Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. juni 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 100 - 1. JUNI 1999 tíðindablaðið 7 Vil hava greiðu á lønarvidurskiftunum Løgtingslimurin, Jóannes Eidesgaard, hevur í seinastuni fingið skotið í skógvarnar, at hann hevur misnýtt kostnaðrendur- gjaldið, tingmenn uttan fyri miðstaðarókið fáa fyri ferðing og aðrar útreiðslur í sambandi við tingarbeiðið. Í hesum sam- bandi hevur Jóannes Eidesgaard sent løgtingsformanninum skriv, har hann heitir á formansskapin um at fáa greiðu á lónarviðurskiftum sínum sum skjótast. JOHN JOHANNESSEN — Tað kann ikki vera mær at lasta, at politiksa starv mítt ger, at eg eri noyddur at vera nógv í Havn. Somuleiðis ger politiska starv mítt eis- ini, at eg eri noyddur at vera nógv í Keypmannahavn, men hóast alt eri eg skrásett- ur á Tvøroyri, har eg eisini rindi skatt, eri býráðslimur og eisini havi borgarligt starv, hóast eg havi farloyvi frá tí í løtuni, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerkin til spurningin, um hann mis- nýtir kostnadarendurgjald- ið, tá hann fær pening fyri at búgva á Tvøroyri og vera løgtingslimur. Jóannes Eidesgaard held- ur, at eingin ivi kann vera um, at hann býr á Tvøroyri, tá hann bæði er skattgjaldari og býráðslimur har. Hann vísir á, at tað øvugta heyði verið Omøguligt. Bryggjan á Tvøroyri ikki politiskt forum Jóanes Eidesgaard sigur, at tað er nú einaferð so, at tað politiska lívið gongur fyri seg í Havn, har løgtingið er. Tí er hann noyddur at vera nógv í Havn. Hann heldur, at um hann gekk á bryggjuni á Tvoroyri og mól, ið staðin fyri at gera sína skyldu sum løgtingslimur, hevði ikki gingið long tid, áðrenn velj- ararnir gjørdust ónggdir við, at hann einki gjørdi til nyttu. Skil á sum skjótast Í brævi til formansskapin í løgtiginum í gjár, heitir Jó- annes Eidesgaard á for- mansskapin um at fáa greiðu á lønarvidurskiftum hansara sum skjótast. Hann heitir á arbeidsgev- aran um at lata seg fáa at vita, hvat stóða formans- skapsins er í málinum, og um so er, at hann hevur fing- ið útgoldna løn ella kostnað- arsamsýning av Orøttum, vil hann fáa at vita samlaðu upphæddina, so hann kann rinda hana aftur. Lekur Jóannes Eidesgaard vísir í sama brævi til løgtingsins formansskap á, at partur av einum skjali um viðurskifti hansara, ið skrivstovustjóri løgtingsins hevur skrivað til løgtingsformannin í trúnaði. er komið alment fram i onkrum fjølmiðli, hóast hann sjálvur aldri, hvorki hevur hoyrt um ella sæð skjalið. Jóannes Eidesgaard sigur við Sosialin, at hann heldur tað vera sera Oheppi, at líkið verður út frá løgtingsskriv- stovuni um skjól, ið eru skrivað í trúnaði. Hann heldur, at talan má vera um okkurt av starvsfólkunum, ið ikki er sína uppgåvu vaksið. - Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur leingi ar- beitt við málinum um mark- ið millum Bretland og Før- oyar í trúnaði, uttan at nakað er likid út um hetta. Sjålvt tá málið var avgreitt, og hetta kom fram í fjølmidlunum, teir vóru allir smálutir hildnir innanfyri uttanlandsnevnd- ina. Eg vildi hildið, at sama mannagongdin varð hildin á løgtingsskrivstovuni, men tað sær tað ikki út til, og er hetta sera óheppi. Sinnaður at rinda Spurdur, um hann er sinnað ur at rinda eitt møguligt endurgjald, um formans- skapurin i legtinginum kemur til ta nidurstødu, at leggja hann hevur fingið kostnað- arendurgjald av órettum, svarar Jóannes Eidesgaard. — Tað eg vil, er at fáa greiðu á viðurskiftunum, soleiðis, at eg ikki standi eftir, sum ein, ið hevur stolið av kassanum. Sjálvur meti eg meg sum ein lønmåttak- ara hjå formansskapi løg- tingsins, og avgerin, ið ar- beidsgevarin tekur f hesum máli, verður mett at vera tann rætta, tískil ætli eg mær at rinda eitt møguligt endur- til brots... gjald Kanst tú gera fyri, att løgtingsskrivstovan — møg uliga er farin skeiv viðvíkj andi lønini hjå tær? Nei, eg havi ikki dult nakrar = upplýsingar fyri teimum. og tí skuldi tað heldur ikki verið mín skuld Men vón mín í løtuni er, at hetta mál verður avgreit sum skjótast, sigur Jóannes Eidesgaard at enda & tele Annar hevur loysnirnar. Hin tekur sær av sambandinum. El £ Tele síggja nú til at heim og arbeiðspláss have streym ÅG fg og at fólk, telefonir og teldur kunne emskifte. Ongum nytist longur at renna millum elektrikarør, edv-fyritøkur og telefonverk, tå id tolsforve slarin og EDV- og telekerv skulu setast upp. Ella tá ið streymurin skal leggjast mn. H á Tele loysa og binda saman, so at tað einasta tær nýtist at hugsa um, er at tendra. ElogTele . EDV- og telekervi El-innlegging teleútgerð- og tænasta Eyðun Egholm & Rasmus Magnussen tel 2 x 354 Fjallsgøta 13 100 Torshavn > SANSIR