
grund og á føroyskum
Katrin er litríkur persón-
ur, ið hevur livað eitt liv við
mótsetningum. Mangar av
kreppunum í filminum
kennur hon frá sær sjálvari
ára gomul fekk
Bert 17
Kartrin dóttir sína og gjørði
av at flyta til Danmarkar.
- Vil ein bróta út, t.d. úr
normum
at gera at flyta úr Føroyum.
Her er ov lítið og trongt. Eg
merkti, at eg varð sett í bás,
nú eg hevði fingið barn á so
ungum aldri. Eg vildi burtur
og fór til Keypmannahavnar
at lesa.
Katrin byrjaði at lesa bók-
mentir á Lærda Háskúla-
num, men fall ikki til og
byrjaði á filmskúlanum
Kendi seg innantóma, eftir
lokna útbúgving
Eg kendi, at eg hevði
havt ein ov skundmiklan
ungdóm og okkurt skuldi
náast. Eg leitaði í punk-um-
hvørvid, har kreativiteturin
blómaði
I 1984 leitaði Katrin heim
aftur til Føroya og tað var
ikki lætt.
so er tað einasta
- Eg var skeptisk og bang
in, eftir so nógv ár í Dan
mark. Tað tekur langa tíð a
falla til aftur og tað g
[
ongur
upp fyri emmum, at eim vent
ikki um ein hoyrir heima i
Danmark. Men heimkomin
upplivir ein, at ein heldur
ikki rættiliga hoyrir heima
har. Ein er i ongamanna-
landi og hoyrir ikki til nakr-
astaðir
Eftir eitt ár heima, har
hon m.a. var við til at byrja
føroyskt sjónvarp. fór hon
aftur til Danmarkar. Fyrst tl
Haderslev at undirvísa. Síð-
ani gekk leiðin aftur til Vest-
urbrúgv, har hon fór í gongd
við fyrireikingarnar til
fyrsta filmin „Atlantic
Rhapsody“. Í dag býr Katrin
í Reerslev nærhendis Ros
kilde